týsdagur 15. apríl 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 72 - 15. apríl 2008
Formaðurin í Reiðara
felagnum sigur, at
soleiðis, sum gongdin
er í løtuni hjá lemma
trolarunum, er tað
bara ein spurningur
um tíð, nær hesir
verða lagdir – og teim
um á baki koma so
partrolararnir. Fiski
mannafelagið vil ikki,
at fiskimenn skulu
taka lut í oljuútreiðsl
unum
FiskiFloti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Oljan er vorðin ein alsamt
meira tyngjandi partur í før
oyska samfelagnum, sum
er so tengt at hesi orkukeldu.
Kring um í húsarhaldunum
merkist økti prísurin við
hægri mánaðargjøldum fyri
olju, men serliga er tað í
fiskiflotanum, sum onga
aðra orkukeldu hevur, at olj
an kennist sum ein lemjandi
partur av útreiðslunum.
Allur fiskiflotin er tengd
ur at oljuni, men ymiskt er,
hvussu nógv olja gongur –
alt eftir, hvør skipabólkurin
og reiðskapurin er. Tað er
bara í tveimum skipabólk
um, at manningin beinleiðis
luttekur í oljuútreiðslunum.
Hetta er hjá verksmiðjuskip
um og línubátum.
Oljan tvífaldað
Ein av teimum skipabólkum,
sum eru harðast raktir, nú
oljan er vorðin so dýr, eru
djúpvatnstrolarar
ella
lemmatrolarar, sum teir eisi
ni verða róptir.
Oljan táttar nú í 5 krónur
fyri liturin. Tað er meira
enn tvífalt so nógv, sum
fyri bara fimm árum síðan.
Taka vit seinasta ár, fór
umleið ein triðingur av
veiðivirðinum hjá hesum
skipum til oljurokningar.
Tað er meira, enn nakar
skipabólkur kann liva við í
longdini.
Støðan hjá teimum 13
lemmatrolarunum er tí ikki
góð, men meira at kalla
døpur – fyri ikki at siga
vónleys, um einki verður
gjørt.
Tá ið fiskiskapurin ikki
roynist, og fiskaprísirnir
ikki eru teir bestu, noyðast
feløgini, sum eiga hesi skip,
at leggja pening út, hvørja
ferð skipini loysa.
Og tað gongur heldur
ikki í longdini.
Reiðarafelagið
og
Fiskimannafelagið
hava
tosað um oljuna, men hóast
felagið
hjá
reiðarunum
hevur
sagt,
at
høgu
oljuprísirnir fara at leggja
ein stóran part av flotanum,
vil felagið hjá fiskimonnum
ikki hoyra talan um, at fiski
menn skulu rinda fyri olju.
Formaðurin í Reiðara
felagnum hevur sagt, at
soleiðis, sum gongdin er í
løtuni, er tað bara ein spurn
ingur um tíð, nær lemma
trolararnir verða lagdir – og
teimum á baki koma so par
trolararnir.
Í januar, tá loysn fekst á
sjómannaverkfallinum, sum
tá hevði vart í einar 18 dag
ar, samdust partarnir um at
hittast aftur seinni, har
roynt skuldi vera at finna
eina semju, um oljuprísurin
framhaldandi fór at økjast.
Nú sigur formaðurin í
Fiskimannafelagnum,
at
hann er fúsur at práta um
viðurskiftini, men at hetta
ikki verður til meira enn
prát. Hann sigur, at felagið
hevur einki ímóti at tosa
um oljuna, men felagið
gongur ikki við til, at fiski
menn skulu rinda fyri olju.
Kanska partrol
Felagið hjá Lemmatrolarum
hevur víst á ymisk viður
skifti, sum kanska kundu
bøtt um gongdina hjá hes
um partinum av flotanum,
og eitt av ynskjunum hevur
í fleiri ár verið, at hesi skip
kunnu sleppa at partrola og
soleiðis spara eini 40% av
oljuútreiðslunum – um tey
spara eins nógv, og teir
smærru trolararnir gjørdu,
tá teir í sínari tíð fóru at par
trola.
Tað eru eini seks ár síðan,
at teir, ið hava lemmatrolarar,
fyrstu ferð vendu sær til
landsstýri við fyrispurningi
um partrol, og roynt varð
eisini at fáa undanfarnu
samgongu at loyva hesum.
Men har hevði hesin
skipabólkur einki at heinta.
Nú viðger Fiskimálaráðið
so aftur eina umsókn frá
tveimum lemmatrolarum,
sum hava hug at royna við
partroli.
Nýggi landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum hevur
sagt, at so skjótt, sum við
gerðin í Fiskimálaráðnum
er liðug, fáa umsøkjararnir
svar.
Bólkurin, sum fevnir um
teir 13 lemmatrolararnar, er
ikki undir fiskidagaskipan
ini, og tí hava skipini loyvi
at royna alt árið.
Líkt er tó til, at nýggjar
leiðir mugu gangast, um
hesum skipabólki við veran
di oljuprísum, fiskiskapi og
fiskaprísi skal verða lív lag
að.
Partrol ein gongd leið
hjá lemmatrolarum
Nýggjar leiðir mugu gangast – ella onnur stig takast – um teimum 13 djúpvatnstrolarunum skal vera lív lagað við verandi
oljuprísum, fiskiskapi og fiskaprísi
Mynd: Vilmund Jacobsen
tænasta svíkur oftari nú enn
áður, og tað er greitt, at het
ta gongur útyvir fiskaprísir
nar, tí keyparar aftra seg við
at keypa undir ivingarsom
um umstøðum við flutn
ingi.
Mikkjal sigur, at hetta
gongur ikki minst útyvir
tey fiskasløg, sum lemma
trolararnir veiða, tí hesi
enda partvís á feskfiska
marknaðinum.
At partrola
Nevndarlimurin í felagnum
Lemmatrolarar vísir á, at tá
ið umstøðurnar hjá hesum
parti av flotanum eru vorð
nar so truplar, er greitt, at
menn gera alt fyri at reka
skipini so bíliga sum tilber.
Vit hava tí viðgjørt
ymiskar møguleikar, og ein
av hesum er, um tað kanska
hevði verið ein gongd leið
at roynt við partroli.
Hann sigur, at tað eru eini
seks ár, síðan hesin spurn
ingur fyrstu ferð kom uppat
venda, og at felagið kannaði
málið hjá fiskiveiðimyndug
leikunum.
Vit hava tikið spurningin
upp við landsstýrið, men
har er einki hent. Undir sein
astu landsstýrissamgongu
varð spurningurin eisini
reistur, men landsstýrismað
urin vildi ikki geva okkum
loyvi at royna við partroli,
hóast hugsandi er, at nógvur
peningur er at spara í oljuút
reiðslum.
Nú feløg, ið varða av
lemmatrolarum, aftur hava
vent sær til landsstýrið,
fegnast Mikkjal Hammer
um, at nýggi landsstýris
maðurin er sinnaður at røða
um spurningin og koma til
eina niðurstøðu í hesum
máli.
Teir, ið hava skil fyri
partoli og vita, hvat tað í
síni tíð merkti fyri teir smær
ru trolararnar, siga, at olju
útreiðslurnar minkaðu við
40%. Hetta hevði sjálvsagt
verið munagott og kundi
soleiðis verið ein partur av
loysnini, um partrol annars
vísir seg at rigga í okkara
veiði.
Hann sigur, at nú so nógv
verður tosað um útlát, min
ni oljunýtslu og reinari
umhvørvi, dugir hann ikki
at síggja teir stóru trupul
leikarnar
við
at
loyva
lemmatrolarum at partrola.
Í mínari verð tikist tað
hol í høvdi, sum hann tekur
til, at myndugleikarnir sku
lu aftra seg við at loyva par
troli hjá lemmatrolarum, tí
honum kunnugt stendur ein
ki í lógini um vinnuligan
fiskiskap, sum forðar hes
um.
Mikkjal Hammer heldur
tað eisini vera spell, at Fiski
mannafelagið skal vera so
avgjørt um, at tað als ikki
kann koma upp á tal, at
fiskimenn luttaka í einum
parti av øktu oljuútreiðslu
num, sum nú eru við at taka
grundarlagið undan lemma
trolarunum, sum hóast alt
geva arbeiði til nógvan fiski
menn, eins og teir geva
grundarlag fyri stórum virk
semi uppi á landi.
Tá viðurskiftini broytast
so fullkomiliga, sum við
øktu oljuprísunum, er neyð
ugt, at allir partar viðvirka
til at finna loysnir, so vinn
an kann halda fram, sigur
reiðarin og nevndarlimurin
í felagnum Lemmatrolarar.
ri bakka
Mikkjal Hammer er reiðari á lemmatrolaranum Sjagakletti
(mynd), sum P/F Sjagaklettur í Hvalba eigur. Teir, sum eiga
hetta partafelag, er felagið P/F Steintór, sum eisini eigur
lemmatrolaran Steintór.