týsdagur 15. apríl 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 72 - 15. apríl 2008
Chelsea snávaði
Chelsea fekk bert javnleik 1-1 á Stamford Bridge ímóti Wigan, hóast
teir høvdu nóg mikið av málmøguleikum at avgera dystin. Michael
Essien legði Chelsea á odda í 55. minutti, men væl inni í yvirtíðini
javnaði gamli Liverpool-leikarin, Emile Heskey fyri Wigan. Hjá
Chelsea kom tað sera illa við at missa 2 stig, tað merkir, at teir eru 5
stig aftanfyri Manchester United, sum er á odda í Premier League. Bert
4 umfør resta, men allar súðir eru ikki syftar enn. Vinnur Chelsea ímóti
Everton hóskvøldið, og snávar Manchester United ímóti Blackburn er
alt víð opið aftur, áðrenn liðini hittast á Stamford Bridge. Fyri Wigan
hevði javnleikurin alstóran týdning. Teir hava vunnið seg uppá 35 stig,
og eru teir 6 stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Døma EM-undankapping
Um knappan mánað skulu Eyðun Samuelsen og Andreas F.
Hansen til Íslands at døma í bólki 8 í EM-undankappingini
fyri U18-landslið. Ísland, Finnland, Turkaland og Letland
eru í undankappingarbólki 8, sum verður spældur í Íslandi í
døgunum 9. til 11. mai. Tveir dystir eru hvønn dagin, og
tvey altjóða dómarapør skulu døma hesar. Annað av
pørunum er altso føroyska altjóða parið, sum við hesum
fær tríggjar altjóða dystir at døma.
- Tað gjørdi eisini
avgerðina lættari, at
Tony Paris ikki longur
er venjari í KÍ. Eg kom
við honum til Føroya,
og tað var eitt sindur
trupult, tá hann ikki
var í umhvørvinum,
sigur Paul Clapson,
sum longu hevur
gjørt vart við seg í
íslendskum fótbólti
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Dagurin er 21. oktober,
2007. Í einum týdningaleys-
um dysti á næst seinasta
leikdegi í Formuladeildini
vitja klaksvíkingar í Gunda-
dali, har HB tekur ímóti.
Við máli av Símuni Joensen
eru gestirnir úr Klaksvík á
sigurskós,
nú
seinni
hálvleikur er hálvrunnin.
Rókur av Fløtum Jespersen
hevur bóltin á egnari hálvu
og setir ferð á. Í eini roynd
at steðga vandamikla skjó-
álopinum tveitir Paul Clap-
son seg í glíðandi takkling,
og Jespersen fer um koll.
Páll Augustinussen, dómari,
ivast ikki. Reytt kort og far-
væl. Fyri einum árum síðan
var hann mest elskaði
»klaksvíkingur« í Gunda-
dali, men nú rópa og geyla
fjepparnir hjá HB eftir
honum. Eitt farvæl til ein
av størstu persónligheitun-
um í føroyskum fótbólti
seinnu árini.
Søgan um Paul Clapson
er øðrvísi enn tær flestu í
fótbóltsheiminum. Málmað-
urin, sum gjørdist málrevur
í føroyskum fótbólti, takk-
aði um ársskiftið fyri seg í
Klaksvík, og í leiklutinum
sum framherji hevur hann
longu skotið seg í hjørtuni
á fjepparaskarðanum hjá
Afturelding, sum spælir í
næst bestu deildini í Íslandi.
Stóri og vælbygdi onglend-
ingurin við tiltikna hárinum
fekk ongantíð sagt veruligt
farvæl við klaksvíkingar, tá
hann var útvístur í dystinum
móti HB.
Eks-daman í Føroyum
Tað var upprunaliga sum
málverji, at Paul Clapson
kom til Føroya í 2006. Tony
Paris hevði undan kappingar-
Trupult uttan Tony Paris
Málið á Eiði, sum gjørdi HB til meistara, fekk ilt í nógvar klaksvíkingar. Og í øllum førum var Clapson tann dagin mest elskaði klaksvíkingurin í Havn