mikudagur 16. apríl 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 16. apríl 2008
3
tíðindi
Fríggjadagin byrjar summar
hálvan hjá Tivoli í Keypmanna
havn. Fyrsta stóra konsertin í ár
verður við Teiti Lassen
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tivoli hevur í nógv ár skipað fyri stórum
konsertum fríggjakvøld. Fredagsrock
kallast afturvendandi tiltakið, har kendir
danskir og útlendskir bólkar spæla.
Tað verður roknað sum ein serligur
heiður at sleppa at hava fyrstu konsertina
í Tivoli, og í ár verður tað føroyski Teitur
Lassen, sum skal hava fyrstu fríggja
kvøldskonsertina í Tivoli. Hendan
konsertin verður í annaðkvøld.
Tivoli sigur í síni umrøðu av føroyska
sangaranum, at Teitur seinastu árini
hevur hugtikið áhoyrarar og ummælarar
við sínum framúr góðum framførslum,
har hansara eyðkenda rødd er í miðdepl
inum.
Eitt hol til Tivoli
Teitur hevur spælt nógv kring Europa og
í USA, men hann er eisini eitt kent navn
í Danmark, og í fjør fekk hann eina
Danish Music Award virðisløn sum besti
manniligi sangari í Danmark.
Teitur Lassen gav í februar út sína
triðju fløgu – hon kallast The Singer – og
tónleikurin av hesari fløgu hevur verið at
hoyra í donskum útvarpi. Millum annað
sangurin Catherine The Waitress.
Teitur er júst nú í ferð við eina
umfatandi konsertferð kring Europa og
USA, men tíbetur hava vit funnið eitt hol
í hansara kalendara, so at hann kann
spæla sína fyrstu konsert í Tivolvi, skriv
ar Tivoli á heimasíðu sínari.
Konsertin við Teitur verður á Plenuni í
Tivoli fríggjakvøldið kl. 22.00.
Ert tú leiðari við áhuga og royndum
innan sølu- og marknaðarføring?
So bíðar eitt avbjóðandi og
spennandi starv eftir tær!
FT Samskifti skal seta nýggjan leiðara á Sølu- og
marknaðardeplinum. FT Samskifti mennir, marknaðarførir
og selur tænasturnar, sum Føroya Tele veitir fyritøkum og
einstaklingum.
Sølu og marknaðardepilin hevur ábyrgd av sølu og marknaðar-
føring av øllum teimum loysnum, sum FT Samskifti bjóðar
kundum sínum. Depilin er samansettur av marknaðardeild,
vinnudeild og seks telebúðum úti um landið. Tilsamans starvast
gott 70 starvsfólk í deplinum.
Leiðarin skal í høvuðsheitum tryggja eina miðvísa framgongd í
sølu og úrtøku hjá FT-samskifti.
Leiðarin er partur av leiðslutoyminum á FT Samskifti.
Umsøkjarin
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og hevur hollar royndir
innan leiðslu av starvsfólki við atliti til sølu og marknaðarføring.
Tú hevur kundan í fokus, sært møguleikar heldur enn
forðingar og trívist við avbjóðingum. Tú dugir at skipa sølu og
marknaðararbeiði og hevur góð evni at samstarva og samskifta.
Tú dugir væl við fólki og at fáa tey at gera sítt besta. Og so hevur
tú sans fyri góðum keypmansskapi.
Arbeiðsinnihald
• Menna marknaðarføring og sølu, bæði mótvegis vinnuni og
privatu kundunum
• Alla tíðina at laga útboð av vørum og tænastunum til, so
tær samsvara við kundatørv og samstundis geva felagnum
nøktandi inntøkur.
• Yvirskipað leiðsla, ráðlegging og fíggjarstýring.
• At vegleiða og eggja leiðarum og starvsfólki.
Umsókn og starvsviðurskifti
Starvið skal setast skjótast gjørligt.
Lønin verður eftir avtalu.
Tú fært meira at vita um starvið frá Jan Mortensen, stjóra á FT
Samskifti, á tlf. 243301 ella teldupost jmo@ft.fo. Eisini ber til at
venda sær til starvsfólkadeildina.
Umsóknir við CV og prógvum skulu vera starvsfólkadeildini í hendi
í seinasta lagi 23. apríl 2008. Viðmerk á brævbjálvan ”Depilsleiðari
til Sølu- og marknaðardepilin”.
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postsrúm 27
110 Tórshavn
ella starvsfolkadeildin@ft.fo
Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á
øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina.
FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu,
tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele.
LEIÐARI TIL SØLU- OG MARKNAÐARDEPILIN Á FT SAMSKIFTI
sansir.fo
Teitur Lassen skal spæla
ársins fyrstu konsert á
Plenuni í Tivoli
Teitur letur
Tivoli upp