Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. apríl 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 15. apríl 2008 27 lýsingar Alfa Pilot til sølu Við hesum verður »Alfa Pilot«, P 955 Klaksvík, lýstur til sølu. »Alfa Pilot« er bygdur í 1974 á Fjellstrand A/S í Noregi. Báturin er bygdur úr aluminium. Longdin er 12,19 m, breiddin 4,40 og dýbdin 2,10. Báturin er merktur 17 BT og 5,10 NT. Báturin hevur 2 maskinur, Detroit Diesel, á 245 HK hvør. Motorarnir eru høvuðsumvældir í 2000 og 2005. Báturin hevur annars í 1999 fingið munandi ábøtur og er í dag góðkendur at sigla við 25 ferðafólkum. Útgerðin umborð er henda: Komplett bjargingarútgerð til 25 ferðafólk, herundir 2 bjargingarbátar, 2 radarar, 1 plottari, ekkolod, radioútgerð, fartelefon og góðkenda ISM-skipan. Nærri fæst at vita við at venda sær til Christian Andreasen, adv. á 211145. ADVOKATSKRIVSTOVAN Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Jens Andrias Vinther, adv. Aksel V. Johannesen, adv. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo LÝSING um matrikulering av uppfyltum sjóøki, matr. nr. 344 í Kollafirði Til tess at matrikul og tingbók kunnu verða rættað er neyðugt við eigindómsdómi. Í hesum sambandi hevur Umhvørvisstovan vent sær til Løgmálaráðið, sum í skrivi dagf. 27. mars 2008 hevur givið Umhvørvisstovuni loyvi til nýmatrikulering av matr. nr. 344 í Kollafirði sambært grein 38 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962. Boðað verður tí til fundar á Umhvørvisstovuni, Traða- gøta 38 á Argjum, týsdagin 29. apríl 2008 kl. 10.00 at viðgera málið um ognarrættin til lendið. Tá eigindómsskráin er fullfíggjað, verður matrikulin sendur løgmálaráðnum, ið við almennari stevning leggur sak við Føroya rætt móti øllum og einum, ið hava mótmæli móti tí gjørda matrikli, og at teir í honum lýstu eigarar verða skrivaðir í tingbókina sum eigarar av óheftum eigindómi. Rættarmálið verður havt í rætti allar vanligar tingdagar, frá tí degi stevningin fyrstu ferð er lýst, og til stevnu- freistin er farin. Tórshavnar býráð skal velja tveir mans at hjálpa Umhvørvisstovuni at greiða eigindómsviðurskiftini. Umhvørvisstovan, tann 10. apríl 2008 Heygsvegur 30 P.O. Boks 197 FO-110 Tórshavn Tlf. 31 69 10 Fax 31 81 19 TRIV SP/F Starvsfólk til TRIV Til verkstað okkara sóknast vit eftir starvsfólki til umvæling av traktorum, sláimaskinum og øðrum landbúnaðarmaskinum. Tað er sjálvandi ein fyrimunur, um tú ert t.d. landbrúksmekanikari, maskinsmiðjur e.l., men hevur tú fingið tín lærdóm av egnum royndum, so ert tú vælkomin at søkja, tí vit vilja fyrst og fremst hava fólk við røttu evnunum. Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum ella send okkum nøkur orð um teg sjálvan. Føroya Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar · FO-188 Hoyvík Telefon 312973 · Telefax 318624 Vaskifólk til Føroya Studentaskúla og HF-skeið Søkt verður eftir vaskifólki at vaska á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði at byrja beinan- vegin. Vit leggja dent á, at fólkið, ið sett verður er raskt, álítandi og nærlagt í sínum arbeiði. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú ert von/vanur við vaskiarbeiði á einum arbeiðsplássi. Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnu- felag. Talan er um tvey part-tíðarstørv, sum umfata ávikavist 3 og 4 arbeiðstímar um dagin, tá skúlagongd er. Starvið er tímalønt at byrja við, men kann gerast fastlønt eftir ásetta royndartíð. Ein persónur kann søkja allar tímarnar. Arbeiðstíðin er eftir 14.30 seinnapartar. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Holgar Johansen, vaskileiðara, fartelefon 214613. Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum skulu sendast skjótast gjørligt til e-post skrivstovan@hoydalar.fo ella við posti til Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Sanatoriivegur 1, 188 Hoyvík. Ekspetrisa / ekspedientur Vit sóknast eftir ekspetrisu/ekspedienti, sum feriuavloysara at byrja 13. mai. Arbeiðið er sjálvstøðugt. Ein, ið hevur arbeitt í klædnahandli áður, hevur góðan fyrimun. Løn (góð) sambært avtalu. á Hálsi · tlf. 21 72 10