Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 72 - 15. apríl 2008 Baugur til Asia Hóast stórar trupulleikar í seinastuni hevur íslendska stórfyri­ tøkan Baugur Group framvegis stórar ætlanir og víðan sjón­ arring. Í samrøðu við amerikanska sjónvarpið CNBC sigur Jón Ásgeir Jóhannesson, nevndarformaður, at fyritøkan hyggur alla tíðina eftir nýggjum møguleikum, og hann nevn­ ir í hesum sambandi Kina og India sum sera spennandi marknaðir hjá fyritøkuni. Harafturat er fyritøkan í stórari menning í Russlandi. Jón Ásgeir Jóhannesson er nevndarformaður í Baugur Group Mynd: Vísir Til Íslands at arbeiða Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár hava 130 útlendskir ríkisborgarar fingið loyvi at arbeiða í Íslandi, og tað er á leið sama tal sum í fyrsta ársfjórðingi í fjør. Men hetta samsvarar ikki við tað, sum arbeiðsgevararnir siga, tí teirra uppfatan av støðuni er, at tørvurin á fremmandi arbeiðsmegi er minkandim, og at hann fer ikki at veksa aftur í hesum árinum. Arbeiðsgevararnir halda tí, at tað man vera skrásetingin, sum virkar betur nú. FISKIVINNA Vágaportalurin www.vagaportal.com Havsbrún í Fuglafirði hevði eitt gott ár í fjør. Umsetning­ urin var 685 milliónur krón­ ur í 2007, og úrslitið eftir skatt var 55.5 mió. krónur. Tað skrivar Vágaportal­ urin, www.vagaportal.fo Úrslitið eftir skatt var í 2006 57,5 milliónir krónur, og tá var umsetningurin 573 milliónir krónur, so árið 2007 gav ein vøkstur í umsetninginum í mun til 2006 upp á 112 milliónir krónur ella knøpp 20%. Í lønum var útgjaldingin 40 milliónir krónur í 2007 til tey 100 starvsfólkini, sum starvast á Havsbrún. Goldin skattur var 12 milli­ ónir krónur í 2007 aftur ímóti 8 milliónir krónur í 2006. Bergur Poulsen, stjóri í Havsbrún, sigur við Vága­ portalin, at árið 2007 var eitt gott ár, og tað gekk væl. ­ Vit kláraðu at stýra millum skerini, tí á mangan hátt var 2007 eitt turbulent ár við stórum sveiggjum á rávøruprísinum, sigur stjórin. Og viðvíkjandi árinum í ár, sigur Bergur Poulsen, at Havsbrún væntar minni rávøru í ár, og er tað tí, at svartkjafturin verður minni í ár. Í 2007 tók Havsbrún móti 250.000 tonsum í rávøru. Gott ár hjá Havsbrún TRYGD Á SJÓNUM www.samtak.fo Eftirlitið við trygd á sjónum er so sum so. Tað er ov sjáld­ an, um ikki ongantíð, at eftirlit er við, at trygdaráset­ ingar verða hildnar, at kann­ ingar eru av arbeiðsum­ hvørvinum umborð, at við­ urskiftini viðvíkjandi heilsu­ váttan og trygdarásetingum verður hildin og so víðari. Tað skrivar www.samtak. fo Tað er Skipaeftirlitið, sum hevur ábyrgdina av hes­ um, men eftirlitisvitjanir umborð á skipunum eru sera sjálvsamar. ­ Mær vitandi kemur tað nærum ikki fyri, at skipa­ eftirlitið fer á fráboðað ella ófráboðaðar eftirlitisvitjan­ ir. Vit hoyra frá manningum um alskyns brot á trygdarviðurskiftini, uttan at stórvegis verður gjørt við tað, og tað má broytast, sig­ ur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum við www.samtak.fo Sjálvur vónar hann, at nýggi sjórin á Skipaeftir­ litinum fer at raðfesta trygd á sjónum frammarlaga, og at eftirlitisvitjanirnar umborð verða títtari. ­ Tað eru alt ov nógvar álvarsamar vanlukkur umborð, men høvdu krøvini til trygdina verið herd og eftirlitið økt, var talið á óhappum fækkað, vísir Jan Højgaard á. Umframt at økja um eftir­ litið á skipum er eisini neyð­ ugt at fáa eina nýggja van­ lukkutryggingarlóg. Ver­ andi lóg er frá 1960’unum og er langt síðani vorðin ótíðarhóskandi. Eitt nú eru endurgjøldini fyri álvar­ samar arbeiðsskaðar alt ov lítil, og tað gongur ov long tíð, áðrenn ávegis endur­ gjald og endaligt endurgjald verða ásett. Feløgini í Samtak hava heitt á løgtingið um at fáa samtykt eina nýggja van­ lukkutryggingarlóg sum skjótast umframt at styrkja Arbeiðseftirlit og Skipaeftir­ litið, skrivar heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag, Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmanna­ felag. Enki eftir­ lit við skipunum