mikudagur 16. apríl 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 73 - 16. apríl 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Lars Wegendal,
formaður í
mentanarnevndini
hjá Norðurlanda
ráðnum, hevur sagt
sessin frá sær, tí
hann góðtekur ikki
sparingar innan
mentanarøkið
Mentan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ætlanin er at spara fimm
prosent av játtanini til men
tan hjá Norðurlandaráðnum,
soleiðis at globaliseringin
kann verða raðfest hægri.
Tí leggur formaðurin í
nevndini fyri útbúgving og
mentan, Lars Wegendal, nú
frá sær.
Stórar broytingar í fjør
høvdu við sær, at meiri pen
ingur skuldi fara til verkætl
anir og minni til umsiting.
Hetta er syndarligt! Av
gerðin at skava fimm pros
ent av játtanini til mentan,
fyri at lata meiri til arbeiðið
við globalisering, er í and
søgn við lyftini vit góvu
teimum sum arbeiða við
mentan í fjør. Eg kann ikki
hyggja tey í eyguni aftaná
hesa ráðagerð, sigur Lars
Wegendal, sum er limur í
sosialdemokratiska bólkin
um í Norðurlandaráðnum.
Norðurlendsku stjórnar
leiðararnir hava longu av
rátt, at Norðurlond skulu
gerast meiri sjónlig og kapp
ingarfør í globalum sam
bandi. Til hetta endamál
verða 60 mió. kr. tiknar úr
vanliga rakstrinum í fíggjar
ætlanini fyri 2009, harímill
um eisini fimm prosent frá
mentanini. Eftir hvat ið
skilst, er tað eisini í hesum
sambandi at orðaskiftið um
játtanina til Norðurlanda
húsið í Føroyum hevur
stungið seg upp.
Lars Vegendal heldur and
søgn verða millum at vilja
raðfesta globalisering og at
skerja játtanina til mentan.
Lars Vegendal, sum hel
dur fram sum vanligur lim
ur í Norðurlandaráðnum,
boðaði frá avgerð sínari á
fundi hjá Norðurlandaráðn
um í Stavanger týsdagin,
skrivar Norden.org.
Hóast foreldur á
Velbastað klagaði til
kommununa í trý
ár, hendi onki fyrr
enn Sosialurin kom
uppí leikin. Nú er
bygdaskeltið endiliga
flutt og rulluportrið
tikið burtur, so
børnini kunnu ferðast
tryggari í ferðsluni
Ferðsla
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað kemur í heilum fyri, at
vanligir borgarar koma ikki
ígjøgnum til myndugleik
arnar við klagum sínum.
Ikki
fyrrenn
miðlarnir
koma uppí leikin henda
broytingar. Hetta var eisini
galdandi, tá fólk av Velba
stað og úr Kirkjubø uppí
saman gjørdu vart við
ótryggu ferðsluviðurskiftini
omanfyri bygdina.
Um miðjan februar skriv
aðu vit grein undir heitinum:
Skúlabørn í deyðsfellu á
Velbastað. Í undiryvirskrift
ini stóð: Við 80 km/t strúka
bilarnir framvið smáu skúla
børnunum, sum skulu yvir
um vegin.
Vit spyrja okkum sjálvi,
hvør okkara eigur fyrsta
barnið, sum liggur undir
einum bili, sigur Brynhild
Høgnadóttir,
óttafull
mamma og limur í stað
bundnu nevndini.
Í greinini varð víst á, at
hóast staðbundna nevndin
hevði gjørt vart við trupul
leikan í trý ár, hendi onki.
Børnini, sum skuldu í frí
tíðarskúla, máttu yvirum
ein landsveg, umframt at
tey noyddust at stríða seg
yvirum eitt gamalt rulli
portur á landsvegnum. Tað
einasta Tórshavnar Komm
una skuldi gera, var at flyta
bygdaskeltið, so tað kom at
standa soleiðis, at bilar á
veg inn á bygt øki kundu
lækka ferðina í góðari tíð.
Nú er hetta hent, og vit
kunnu enn einaferð stað
festa, at tíverri hendir ofta
onki, fyrr enn miðlarnir
koma uppí leikin.
Ê
-
9
,
Ê
1
Ê
7
/
,
Leiðari til deildina hjá
Smyril Blue Water í
Tórshavn
Um hetta passar til tín persón, so kunnu vit bjóða
tær eitt avbjóðandi starv við einum dynamiskum
gerandisdegi í okkara spennandi speditión – og
shippingfyritøku.
Smyril Blue Water setur trivnaðin hjá starvsfólkunum
høgt og samstarv er grundarlagið í okkara
gerandisdegi. Tú verður leiðari hjá 16 dugnaligum
starvsfólkum.
Vit ynskja, at tú hevur leiðsluroyndir, at tú dugir at
brúka tínar persónligu eginleikar og royndir til at
seta ting í verk, og at fylgja upp uppá tey.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
Framhaldandi menning av farmaleiðini ímillum
•
Føroyar og Europa
At Smyril Blue Water gerst eitt spennandi og
•
dynamiskt arbeiðspláss
At hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum á
•
skrivstovuni
At luttaka í sølufremjandi messum og tiltøkum
•
At umsita rakstrarætlan og enda rokniskap
•
Vit bjóða:
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
•
Luttøku í leiðslubólkinum, har víst verður til
•
stjóran í fyritøkuni
Fakligar og persónligar avbjóðingar
•
Góðar starvstreytir og aðrar ágóðar
•
Fríðan bil
•
Starvið verður at seta skjótast tilber.
Umsøknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
21.04.2008.
Umsøknin skal sendast til:
Smyril Line pf.
J. Broncksgøta 37
FO-110 Tórshavn
Att: Andras Róin
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Bent Rasmussen, stjóra, á +45 40702156 ella
teldupostadressu: bra@sbwcargo.dk.
Smyril Blue Water bleiv í 2005 stovnað sum eitt joint
venture ímillum Smyril Line og Blue Water; felagið hevur
høvuðssætið í Tórshavn. Umframt skrivstovuna í Tórshavn,
hevur felagið skrivstovu í Hanstholm og á Seyðisfirði í
Íslandi.
Ert tú ein liðspælari?
¾
Dugir tú at skapa framburð og góð
¾
úrslit?
Dugir tú at skapa íblástur og trivna hjá
¾
tínum starvsfólki?
Smyril Blue Water I www.smyrilbluewater.fo I tlf. 309 600
Fer frá vegna sparingar
til mentan
Lars Wegendal á fundinum hjá Norðurlandaráðnum í
Stavanger
Mynd: Johannes Jansson/norden.org
Nú er skeltið flutt
Nú er skeltið flutt og rulluportrið tikið burtur, so skúlaleiðin
hjá børnunum er vorðin tryggari – men enn einaferð kunnu
vit staðfesta, at ofta hendir onki, fyrr enn miðlarnir koma uppí
leikin.
Børn í Tórshavnar
Kommunu, sum nú
ganga í 1. flokki,
sleppa nú eisini
í frítíðarskúla í
summarfrítíðini
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Børnini í Havn sleppa í
Frítíðarskúlan í Hoyvík í
summarfrítíðini,
um
tørvur er á tí. Tað er eftir
áheitan frá fleiri foreldr
um, at kommunan nú, fyri
fyrstu ferð, eisini bjóðar
ansing í vikunum 27, 28
og 29.
Vit eru vorðin samd
um, at tørvurin kanska er
størstur í Hoyvík, tí her
eru so nógvar barnafam
iljur. Tískil er tað okkara
frítíðarskúli, sum verður
opin, sigur Levi Mørk,
leiðari í frítíðarskúlanum
í Hoyvík. Hann vísir eis
ini á, at karmarnir hjá
teimum eru góðir, og at
tey eitt nú hava fingið
ítróttarhøllina í Hoyvík til
endamálið.
Vit koma at hava opið
millum kl. 8 og 17, og
longu nú hava fleiri tikið
av hesum tilboði, sum
ikki kostar foreldrunum
nakað eyka, sigur Levi
Mørk.
Sagt verður eisini, at
børn frá øðrum frítíðar
skúlum
í
Tórshavnar
Kommunu, kunnu boða
frá hjá tí frítíðarskúla har
børn teirra ganga, tí bæði
børn og starvsfólk úr all
ari
kommununi
verða
knýtt at stovninum í Hoy
vík hesar vikurnar.
Frítíðarskúlin opin í summarfrítíðini