Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 72 - 15. apríl 2008 Roknskapartølini fyri 2007 streyma nú inn í roknskaparskipana hjá Business-line. Í hesum sambandi fer VINNAN í samstarvi við Business-line - BL.FO - við jøvnum millumbili at viðgera viðkomandi rokn- skapartilfar. Talan verður um stuttar roknskapargreiningar. Í dag lýsa vit alifelagið P/f Faroe Salmon ALING Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur Business-line www.bl.fo At tað kann verða ótrygg til­ vera at fáast við vinnulív í Føroyum, er alistøðin Faroe Salmon í Klaksvík eitt gott dømi um. Frá at hava havt nøkur góð ár seinast í níti­ árunum og í ár 2000 ein vinning upp á slakar 38 mió. kr. fekk felagið tvey ár seinni eitt hall uppá slakar 39 mió. kr. Longu árið eftir máttu gomlu eigararnir avhenda lykilin til bankan. Hóast trupulleikar við sjúkum og lágum prísum, eydnaðist tað at reka ali­ brúkið víðari, og er alistøðin í dag løgd inn undir P/f Faroe Salmon, sum er eitt dóttirfelag hjá P/f Bakka­ frost Holding á Glyvrum. Felagið rekur smoltaling og sjógvaling, bæði í Norð­ oyggjum og í Eysturoy, og tað er onki at taka seg aftur í, at leiðslan hjá Bakkafrost við sínum góða liði av starvsfólki hevur megnað at fingið eitt sera gott úrslit fyri 2007. Faroe Salmon fekk í fjør eitt yvirskot áðrenn skatt upp á góðar 18 mió. kr sam­ anborið við góðar 5 mió kr. árið 2006 og 13 mió kr. í 2005. Eginpeningurin 20- faldaður eftir 3 árum Eginpeningurin hjá P/f Faroe Salmon var við árslok 2004 góðar 2 mió. kr. og er við árslok 2007 slakar 42,5 mió. kr., og er sostatt 20­ faldaður hesi seinastu 3 árini. Samstundis hevur felagið eitt sera gott eginpeningsav­ kast, 43% í 2007, móti 19% í 2006 og 73% í 2005. Góður vøkstur og fallandi marknaður Felagið sigur í ársfrágreið­ ingini, at umstøðurnar til alivirksemi í Føroyum hava verið sera góðar í 2007. Vøksturin hevur verið góður, og fellið hevur verið lágt. Marknaðurin hevur tó verið støðugt lækkandi, tó at hann royndist hampuliga á heysti 2007. Gongdin í Chile kann ávirka alingina í Føroyum Alivinnan í Chile hevur havt trupulleikar, og hetta kann ávirka marknaðarstøð­ una í 2008. Verða trupulleik­ arnir størri enn mett, kemur hetta at hava við sær, at útboðið av laksi á heims­ marknaðinum minkar, og sostatt eru sannlíkindi fyri, at prísurin hækkar. Trupult at fáa arbeiðsmegi Felagið ger vart við, at tað sum heild hevur verið trup­ ult at fáast við framleiðslu­ virksemi í Føroyum í 2007. Lítla tilfeingið av arbeiðs­ megi ger, at tað í heilum mangla fólk í framleiðsluni. Hetta førir til verri virkisføri og hægri framleiðslu­ kostnað. P/F Faroe Salmon 2007 2006 Eigari: Bakkafrost Holding, Glyvrar Nettosøla Mió. 117 80 Bruttoúrslit Mió. 54 32 Úrslit áðrenn skatt Mió. 18 5 Eginogn Mió. 43 27 Eginpeningsavkast % 43 19 Stjóri: Regin Jacobsen Nevndarform.: Líggjas í Bø Flogfar neyðlendi Eitt lítið flogfar noyddist at neyðlenda í Narsaq í Grøn­ landi í gjár, og tey bæði, sum vóru í flogfarinum, sluppu frá óhappinum uttan mein, skrivar Sermitsiaq. Blaðið sigur seg hava skilt, at flogfarið er skrásett í Svøríki, og at tað var á veg til Narsarsuaq. Men við Narsaq kom flogfarið í nógvan vind av landnyrðingi, og flogskiparin kendi seg noyddan at neyðlenda har. Hóast lendingin var heldur harðlig, fingu tey bæði fólkini ikki mein. Tað lítla flogfarið kom í nógvan vind og mátti neyðlenda Mynd: Sermitsiaq Meiri upp á land Mars mánaður royndist væl hjá íslendska fiskiflotanum, sum veiddi átta prosent meiri enn í sama mánaði í fjør, men tað trongdi eisini til, tí í fyrsta ársfjórðingi fiskaðu íslendsk skip heili 11 prosent minni enn somu mánaðir í fjør. Í mars veiddu íslendsku skipini góð 18.000 tons meiri av lodnu enn í mars í fjør, men góð 13.000 tons minni av svartkjafti. Tey veiddu minni av toski, men meiri av kongafiski og hýsu, sigur íslendska hagstovan. Alifelagið P/F FAROE SALMON: 20-faldar eginpeningin eftir trimum árum