Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 72 - 15. apríl 2008 Heini var aftur toppskjútti Hóast mansvardur, so varð Heini Hanusarson við fimm málum toppskjútti, tá Elite 3000 Helsingør sunnudagin staðfesti, at teir eisini eru partur av næst bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár. Helsingør skuldi hava minst eitt stig, um teir skuldu sleppa undan at spæla upp- og niðurflytingardyst, og við 24-19 sigri á Lyngby eydnaðist hetta eisini. Tað verður tó uttan føroyska stórskjúttan, at Helsingør skal royna seg komandi kappingarár. Tá fer Heini til Ajax Heroes, sum júst hevur tryggjað sær uppflyting til fremstu donsku hondbóltsdeildina. Obi hevur betrað seg Tá Skála í fjør fekk Okeke Obele Onyebuci – Obi – í hópin, roknaðu tey flestu við, at hann var maðurin, sum skuldi skjóta Skála uppeftir. Tvey mál í Gundadali var tó alt, sum tað gjørdist til í Formula-deildini, men longu nú hevur áleyparin vaskað hetta burtur. Málini, sum Obi skoraði móti KÍ sunnudagin, vóru næsta og triðja Formula-máli hetta kappingarárið. Og sambært tí, sum Obi segði við Sosialin og Rás2 eftir dystin, so var hetta bara byrjanin. byrjan varnast dugnaligu evni hansara millum steng- urnar, tá hann hevði eygleitt eina kapping í USA. Tá Formuladeildin fór av bakkastokki var tað tó sum framherji, at hann gjørdi vart við seg. Saman við Christian Lundberg var hann toppskjútti hjá KÍ við 12 málum. Hóast tíðin í Klaksvík er liðug á hesum sinni, so er hann týðiliga rørdur, tá hann greiðir frá frálíka tíðar- skeiðnum í norðuroyggj- um. - Eg varð brýndur til fram- herja, og eg eri sera glaður fyri ta avgerðina hjá Tony Paris. Eg eri stoltur av mín- um avrikum í Djúpumýru. Eg havi heldur ikki slept Føroyum heilt, tí mín føroyski hundur er við mær her í Íslandi. Tað er torført at seta orð á kenslurnar, sum eg havi fyri KÍ nú: Tað er sum ein eks-dama. Eg fekk ongantíð veruliga møguleikan at siga farvæl við fjepparnar, tí eg var leik- bannaður í seinasta umfarin- um. Eg var sera keddur um ta avgerðina hjá dómaran- um. Eg hevði fyrireikað meg til eitt gult kort fyri hasa takklingina. Og soleið- is var altíð. Eg kendi tað ofta sum, at dómararnir hildu serliga eitt vaki eyga við mær á vøllinum. Teir bíðaðu altíð eftir møguleik- anum at geva mær eitt kort, sigur fyrrverandi málrevurin í Klaksvík. Clapson var sum yngri ofta settur at spæla fram- herji, tí liðið longu hevði ein dugnaligan málverja. Paris ein orsøk Gitingarnar vóru sera nógv- ar um framtíðina hjá Paul Clapson, tá kappingarárið í fjør nærkaðist endanum. Hóast framherjin í føroysku miðlunum segði seg elska Klaksvík og KÍ, so kom tað ikki óvart á fótbóltsáhugaðar føroyingar, at hann flutti av landinum. At valið so fall á Afturelding var alt annað enn væntað. - Eg hevði tørv á eini útskifting. Mær dámdi sera væl í KÍ, og tað vóru eingir trupulleikar í Klaksvík, sum fingu meg hagar. Eitt sera gott tilboð stóð mær í boði, og eg ivaðist so at siga ongantíð. Eg skjeyt ikki so nógv mál í Føroyum, sum eg vildi, og tí føldi eg, at eg mátti víðari. Eg var bjóðað- ur til royndarvenjingar í Noregi, og fyrispurningar vóru eisini frá føroyskum feløgum. Eg hevði lovað leiðsluni í Afturelding, at eg spældi við teimum í hes- um kappingarárinum, og tí fór eg ikki í samráðingar við onnur feløg. Tað gjørdi eisini avgerðina lættari, at Tony Paris ikki longur er venjari í KÍ. Eg kom við honum til Føroya, og tað var eitt sindur trupult, tá hann ikki var í umhvørvin- um. Metti tú, at tað var rætt, at KÍ segði farvæl við Tony Paris? - Hann er ein frálíkur venjari, og mær dámdi hann sera væl. Eg var heldur ikki tann einasti í hópinum, sum var av tí sannføring. Eg vildi fegin, at hann varð ver- andi. Tað vóru helst trupul- leikar, sum vit leikarar ikki vistu um, ið fekk hamarin at fella hjá leiðsluni. So eg kann ikki veruliga siga, um tað var rætt ella skeivt. Eg havi framvegis samband við Paris, og eg fái ofta teldupostar frá honum, har hann spyr, hvussu tað gongst mær og tílíkt, sigur Paul Clapson í horninum úr Íslandi. Onglendingurin hevur í fyrstu syftu gjørt avtalu við felagið galdandi til í summ- ar. Um hann trívist og gongst honum væl, er sann- líkt, at hann heldur fram í komandi kappingarári eis- ini. Sama sum Føroyar Tað eru nú tríggir mánaðir síðan, at Clapson flutti til Ísland og íslendskan fótbólt. Onglendingurin hevur sein- astu tvey árini verið ein av ímyndunum á liðnum hjá KÍ, og longu nú er líkt til, at hann verður ein av undan- gongu monnunum hjá Aftur- elding í hesum kappingar- árinum. Seks mál í trimum skrásettum dystum er held- ur ikki smávegis. Clapson stórtrívist í grannalandi okkara. - Hetta er fantastiskt. Tað minnir sera nógv um Før- oyar – eisini fótbóltsspælið. Hóast vit eru í næstbestu deildini, so hava vit í venjingardystum givið teim- um bestu liðunum í landin- um skarpan gang. Eg eri sannførdur um, at hetta liðið hevði staðið seg mill- um fimm tey bestu í For- muladeildini. Á einum góð- um degi høvdu vit vunnið á HB og B36 eisini. Felagið er sera proffesionelt og hugsar sera nógv um leikar- arnar. Hjá mær ræður fyrst og fremst um at skjóta mál, og eg ætli mær eisini at verða toppskjútti í deildini. Tað, sum er mest umráðandi, er, at felagið flytur upp, staðfestir Paul Clapson. Seinasta vikuskiftið vann Afturelding stórsigur í kapp- ingini um Leinkjubikari. Á heimavøllinum vunnu Clap- son og liðfelagarnir heili 9- 2 á Sindri, og fimm ferðir var fyrrverandi KÍ-fram- herjin á blettinum. Meistaraskapurin til HB »Paul! Kom her, tú skal hava ein snaps aftrat. Tað hevur tú uppiborið!« Tað er veruliga lív í HB- húsinum. Púra óvæntað hevði havnarfelagið á síðsta leikdegnum – 21. oktober, 2006 – tryggjað sær 19. meistaraheitið í søgu felagsins. Millum gestirnar í stóru veitsluni í Gundadali er Paul Clapson. Ein »klaks- víkingur«. Fjeppararnir hjá havnarfelagnum kunnu ikki bíða við at takka honum stórliga. Fyrr á degnum hevði júst Paul Clapson staðið fyri einsamalla málinum, tá KÍ vitjaði á Eiði. EB/Streymur skuldi einans hava stig úr dystinum fyri at gerast før- oyameistari. Gestirnir fóru við øllum, og tá HB vann á fuglfirðingum, endaði havn- arfelagið enn eina ferð á ovastu rók í føroysku kappingini. - Tað kom fyri, at klaks- víkingar komu til mín og spurdu, hvat ólukkan eg hevði gjørt. Eg kundi ikki verða rættsiktaður, sambært teimum. Men tað var ein av bestu og stuttligastu løtun- um hjá mær, meðan eg var í Føroyum. Eg gloymi ongan- tíð tað kvøldið – at síggja, hvussu nógv hetta hevði at týða fyri HB. Eg var í øllum førum mest elskaði »klaks- víkingur« hjá teimum hend- an dagin, minnist hann brosandi aftur á. Aftur til Føroya Paul Clapson harmast stór- liga um, at tað ikki eydnaðist honum at vinna eitt gull- heiðursmerki til Klaksvíkar. Møguleikin var serliga í 2006, men í steypafinaluni endaði B36 omaná. Tað er tó ikki óhugsandi, at Clapson í framtíðini fer at rópa seg føroya – ella steypavinnari. Hann kundi væl hugsa sær at vent aftur til Føroya. - Sjálvsagt. Tað er stórur møguleiki fyri tí. Mær dámdi sera væl, og tað hevði verið stuttligt at flutt aftur. Eg havi framvegis samband við nógvar føroy- ingar, og tað ætli eg mær eisini komandi tíðina. Verður tað aftur í Klaks- vík og Djúpumýru, at tú fer at hava tín gerandisdag? - Tað er torført at siga. Eg sakni veruliga atmosferðina, nærdystirnar og løturnar, har eg fegnist um málini. Um KÍ eru áhugaðir, so tosi eg fyrst við teir. Eg hevði verið stoltur av at latið meg í bláu troyggjuna aftur. Men nú fáa vit at síggja – tað var í øllum førum øðrvísi, nú Paris ikki var har longur, sigur Paul Clapson. Navn: Paul Clapson Føddur: 20. mars, 1983 Tjóðskapur: Ongland Pláss: Framherji Felag: Afturelding, Ísland FAKTA Tað var sum málverji, at Clapson kom til Føroya. Men evnini sum áleypari vóru eyðsýnd, og tað vóru eisini hesi, sum bankaðu navn hansara fast í Klaksvík