týsdagur 15. apríl 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 72 - 15. apríl 2008
- Tá viðurskifti
broytast so
fullkomiliga, sum við
øktu oljuprísunum,
er neyðugt, at allir
partar viðvirka til
at finna loysnir, so
vinnan kann halda
fram, sigur reiðarin
og nevndarlimurin
í felagnum
Lemmatrolarar,
Mikkjal Hammer
FiskiFloti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mikkjal Hammer er reiðari
á lemmatrolaranum Sjaga
kletti, sum P/F Sjagaklettur
í Hvalba eigur. Teir, sum
eiga hetta partafelag, er
felagið P/F Steintór, sum
eisini eigur lemmatrolaran
Steintór. Ein triði lemma
trolari er eisini í Hvalba.
Tað er Niels Pauli, ið var
hin fyrsti, sum kom til bygd
ar. Niels Pauli kom sum ný
bygningur í 1983. Teir, ið
eiga skipið, eru í fyrsta lagi
menninir, sum eru knýttir
at hesum skipi.
Umframt at vera reiðari,
er Mikkjal Hammer eisini
nevndarlimur í felagnum
hjá Lemmatrolarum, har
hann eisini hevur sitið sum
formaður.
Vánalig úrslit
Tá ið grannskoðarafelagið
Rasmussen & Weihe legði
fram sína árligu roknskapar
greining yvir fiskiskipaflot
an fyri árið 2006 – við útlit
um fyri árið 2007, sást, at
lemmatrolarar
samanlagt
hava havt eitt lítið avlop á
rakstrinum. Hetta avlop
liggur um einar 2 miljónir
krónur tilsamans, men rokn
að yvir allan hendan bólkin,
er hetta einki at tosa um.
Við uppí søguna hoyrir,
at nøkur av hesum skipum
hava klárað seg so nøkulun
da, meðan fleiri hava klárað
seg illa og hava negativ tøl
á botnlinjuni.
Mikkjal Hammer sigur,
at í løtuni eru tvey av teirra
skipum á Tórshavnar Skipa
smiðju til umvælingar. Tey
eru Steintór og Sjagaklett
ur.
Niels Pauli er til fiski
skap.
Fyri at fáa fulla greiði á,
hvørji tey 13 skipini í bólki
num hjá lemmatrolarum
eru, kunnu vit upplýsa, at
umframt hvalbiartrolarar
nar, eru Rankin, Rasmus
Effersøe,
Suðringur
og
Phoenix heimahoyrandi á
Tvøroyri,
Sunbeam
og
Beinisvørð í Vági, Brestir
og Eydna (gamli Vestur
varði) í Havn og Vesturskin
og Vesturleiki (gamli Bein
ir) í Sørvági.
Í seinastuni hevur ljóðað,
at okkurt av hesum skipum
er lagt og okkurt er lýst til
sølu, men Mikkjal Hammer
sigur seg ikki vilja gera við
merkingar til hetta.
Tað er rætt, at okkurt av
hesum skipum er lýst til
sølu, og í øðrum føri eru
skip til umvælingar.
Hann vísir á, at Rankin
liggur og ger ymiskar
umvælingar, og í Vági
verða nýggju skipini í løtuni
riggaði til fiskiskap.
Oljan tyngjandi
Tað er greitt, at støðan hjá
lemmatrolarum er vánalig
og í løtuni rættiliga óviss,
nú oljuprísirnir eru vorðnir
so høgir. Tey størru skipini
brúka stívliga 6.000 litrar
av olju um samdøgnið og
tey smærru slakar 5.000 litr
ar. Hetta svarar til ávikavist
1,8 miljónir litrar og 1,3
miljónir litrar um árið – ella
úr 5 miljónum krónum upp
í einar 7 miljónir krónur í
olju um árið.
Mikkjal vísir á, at teir
størru lemmatrolararnir fis
ka fyri stívliga 20 miljónir
krónur um árið – og tey
smærru fyri einar 14 miljó
nir krónur.
Soleiðis fer oljan avstað
við umleið einum triðingi
av veiðivirðinum hjá hesum
skipum, og tað gongur ikki
í longdini, leggur hann aftr
at.
Hann sigur, at oftast royn
ist ein partur av árinum
vánaligur, men ymiskt er,
hvør árstíðin er.
Vit kunnu ikki beinleiðis
siga, hvør tíð roynist ring
ast, men tá ið árið er úti,
hava vit sum oftast havt
eina tríggjar mánaðir, har
feløgini, sum eiga hesi skip
ini, noyddust at rinda pen
ing út av lummanum fyri, at
skipini kundu loysa.
Mikkjal sigur, at soleiðis
fer oljan avstað við væl mei
ra enn einum triðingi av
veiðivirðinum hjá hesum
skipabólki skiftandi tíðir av
árinum.
Hetta hendir, tá ið fiski
skapurin er vánaligur, og
fiskaprísirnir
fella.
Um
summarið eru fleiri virkir
stongd, eins og tørvurin á
arbeiðsfólki í framleiðslu
liðnum kann ávirka møgu
leikarnar hjá virkjunum at
keypa fiskin fyri líkinda
prís – eisini aðrar tíðin av
árinum.
Eitt, sum bæði feløg, ið
eiga skip, fiskakeyparar og
fiskaútflytarar hava funnist
at í seinastuni, er flutningur
in av fiskavørum úr Føroy
um.
Tað vísir seg, at henda
Djúpvatnsflotin kann fara fy
Tað hevur gingið hampiliga væl hjá Sjagakletti, sum í síni tíð varð keyptur úr Íslandi. Men gongdin hjá lemmatrolarum er sum heild vánalig – og partvís vónleys
Mynd: Vilmund Jacobsen