fríggjadagur 29. juni 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 122 - 29. juni 2001
Nr. 122 - 29. juni 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
– Veruligur vandi er
fyri, at nøkur børn
detta niður ímillum,
soleiðis sum føroyski
fólkaskúlin er í dag.
Verða smærri
skúlaeindir gjørdar til
børn við trupulleik-
um, fáa hesi møgu-
leika at læra nakað.
Tað gevur teimum eitt
innihald í lívinum,
sum lættir um trupul-
leikar teirra, sigur
Hans Eli Dahl, virk-
andi stjóri á Sernáms-
deplinum
BØRN OG
HARÐSKAPUR
Turið Kjølbro
Føroyski fólkaskúlin, sum
skal eitast vera fyri øll, hev-
ur lítið rásarúm til børn,
sum hava serligan tørv.
Nýggja fólkaskúlalógin er
ikki gjørd við atliti til hesi,
sum hava ein serligan tørv,
hóast hon leggur dent á, at
frálæran skal taka støði í
einstaklinginum.
Lógin
leggur í stóran mun upp til
verkætlanar- og bólkaar-
beiði, at næmingurin ar-
beiðir sjálvstøðugt og at
lærarin ráðgevur í hesum
sambandi.
Atferðartrupul børn, sum
vit hava viðgjørt í blaðnum
hesa vikuna, hava ilt við at
klára seg í skipaðum sam-
starvi.
– Felags fyri børn, sum
hava atferðartrupulleikar,
er, at tey eru ógvuliga illa
fyri, tá ið tað kemur til
sjálvstøðugt arbeiði og at
samstarva, sum nýggja lóg-
in leggur upp til, sigur
Hans Eli Dahl, virkandi
stjóri á Sernámsdeplinum.
Hóast bólkaarbeiði ikki
er nýtt innan skúlagátt, var
fólkaskúlalógin, ið var í
gildi undan teirru nýggju,
uppá nógvar mátar øðrvísi.
Undirvísingin varð løgd til
rættis eftir sama leisti sum
altíð og børnini vóru ong-
antíð í iva um, hvussu
skúladagurin fór at vera.
– Í slíkum samanhangi
klára børn, sum hava serlig-
an tørv, seg betur, sigur
Hans Eli Dahl.
Sambært nýggju lógini
skal undirvísingin taka
støði í hvørjum einstøkum
barni. Til tað krevst, at lær-
arin dugir at geva næming-
inum uppgávur og avbjóð-
ingar til førleikastigið hjá
viðkomandi, men sum kort-
ini er í tráð við tað, hini í
flokkinum takast við.
– Men tað er lættari sagt
enn gjørt. Tað er ikki minni
torført eftir nýggju lógini,
sum leggur so stóran dent á
arbeiði í bólki. Tí er ein
veruligur vandi fyri, at nøk-
ur børn detta niður ímillum.
Tey mistrívast í skúlanum
og koma í eina ónda ring-
rás, sigur Hans Eli Dahl.
At børnini fakliga ikki
klára at fylgja við í skúl-
anum, ger, at trupulleikar
teirra verða verri.
– Tað er ikki grundleggj-
andi orsøkin til atburðin,
men virkar við til, at at-
burðurin verður trupul.
Nógvar orsøkir
Hvør orsøkin er til, at nøk-
ur børn á henda hátt detta
niður ímillum, eru fleiri
meiningar um. Tosað verð-
ur um íbornar orsøkir, tað
vil siga viðføddar neuro-
logiskar og biologiskar or-
søkir, umframt sosialar or-
søkir.
– Tað kann hava nakað
við menningar- og persón-
leikafrávik at gera. Í teim
ringastu
dømunum
vit
kenna í Føroyum, er niður-
støðan eftir kanningar, og
sálarfrøðiligar og læknalig-
ar útgreiningar tann, at tað
er eitthvørt í barninum
sjálvum sum ger, at tað fær
atferðartrupulleikar. Hvat
tað er, vita vit ikki.
Uttan mun til, hvør or-
søkin er, vísa eyðkennini
seg nøkulunda eins, tó í
størri og minni mun.
– Tað eru børn, sum mest
eru órógvandi fyri seg
sjálvi, og so eru tað onnur,
sum í størri mun órógva
onnur. Umframt eru tað tey,
sum gerast harðlig, brúka
makt og fáa berserkara-
gongd. Nøkur missa vitið í
berserkaragongdini og fáa
herðindi, og siga aftaná, at
tey vistu ikki, hvat tey
gjørdu.
Sernámsdepilin
hevur
ikki fingið nakra læknaliga
frágreiðing, hví talið á
børnum, sum fáa ein ógv-
usligan og harðligan atburð
heima og í skúlanum, veks-
ur í tali seinnu árini.
– Tað er eitthvørt uppi í
tíðini, men hvat veit eg í
grundini ikki nágreiniliga.
At nógv foreldur ikki hava
stundir at taka sær av sínum
børnum og tey ganga fyri
vág og vind og føla seg for-
sømd, kann vera ein orsøk.
Men vit síggja jú eisini, at
nógv børn, sum fáa ein
truplan atburð, koma úr
heimum, har tey hava tað
gott uppá allar mátar.
Tá ið Hans Eli Dahl sipar
til tíðina, vit liva í í dag,
hugsar hann um krøvini,
sum verða sett til okkum
øll.
– Onkusvegna kenna
børnini á sær, at tey hóska
ikki inn í kravmynstrið. Tey
føla, at tey røkka ikki til.
Samskifti og samstarv
Skúlarnir hava skyldu til at
boða frá, tá børn fremja
harðskap á skúlanum ella í
aðrar mátar hava eina hótt-
andi atferð. Men ov long tíð
gongur frá tí ein ógvusligur
tilburður er farin fram, til
Sernámsdepilin frættir um
hann, sigur Hans Eli Dahl.
– Fyri at finna út av, hvat
í veruleikanum fer fram og
hvat liggur aftanfyri ein
slíkan tilburð, skal eitt stórt
útgreiningararbeiði
til.
Hetta krevur, at fólk á skúl-
unum, eitt nú serlærarar,
hava innlit í hesi viðurskifti
og kenna mannagongdir til
at útgreina slíkt. Ein sálar-
frøðingur má vera við líka
frá byrjanini.
Tað eru foreldrini sum
saman við skúlanum og
ráðgevingini við einum sál-
arfrøðingini, sum eru best
før fyri at meta um, hvat
barninum bagir og hvørja
hjálp tað tørvar.
– Hetta er ein rættiliga
drúgv og krevjandi prosess,
ikki minst tí tað mangan
snýr seg um at semjast um
tað sum fer fram, sigur
Hans Eli Dahl, sum av
royndum veit, at samskiftið
millum foreldur og skúla
mangan haltar í langa tíð, tí
bæði hava lyndi til at geva
hvør øðrum skyldina.
Lítið rásarúm til børn við
serligum tørvi
– Vistu vit, at undirtøka fekst
fyri eini skilagóðari
verkætlan, høvdu vit ikki
drálað við at gjørt eitt
tilmæli til myndugleikarnar.
Øvugta støðan ger, at vit ikki
biðja um nakað, um vit ikki
vita frammanundan, at
pengarnir ikki fylgja við,
sigur Hans Eli Dahl,
virkandi stjóri á
Sernámsdeplinum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Ov lítil orka
Ov fáir lærarar við serút-
búgving eru á føroysku
skúlunum, eingin sálar-
frøðingur er knýttur at
nøkrum skúla, og á Ser-
námsdeplinum, sum varðar
av
øllum
børnum
í
Føroyum í aldrinum 0 til 18
ár,
eru
bert
tveir
sálarfrøðingar.
– Almannaverkið eigur
hava nóg mikið av fakfólki,
herundir sálarfrøðingar, og
sjúkrahúsverkið eigur eis-
ini at hava eina munadygga
barnapsykiatriska tænastu.
Familjan hjá einum barni
við atferðartrupulleikum er
mangan so illa fyri, at hon
má fáa almennan stuðul
upp á ein ella annan máta.
Tað er sera umráðandi, at
innsatsurin til barnið hong-
ur saman og at tikið verður
um alla heildina. Serliga at-
ferðartrupul børn tørvar
terapeutiska viðgerð av
sálarfrøðingi og tað tekur
oftast langa tíð.
– Samstarvið millum
skúlaverkið og almanna-
verkið í dag er alt ov stívt
og avmarkað av óhepnum
reglum. Hetta er avgjørt ein
forðing í okkara arbeiði.
Allur bati bøtur
Áðrenn eitt sertilboð til
børn við atferðartrupulleik-
um og til børn, sum annars
ikki klára seg í einum van-
ligum skúla, verður veru-
leiki, eigur orka beinanveg-
in at verða sett inn í skúl-
arnar til einstaka barnið,
sum tørvar hjálp. Eitt nú
soleiðis, at ein lærari burtur
av kann taka sær av einum
næmingi annað hvørt inni í
flokkinum ella uttanfyri,
heldur Hans Eli Dahl.
– Hesar tímarnar hava vit
ikki uttan víðari til taks.
Sernámsdepilin
ræður
yvir eini kvotu av tímum til
serligan tørv, sum Menta-
málastýrið á hvørjum ári
setur talið á. Hetta eru tím-
ar til øll børn í føroyska
skúlanum. Menningartarn-
að, rørslutarnað, næmingar
við atferðartrupulleikum
og serligum innlæringar-
trupulleikum.
Skúlarnir
søkja hvørt ár tímar, og
verða allir tímarnir lutaðir
út eina ferð um árið, eru
ongir eftir til serligar
støður, sum kunnu stinga
seg upp í skúlaárinum. Í ár
hevur Sernámsdepilin søkt
um gott og væl 2500 tímar,
men hevur fingið slakar
1200 tímar, sum er nøku-
lunda sama tal sum í fjør.
– Allar umsóknirnar um
tímar til serligan tørv eru
væl grundaðar og rímiligar,
men vit hava verið noydd at
lúka burtur úr. Eingin skúli
hevur fingið tað sum sókt
er um. Onkur skúli hevur
bara fingið ein triðing.
Ein gongd leið at finna
fram til eitt nýtiligt ser-
skúlatilboð, er í fyrsta um-
fari at veita eitt størri tal av
tímum til serligan tørv.
– Í Havn hevur tankin um
at gera ein flokk til hesar
næmingar verið frammi, og
tað er eitt gott hugskot. Í
einum minni bólki við 6-8
næmingum og trimum lær-
arum er lættari at leggja
undirvísingina til rættis. Tá
fáa børnini veruliga møgu-
leika at læra nakað, tað er
gott fyri sjálvsálitið og tað
gevur teimum eitt innihald
í lívinum, sum ger, at trup-
ulleikar teirra fána eitt
sindur. Endamálið skal
ongantíð vera at avbyrgja
næmingarnar, men heldur
at hjálpa teimum inn í eina
positiva ringrás. Yvirorn-
aða málið skal vera at
hjálpa teimum at samstarva
við onnur.
Tung skipan
Ivamálið um, hvør skal
fíggja skúlagongdina hjá
hesum næmingum, um tað
er av kvotuni hjá Sernáms-
deplinum til tímar til ser-
ligan tørv ella av játtanini
hjá hvørjum einstøkum
skúla, ger, at eingi útlit eru
til, at ein serflokkur verður
stovnaður í bræði.
– Eftir okkara tykki eigur
ein slíkur flokkur at vera
ein partur av skúlaskipan-
ini. Tað er avmarkað, hvat
vit kunnu mæla myndug-
leikunum til í hesum sam-
bandi, tí játtanin til Ser-
námsdepilin er avmarkað.
Mæla vit til, at eitthvørt
verður gjørt, kunnu vit
rokna við, at tað skal gerast
innan fyri verandi játtan.
Stovnurin fær alla tíðina
fleiri uppgávur, men játtan-
in er hin sama. Játtanar-
skipanin er ógvuliga tung
og í grundini køvandi.
Vistu vit, at útlit eru til, at
undirtøka fekst fyri eini
skilagóðari
verkætlan,
høvdu vit ikki drálað við at
gjørt eitt tilmæli til mynd-
ugleikarnar. Øvugta støðan
ger, at vit skulu ikki biðja
um nakað, um vit ikki vita
frammanundan, at peng-
arnir ikki fylgja við, sigur
Hans Eli Dahl.
Skjót hjálp er góð hjálp,
men sum útlitini eru á Ser-
námsdeplinum í dag, bíða
børn í alt ov langa tíð, áðr-
enn tey kunnu koma til sál-
arfrøðing ella kanning. Í
dag bíða um hálvt hundrað
børn eftir at koma til van-
liga sálarfrøðiliga kanning,
og bíðitíðin er hálvt ár til
eitt ár. Stovnurin hevur í
fleiri ár víst á tørvin uttan
at hann hevur fingið størri
játtan til at seta fleiri fólk.
C
M
Y
K
11
10
Innihaldið úr reinsi-
brunnunum á Gján-
oyri verður brúkt til
mold í Svínáhaganum
hinumegin Sunda-
lagið
ENDURNýTSLA
Edvard Joensen
Svínáir: Beint norðan fyri
Kross millum Svínáir og
Ljósá er ein gravimaskina í
ferð við at leggja rottanga-
evju út á helluna. Ætlanin
er, at hellan skal gerast til
grønan haga um eini tvey
ár.
Túrurin er eitt sindur
drúgvur, áðrenn grasið fer
at vaksa á helluni millum
Kross og Líknir. Men tá
liðugt er, kann sigast, at
helst eingin hevur gjørt tað
lort. Heldur tvørurímóti.
Tað byrjaði við, at onkur
onkunstaðni í økinum hjá
IRF trongdi til at loysa sær
buksurnar. Farið varð á wc
og skolað niður í rottangan,
tá liðugt var.
Síðan lá tað, sum farið
var, í tanganum og bíðaði
eftir bilinum, sum kom at
tøma tangan.
Tangabilurin tømdi so alt
aftur í reinsabrunnin í grót-
brotinum á Gjánoyri, har
tað fór í gjøgnum eina
blandimaskinu, meðan kálk
varð latið í alla evjuna.
Síðan lá tað í hesum reinsi-
tanganum og fór í gjøgnum
eina kemiska prosess, til
PH virði lá oman fyri 12,
og avfallið var púra reinsað
fyri bakreriur.
Tá alt hetta var av eini
tvey ár eftir, at evjan var
komin í reinsitangan, varð
hon tikin upp aftur og flutt
við lastbili yvir um Sundið
og stroydd út eftir helluni
norðan fyri Kross.
Gravkúgvin slættar til-
farið út eftir helluni, og
síðan verður grasfræ sátt í.
Økið er avhegnað, og skal
verða tað í hálvtannað ár
ella so, áðrenn latið verður
uppaftur, so seyðurin slepp-
ur at royna grasið, sum fer
at vaksa har, sum hella áður
hevur verið.
Ingvard
Fjallstein
á
brennistøðini hjá IRF í
Leirvík sigur, at her er farið
fram eftir teimum reglum,
sum galdandi eru. Øll loyvi
eru fingin til vega fyri at
gagnnýta evjuna úr rottang-
unum til haga í Svínáum.
Hann sigur, at loyvini eru
latin av Heilsufrøðiligu
Starvstovuni, eins og eigar-
arnir av haganum hava játt-
að at brúka økið.
Vanliga er kravið, at slíkt
øki skal liggja avhegnað í
eitt ár, áðrenn tað verður
latið uppaftur, sigur Ing-
vard Fjallstein. Men í hes-
um førinum hava teir avrátt
við eigararnar at lata økið
liggja í hálvtannað ár, so-
leiðis at tað verður friðað
eitt summar aftrat.
Hetta er ikki nakað, sum
nýliga er íkomið, soleiðis at
enduvinna tað, fólk kasta
av sær. Fyrr hevur tað verið
brúkt á tyrvingarplássunum
hjá IRF,sigur Ingvard Fjall-
stein. Men tey eru fækkað
so nógv nú, at aðrir møgu-
leikar máttu finnast. Og
hesin var so ein, sum allir
partar tykjast nøgdir við,
sigur hann.
At mold skal
tað verða