Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 73 - 16. apríl 2008 Teir báðir ting­menn­ inir úr Sandoynni staðfesta, at samg­ong­­ an er ikki arbeiðsfør í løtuni og­ hon verður heldur ikki arbeiðsfør, fyrrenn støða er tikin til at g­era Sand­ oyartunnilin. Og­ teir staðfesta enn einaferð, at verður Sandoyartunnilin ikki g­jørdur beinanveg­in, slíta teir samg­ong­una Sandoyar­tunnilin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Verður Sandoyartunnilin ikki gjørdur nú, verður samgongan slitin. Tað staðfesta teir báðir tingmenninir úr Sandoy, Páll á Reynatúgvu og Ger- hard Lognberg. Í gjár boðaði Bjørt Samuel- sen, landstýriskvinna í vinnu- málum, frá, at hon í næstum fer at koma við einum uppriti um lagnuna hjá Sandoyar- tunlinum og um hann skal tengjast upp í Skálafjarð- artunnilin ella ikki. Hetta fær báðar tingmenn- inar úr Sandoy, sum eisini eru í samgonguni, at stúra fyri, at Sandoyartunnilin verður lagdur afturum Skála- fjarðartunnilin, tí teir duga ikki at ímynda sær, at vit hava ráð og umstøður til at gera tvær so dýrar útbygging- ar ísenn undir landskass- anum. Tí eru teir báðir av teirri sannføring, at teir privatu skulu sleppa at varðveita ætl- anina at gera Skálafjarðar- tunnilin, so at tað almenna kann fara undir Sandoyar- tunnilin beinanvegin. Hinvegin gera teir báðir púra greitt, at teir fara undir ongum umstøðum at góð- taka, at Sandoyartunnilin skal bíða til Skálafjarðar- tunnilin er gjørdur. Hendir tað, fara teir báðir ikki at himprast við at slíta samgonguna, siga teir báðir við Sosialin í morgun. - Gerhard Lognberg og eg hava onki at missa, tí verður tunnilin ikki gjørdur nú, er onki tilverugrundarlag eftir í Sandoy, sigur Páll á Reynatúgvu. Teir báðir vilja ikki upp- fata hetta sum eina hóttan ímóti samgonguni. Men teir halda samstund- is, at tað er so nógv lættari hjá samgonguni at arbeiða, tá ið støðan er greið. - Tað er ongin orsøk til at bíða við teimum stóru av- gerðunum, tí longri, ið drálað verður, verri verða teir at loysa, sigur Páll á Reyna- túgvu. Bjørt til arbeiðis Gerhard Lognberg er enn meiri avgjørdur. - Tann endaliga politiska avgerðin um Sandoyartunn- ilin er ikki tikin enn og eg meti meg avgjørt vera ein part av teirri avgerðini. - Velur samgongan at gera Skálafjarðartunnilin áðrenn Sandoyartunnilin, velur samgongan samstund- is meg frá, tí tað er ongin ivi um, at tað fer at fáa av- leiðingar fyri samgonguna, sigur hann. Hann sigur, at tað verður heilt avgjørt ikki við honum í samgonguni, at Sandoyar- tunnilin verður útsettur, leggur hann afturat. - Har er ongin slingur í valsinum. Hann vísir eisini á, at Løgtingið hevur longu sam- tykt at arbeiðið upp á Sandoyartunnilin skal byrja um hálvt annað ár. - So tað er bara hjá Bjørt Samuelsen at fáa hendurnar úr lummanum og fara til arbeiðis og seta løgtingsins vilja í verk. Er hon ikki sinn- að til tað, er bara hjá henni at pakka saman og fara til húsar. Hann leggur afturat, at tað er ongin sum sigur, at Sandoyartunnilin skal fíggj- ast yvir fýra ár, tí verður hann fíggjaður yvir eini 30 ár, er hann sjálvberandi. Samgongan ikki arbeiðsfør Teir báðir sandoyarting- menninir eru eisini av teirri áskoðan, at samgongan rætt og slætt er ikki arbeiðsfør, sum støðan er nú. Og teir eru eisini sann- førdir um, at samgongan verður heldur ikki arbeiðs- før, fyrrenn tann rætta støðan er tikin til spurningin um Sandoyartunnilin. - Tað er púra greitt, at tað verður munandi lættari at fáa opinleika um tær avgerðir, sum skulu takast og tað verður so nógv lætt- ari at fáa eitt gott politiskt stev, tá ið avgerðin um Sand- oyartunnilin er tikin, sigur Páll á Reynatúgvu. Gerhard Lognberg er púra samdur. - Hjá okkum báðum ting- monnum úr Sandoy, fyllir undirsjóvartunnilin so nógv í okkara hugaheimi, at vit fáa ikki miðsavna okkum um nøkur onnur politisk mál, fyrrenn málið um Sandoyartunnilin er avgreitt, sigur hann. Raðfesting-við máta Síðani hendan samgongan varð skipað, hevur tað verið fráboðað aftur og aftur, at allar íløgur skulu leggjast í eina langtíðar raðfesting. Tað eru teir báðir sandoy- artingmenninir púra samdir í. Hinvegin fýlast teir á, at hetta sær ikki út til at vera galdandi fyri allar íløgur. - Samgongan hevur longu lagt uppskot um íløgur fyri eina hálva milliard fyri Løg- tingið, áðrenn nøkur sum helst raðfesting er gjørd, so tað sær út til, at raðfesting er bara galdandi fyri summi og ikki fyri onnur. Tað, sum teir sipa til, er fyrst og fremst ætlanin at gera skúladepil í Markna- gili. - Tað er spell, at samgong- an ikki tekur mannagongdir- nar í líka stórum álvara í øllum málum, men fer lætt- ari um summi mál enn um onnur, sigur Páll á Reyna- túgvu. - Í sambandi við skúla- depilin í Marknagili var ongin raðfesting, ongin við- gerð í samgonguni, so tað er munur á og alt tosið um raðfesting er tað bera tvætl, tá ið tað kemur samanum, sigur Gerhard Lognberg. Í gjár boðaði Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, frá, at yvirskipað heldur samgongan, at tað er landið, sum skal byggja samferðsluna út. Í hesum sambandi kannar hon nú eftir, hvussu Skálarfjarðartunnilin kann fremjast undir tí almenna og i hvønn mun, Skálafjarðartunnilin og Sandoyar­ tunnilin skulu tengjast saman. Tað var annars eitt privat felag, sum tók stig til at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, men seinasta fráboðanin frá landsstýris­ kvinnuni, kundi bent á, at ætlanin nú verður tikin úr teimum privatu hondum og løgd undir tað almenna. FAKTA Gerhard og Páll slíta samgonguna Teir báðir Sandoyartingmenninir, Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg, eru ikki til at vika: Verður Sandoyartunnilin ikki gjørdur beinanvegin, verður samgongan slitin. Seinasta fráboðanin frá landsstýriskvinnuni í vinnumálum, kann hava sett ætlanina í vanda Barnadiskotek í Havn hóskvøldið Komandi hóskvøld – altso í annaðkvøld – klokkan 18.30, og ikki fríggjakvøldið, sum vit skrivaðu í gjár, verður barnadiskotek í Eysturskúlanum í Havn, sum 9.D skipar fyri. - Vit fara at hava kappingar og stuttlig spøl, eisini selja vit sodavatan og annað gott. Vit hava hetta tiltak, tí vit eru á ferð til Island við flokkinum, har vit fara at gera alt møguligt spennandi, skrivar 9.D í tíðindaskrivi. Kostnaðurin fyri barnadiskotekið er 30 krónur. Fult teknað til Lítlu Dímun Undirtøkan fyri fólkafundinum í Lítlu Dímun hevur verði ovurhonds stór, og nú er fullteknað. Tað hevur verið rættiligur gravgangur eftir at sleppa á fólkafundin, sum verður 3. mai. Fyrireikararnir siga nú, at tað er pláss fyri fleiri luttakarum. Øll skulu flytast út og inn við tyrlu, og tí er luttøkan sjálvandi avmarkað. Fyrireikararnir vóna nú, at veðrið verður til vildar til fólkafundin og øll hini tiltøkini, sum eisini verða í Hvalba henda dagin.