mikudagur 16. apríl 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 73 - 16. apríl 2008
tíðindi
20 20 20
Starvsfólk til tøknideildina á Kall
Vilt tú nýta tíni tøkniligu og analytisku evni í eini
spennandi og skjótt vaksandi fyritøku, so bjóðar
Kall tær vælkomnum á tøknideild sína.
Við starvinum fært tú rætta løn, eins og vit geva tær sera góðar
møguleikar fyri sjálvsmenning. Tað týdningarmesta fyri okkum
er nevniliga ikki, at tú dugir alt frá fyrsta degi, men at tú hevur
gott næmi og tøkniligan og analytiskan sans.
Starvsøkið
Starvið kann vera rættiliga fjølbroytt, men ein týðandi partur er
at røkja tøkniliga støðið undir roknskaparhaldi okkara. Tú fert t.d.
at arbeiða við avrokningarskipanum sum Oracle, PostgreSQL,
Bercut og Navision, tú fert at avgreiða og menna hagtals-
rapportir (SQL-fyrispurningar), fyrireika dátugrundarlag til
roknskapin og at betra um arbeiðsgongdir okkara.
Útbúgving og eginleikar
Tað er sjálvandi ein fyrimunur, um tú ert t.d. teldustøðingur,
datanomur, verkfrøðingur ella HA’ari, men hevur tú fingið tín
lærdóm av egnum royndum, so ert tú hjartaliga vælkomin at
søkja – tí vit vilja fyrst og fremst hava fólk við røttu evnunum.
Tað er eisini sera umráðandi, at tú hevur góðan hug at læra, ert
fleksibul, dugir at samstarva og hevur áhuga fyri at betra um
viðkomandi arbeiðsgongdir.
Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starvið, send so eitt teldubræv við
avritum av viðkomandi skjølum til Hans Poulsen á Kall,
hp@kall.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú eisini vælkomin
at ringja til Hans á 502072.
Umsóknarfreistin er 18. apríl klokkan 12:00.
Um Kall
Kall kom á marknaðin í apríl 2001 og hevur síðan ment seg til
ein virknan leikara í fjarskiftismenningini í Føroyum. Vit eru nú
35 fólk og selja fyri um 100 mió. kr. árliga. Kall er partur av
samtaki, sum er skrásett á partabrævamarknaðinum OMX.
Tvøroyrar Hornorkes
tur hevur fleiri kon
sertir næstu dagarnar
og er eisini vertur fyri
árligu hornorkestur
stevnuni
Hornorkestur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað eru 30 ár síðani, at
Tvøroyrar
Hornorkestur
varð sett á stovn. Í hesum
sambandi hevur orkestrið
jubileumskonsert á sonevn
da
Seglhúsloftinum
hjá
Thomsen hósdagin klokkan
19:00. Hetta er samstundis
fyrsta tiltak í hølunum, sum
sunnudagin alment lata upp
sum ungdómshús á Tvøroy
ri. Á skránni er hornblástur,
men eisini verður teldusýnd
ar myndir, ið lýsa tíðina, ið
Tvøroyrar
Hornorkestur
hevur virkað. Eisini eru
nøkur gomul ljóðføri, ið
verða sýnd fram.
Fríggjadagin
klokkan
14:00 hava næmingar og
ungdómsorkestur konsert í
ítróttarhøllini íTrongisvági
og
leygardagin
klokkan
14:00 setur Kristin Michel
sen, borgarstjóri á Tvøroyri,
árligu hornorkesturstevnu
na, og hetta er í Ítróttarhøllini
í Trongisvági.
Tvøroyrar Hornorkestur 30 ár
Tvøroyrar Hornorkestur
hevur fleiri konsertir
næstu dagarnar og er
eisini vertur fyri árligu
hornorkesturstevnuni. Her
venur orkestrið
Mynd: Dagfinn Olsen