Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 73 - 16. apríl 2008 - Hvussu ber tað til, at tað er so ómøgu- ligt at fáa betri park- eringsviðurskifti í miðbýnum í Havn? Hend­an spurningin seta hand­larnir í miðbýnum í Havn nú Tórshavnar býráð. Í opnum brævi til býráðið ásanna hand­larnir, at kommunan mink- ar um talið av park- eringsplássum til óbótaligan skaða fyri hand­ilslívið FERÐSLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Handlarnir vísa á, at kommun­ an hevur fríðkað um gongugøt­ una, og tað fegnast teir um. Teir vísa eisini á, at ætlanir eru um at halda fram við hesum arbeiðinum. ­ Hetta og viljin og áhugin fyri at fáa okkurt at henda í miðbýnum fegnast vit øll um. Men samstundis, sum tað ljóð­ ar, at her skal henda meira í býnum, so verður eisini mink­ að um parkeringsplássini. ­ Undir Bryggjubakka verð­ ur fríðkað, og tað ljóðar, at eingin parkering skal verða har longur. Fríðkanin av gongu­ gøtuni minkaði um parkerings­ plássini. Gaman í, ein gongu­ gøta eigur helst ikki at vera ein parkeringsgøta, men eingi onn­ ur pláss eru komin fyri tey mis­ tu, siga handlarnir. Teir vísa eisni á, at í Dr. Jakobsens gøtu, høvuðshandils­ gøtan í miðbýnum, er ruðulei­ ki. Teir siga, at gøtan kundi verið gjørd til koyri­gongu­ gøtu, har loyvt er at parkera stutta tíð. ­ Sjálvt um vit ofta hoyra, at handlar verða niðurlagdir og flyta úr miðbýnum, halda vit, at talið á handlum og tænastum, sum verða veitt í miðbýnum er í vøkstri, og eigur at vaksa, tí miðbýurin er perlan í býnum. Tí má eisini vera pláss fyri øll­ um, so fólk hava møguleika at koma í býin. Vit halda, at okkurt má ger­ ast, og tað má gerast skjótt, siga handlarnir. Á fundi, sum handlarnir í miðbýnum skipaðu fyri, greid­ di býararkitekturin frá ætlanun­ um frameftir. Hann nevndi, at kommunan arbeiddi við at byggja parkeringshús og vísti á trý – fýra pláss, har slík hús kundu verða bygd. Handlarnir vísa á, at hetta er ein møgulei­ ki at vaksa um parker­ings­ møguleikarnar, sum teir fegn­ ast um, sjálvt um hetta eisini merkir parkeringsgjald. Annar møguleiki er parkometur, ið kunnu verða brúkt, har stytst er til handilsøkini. Hetta kundi t. d. eisini verið nýtt á pørtum av Skálatrøð. ­ Vit fáa ein livandi bý, um miðbýurin ýður av fólki. Gera vit onki munagott nú, men skera her og har í parkerings­ møguleikunum, kunnu vit ótt­ ast, at miðbýurin spakuliga kvalist. Uttan parkering ongar bilar, uttan bilar eingin fólk, uttan fólk nyttar einki! siga handlar­ nir. Ynskja fleiri parkeringspláss Handlarnir í miðbýnum í Havn siga, at uttan parkeringspláss – og harvið bilar í miðbýnum, doyr handilslívið Kórsangur í Fuglafjarðar kirkju Sunnudagin 27. apríl møtast kór í Eysturoynni í Fuglafjarðar kirkju, har kórkonsert verður kl 16:00 í kirkjuni. Kórini, ið fara at syngja, verða: Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, kórleiðari Mikael J. Heinesen, Kór Glyvra kirkju, kórleiðari Meinhard Bjartalíð, Kórið hjá Jóhan, kórleiðari Jóhan Mortensen, Eystanljóð (Gøta/Leirvík), kórleiðari, Petur Martin Johannesen og Fuglafjarðar sangkór, kórleiðari Frits Johannesen. Einir 150 sangarar verða við í hesum átaki. Kórini syngja hvør sær og felags. Sungið verða vársangir, sálmar og klassisk løg við orgulfylgisspæli og trompet. Les meira og tekna teg á www.synergi.fo ella ring 22RING (227464) it takes two - fyrilestur um parterapi Hugnakvøld í miðlahúsinum Fyrilesturin gevur íblástur til eitt sunnari samskifti og tips um, hvussu vit kunnu tosa saman á ein jaligan hátt og hvussu vit betri hoyra, hvat makin í veruleikanum sigur...;-) Kom til eitt hugnakvøld í Miðlahúsinum mánakvøldið 21. apríl kl. 20.00 og tak endiliga onkran við - makan, vinfólk, starvsfelagan, bindiklubban.... Fyrilestrarhaldarar eru Belinda Donkin og Birger Norup, sum ma. hava verið umrødd í blaðnum ”Psykologi”. Kostnaður einans 100 kr. v/kaffi. Tilmelding á www.synergi.fo BJARGING Tíðindaskriv frá Shell Hóskvøldið 1. mai kl. 19.00, bjóðar Føroya Shell sínum skipakundum, til eitt serligt tiltak á Hotel Føroyum. Talan er um tvær spennandi frásagnir. Í tøttum samstarvi við Trygd­ armiðstøðina í Klaksvík, hevur tað eydnast Shell at fingið fatur á kenda amerikanska ævintýraranum og rithøvundanum Steven Callahan. Steven bleiv serliga kendur, tá seglskipið, sum hann sjálvur bygdi, forlisti við Kanarisku Oyggjarnar í 1982. Í lítlum bjargingarbáti rak hann í samfull 76 døgn tvørtur um Atlantshavið. Sjálvt um nógv skip sigldu fram við hon­ um, so sá eingin bjargingar­ bátin. Steven royndi alt hvat hann kundi at yvirliva, og royndi hann at vinna á teimum kropsligu og sálarligu avbjóðingunum, sum hann var úti fyri. Hann navigeraði eftir stjørnunum, og yvirlivdi við teimum mest primitivu tólunum, sum hann sjálvur setti saman. Fleiri ferðir hesi 76 døgnini var hann við at geva skarvin yvir, men við einum áhaldandi treiskni og einum vilja av stáli, so megnaði hann at yvirliva. Steven varð tikin upp av Caribiskum fiskimonnum 76 døgn eftir, at seglskipið forlist­ ið uttan fyri Kanarisku oygg­ jarnar. Eftir hesa dramatisku hending, sum nógv varð at hoyra um hetta mundið, skrivaði Steven bøkurnar ”Equippet to survive” og “76 days adrift”. 76 days afrift var bestseljari hjá New Times í meira enn 36 vikur. Hendingin sum Steven var úti fyri, gav honum eisini íblástur til at framleiða eitt nýtt model av bjargingarbáti. Hesin bátur, sum kallast The Calm, hevur hann fingið US patent uppá. Umframt hendan spennandi fyrilestur, so fer Hans Eli Hansen úr Klaksvík, eisini at siga frá hendingini, sum sluppin Dart var úti fyri fyrst í 1900. Nakrir ungir norðoyingar fóru til Vestmanna eftir sluppini, men tá teir komu á Borðoyarnes, koma teir í ódnarveður – seglini skrædnaðu, og teir róku teir til havs. Í fleiri dagar royndu hesir ungu dreingir at lívbjarga sær, til teir ein dag sóu land í Hetlandi og fingu hjálp. Við samskiftinum sum tá var, hoyr­ di eingin nakað til teir í Føroy­ um, fyrr enn góðan mánað eftir hendingina. Tiltakið verður fyri allar skipakundar hjá Shell, og kun­ nu teir melda seg til hetta tiltak, við at ringja til 347412, ella við telduposti til shell@ shell.fo . Avmarkað atgongd. Rak í 76 samdøgur á opnum havi