Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 72 - 15. apríl 2008 ] Bert hálvt stig til FM Níggjunda og næst­­seinast­­a um­far í liðkapp­ ingini í t­­alvi varð leikt­­ sunnudagin. Vest­­m­enningar skulu nú bert­­ hava eit­­t­­ hálvt­­ st­­ig fyri at­­ ogna sær FM heit­­ið fyri lið 2008. Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Vestmenningar hava vunnið allar sínar dystir, og dyst­ urin móti Sandavági gjørd­ ist einki undantak. Á fyrsta borði hevði Olaf Berg úr Sandavági hvítt móti John Rødgaard. Teir tóku javnleik í einari fløktari støðu, har John hevði finnu meir, men Olaf hevði meir rásarúm. Carl Eli dró ein tryggan sigur heim til vestmenningar á øðrum borði móti Torkili Nielsen, meðan Martin Brekká bert megnaði ein javnleik á triðja borði móti Rógva E. Nielsen, hóast Martin hevði finnu meir í endatalvinum. Á fjórða borði setti Samson Højgaard úr Vestmanna unga Jón Gregersen uppá pláss við fýrverki og offrum, so tað stóð eftirí. Harvið gjørdist tað ein væl uppiborðin 3­1 sigur til vestmenningar. Klaksvíkingar dragnaðu Kravið til klaksvíkingar var ein stórsigur, sum ikki var sørt órealistiskt, tá hugsað verður um, at nýklakti føroyameistarin Helgi D. Ziska sat við hvítum á ørðum borði hjá Havnini. Á fyrsta borði setti Martin Poulsen ongantíð støðu sína í vanda fyri Havnina móti Heina Olsen, og endaði drúgva talv teirra við javnleiki. Helgi D. Ziska vísti ómetaliga styrki, og hóast Steintór Rasmussen royndi, tað hann var mentur, so megnaði hann ikki at halda 17 ára gomlu bjørnini aftur. Á triðja og fjórða borði vunnu Ólavur og Finnbjørn tryggar sigrar móti ávíkavist Herlufi Hansen og Hjalta T. Jógvanssyni, og sostatt vunnu klaksvíkingar ein veikan 2½­1½ sigur. Vestmanna niður aftur Botndystur var millum annað liðið hjá Vestmanna og annað liðið hjá Klaks­ víkini, so sigast kann, at kríggjast varð í báðum end­ um. Her vann Klaksvík 3½­ ½, og førdi hetta við sær, at annað liðið hjá Vestmanna ikki longur kann bjarga sær í bestu deildini, men má komandi ár telva í aðru deild. Sensatión skal til Toppdystur verður seinasta umfar, tá fyrsta liðið hjá Klaksvíkini møtir fyrsta liðið hjá Vestmanna. Kravið til verandi føroyameistar­ arnar úr Klaksvík er ikki minni enn ein 4­0 sigur fyri at endurvinna FM heitið. Leggjast kann afturat, at klaksvíkingar ikki kunnu missa annað plássið, so hóast harða kravið, kann væntast eitt spennandi síðsta umfar. Avgjørt í unglingadeildini Klaksvíkin hevur longu vunnið føroyameistara­ heitið fyri unglingar. Eisini her eru tað Klaksvíkin og Vestmanna, ið berjast um oddin, men hóast Vestmanna kann koma ájavnt við klaksvíkingar við einum 4­ 0 sigri, so hevur Klaksvíkin fleiri vunnar dystir, ið er avgerandi. Onnur og triðja deild Kappingin um uppflyting er ikki avgjørd enn. Í aðru deild førir Havnin 3 við trimum stigum frammanfyri Kollafjørð. Kollafjørður vann 3­1 á Havnini 3 í vikuskiftinum, og tí er kravið hjá Havnini 3 at fáa 1½ stig í síðsta umfari fyri at tryggja uppflytingina. Ì triðju deild vann Rókur fyrsta finaludystin, so ein javnleikur tann seinna dystin er nóg mikið hjá teimum at flyta upp í aðru deild. Støðurnar eftir 9. Umfar 1. deild Vestmanna 29,5 Klaksvík 1 26,5 Sandavágur 17,5 Havnin 17,0 Klaksvík 2 12,5 Vestmanna 2 5,0 2. deild Havnin 3 23,0 Kollafjørður 20,0 Toftir 18,0 Klaksvík 3 17,0 Havnin 2 16,0 Sandavágur 2 14,0 3. deild Cup­skipan 1­2 pláss Rókur 2,5 Gøta 1,5 3­4 pláss Vestmanna 3 3,5 Skopun 0,5 5­6 pláss Sandavágur 3 3,5 Havnin 4 0,5 7­8 pláss Vestmanna 4 4,0 Klaksvík 4 0,0 Unglingar Klaksvík 19,0 Vestmanna 15,0 Rókur 14,5 Havnin 14,0 Sandavágur 9,5 Saman um kappróðurin Róðrarfelagið Knørrur í Havn og SÍF í Sandavági ganga nú eina fríska leið innan kappróður og hava skipað fyri felags venjingarlegu um viku­ skiftið. Legan varð hildin í skúlanum á Giljanesi frá fríggjakvøldinum til sunnudagin seinnapart, og rógvarar í báðum feløgum lata sera væl at tiltakinum. Umstøðurnar vóru eisini heilt framúr. Inni varð vant í ítróttarhøllini á Giljanesi, og úti varð sjálvandi róð á Sørvágsvatni, ið er sum skapt at rógva á. Feløgini halda, at umframt ítróttarligan og menniskjaligan vinning skapa slík tiltøk tann rætta glaða andan kring tjóðarítróttin, og felags venjingarlegan í vikuskiftinum eydnaðist so mikið væl, at avgerð er longu tikin um at hava tílíka legu aftur næsta ár. Súni skoraði í Viborg-tapi Føroyski landsliðsleikarin, Súni Olsen, skeyt í gjárkvøldið sítt fyrsta mál fyri Viborg, tá ið hann skoraði einasta málið hjá teimum í 1­3 tapinum fyri AC Horsens. Viborg hevur stórar trupulleikar við at vinna seg úr botninum á Super­ liguni. Í gjárkvøldið tóku teir ímóti AC Horsens, men tað byrjaði sera illa hjá Viborg, sum eftir bara fýra minuttum var aftanfyri 0­2. Stutt fyri hálvleik sló Súni Olsen til, og við einum frálíkum máli minkaði hann um munin til 1­2. Í seinna hálvleiki kom eitt mál, og hetta átti AC Horsens. 1­ 3 ósigurin í kvøld førir við sær, at Viborg framvegis er seks stig undir niðurflytingarmarkinum. Form­ula­liðið Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarunum, sum stóðu seg best í 3. umfarinum av Formula-deildini liðið Tórur Thomsen (NSÍ) Fróði Benjaminsen (HB) Egil á Bø (EB/Str.) Róaldur Jacobsen (B36) Jann Ingi Petersen (B68) Frank Poulsen (ÍF) Hendrik Rubeksen (HB) Áki Petersen (ÍF) Poul Thomas Dam (HB) Obi (Skála) Arnbjørn Hansen (EB/Str.) Fyrsta FM heitið fyri lið, sum var fyri unglingar, fór til Klaksvíkar