mikudagur 16. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 73 - 16. apríl 2008
Jacob Vestergaard
hevur sett løgmanni
skrivligan fyrispurn
ing viðvíkjandi
Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismanni, í
samband við søluna
av partabrøvunum í
Atlantic Petroleum
frá Kongshavnar
Útgerðarfelag til Tór
bjørn Jacobsen sjálvan
GEGNI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Løgmaður skal nú aftur
svara fyrispurningi viðvíkj
andi Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismanni. Tað er
Jacob Vestergaard, løgtings
maður, sum hevur sett løg
manni drúgvan fyrispurning
um viðurskiftini hjá lands
stýrismanninum, bæði við
víkjandi
nógv
umrøddu
partabrævasøluni og teirri
sannroynd, at felagið hjá
Tórbjørn Jacobsen, Kongs
havnar Útgerðarfelag, skyld
an landskassanum fleiri enn
41 milliónir krónur.
Jacob Vestergaard spyr
løgmann
fylgjandi
sjey
ítøkiligar spurningar:
1. Metir løgmaður, at lands
stýrismaðurin í fiski og
tilfeingismálum, Tórbjørn
Jacobsen, hevur hildið áset
ingarnar í § 1, stk. 2 í Kapit
alvinningsskattalógini og §
37a, nr. 2 í Skattalógini, tá
hann sum stjóri og parta
eigari í familjufyritøkuni
P/F Kongshavnar Útgerðar
felag, seldi partabrøv í P/F
Atlanskolvetni
úr
P/F
Kongshavnar Útgerðarfelag
til sín sjálvan.
2. Metir løgmaður at tað er
sannlíkt, at Tórbjørn Jacob
sen ikki kendi til prospektið
viðvíkjandi P/F Atlanskol
vetni, sum varð undirskrivað
7. oktober 2004, tá hann 4.
november 2004 seldi sær
sjálvum partabrøvini í P/F At
lanskolvetni fyri áljóðandi.
3. Hevur løgmaður kannað,
um partabrøvini í P/F At
lanskolvetni eru goldin P/F
Kongshavnar Útgerðarfelag
við reiðum peningi ella á
annan hátt og um ikki, ætlar
løgmaður so ikki at kanna,
hvussu goldið var fyri parta
brøvini.
4. Metir løgmaður at Jógvan
Amonsson er gegnigur at
verða partur av kanningar
bólkinum hjá løgmanni, tá
sami Jógvan Amonsson
hevði ein týðandi leiklut
sum ríkisgóðkendur grann
skoðari, tá prospektið við
víkjandi P/F Atlanskolvetni
var undirskrivað.
5. Metir løgmaður at Tór
bjørn Jacobsen er gegnigur
at umsita fiski og tilfeingis
mál, tá P/F Kongshavnar
Útgerðarfelag, sum Tór
bjørn Jacobsen er parteigari
í, eigur týðandi ognir í P/F
Dagsbrún, sum er ein av
høvuðsaktørunum
í
til
feingisvinnuni, umframt at
hann privat eigur partabrøv
í P/F Atlanskolvetni.
6. Metir løgmaður ongan
gegnistrupulleika verða í,
at landsstýrið, sum Tórbjørn
Jacobsen er partur av, við
ger umsókn frá P/F Kongs
havnar Útgerðarfelag um at
sleppa undan at gjalda
landskassaskuld á góðar 41
milliónir krónur.
7. Metir løgmaður at tað er
rætt, bæði fyri rættarkensl
una hjá føroyingum og
álitið á politisku skipanina,
at Tórbjørn Jacobsen, hvørs
privata felag, P/F Kongs
havnar Útgerðarfelag, sum
hann hevur myndað, skyldar
landskassanum fleiri enn
41 milliónir krónur, kann
sita sum ráðharri í landsins
stjórn.
Bílagt úrslit
Í viðmerkingunum til fyri
spurningin
sigur
Jacob
Vestergaard soleiðis:
»Síðan landsstýrið var
skipað, hava ymisk tíðindi
verið at hoyra um lands
stýrismannin í fiski og til
fongismálum, Tórbjørn Jac
obsen,
og
viðurskiftini
kring
P/F
Kongshavnar
Útgerðarfelag, sum hann er
parteigari í.
Hetta førdi til, at løgmaður,
eftir fyrispurning í Løg
tinginum, fekk gjørt upprit
um »gjøgnumgongd av mál
inum viðvíkjandi Tórbjørn
Jacobsen, landsstýrismanni í
sambandi við Kongshavnar
Útgerðarfelag«.
Uppritið, sum er undir
skrivað av Marjun Hanusar
dóttir, Petur Albert Lam
hauge, Jógvan Amonsson
og Eyðfinni Jacobsen, er
eftir øllum at døma gjørt
við tí fyri eyga, at reinsa
landsstýrismannin,
Tór
bjørn Jacobsen, tí niðurstøð
an í uppritinum livur ikki
upp til endamálsorðingina.
Løgmaður og omanfyri
nevndu persónar, hava ikki
umrøtt týðandi umstøður,
sum eiga at verða tiknar
við, tá finnast skal út av
“um tað eru sannlíkindi
fyri, at Tórbjørn Jacobsen
tilvitað hevur selt sær sjálv
um partabrøv í P/F Atlans
kolvetni til undirprís”.
Tað kann staðfestast, at
uppritið ikki viðger tað sum
á fakmáli verður nevnt
“krógvað vinningsbýti “,
sum er brot á Kapitalvinnings
skattalógina og Skattalógina.
§ 1, stk. 2 í Kapitalvinnin
gsskattalógini ásetir, at alt
sum eitt felag útlutar parta
brævaeigara, verður roknað
sum vinningsbýti, tó eru
frípartabrøv undantikin.
Hetta skal tryggja, at alt
sum verður útlutað eigarum,
fyrst verður skattað við
18% í partafelagnum, við
partafelags ella kapital
vinningsskatti, og síðan
skal útlutingin skattast við
35% í vinningsbýtisskatti.
Um ognir verða seldar parta
eigara ella nærstandandi til
undirprís, er talan um krógv
að vinningsbýti, sum átti at
verði skattað eftir nevndu
lógargrein.
Átti at verið mett
§ 37a, nr. 2 í Skattalógini
ásetur “at skattskyldug (Tór
bjørn Jacobsen v.fl.), sum
hava tamarhald á løgfrøði
ligum persónum (P/F Kongs
havnar Útgerðarfelag), skulu
í samband við uppgerð av
skattskyldigu inntøkuni, nýta
teir prísir og tær treytir í
handilsligu ella búskaparligu
viðurskiftum
sínum
við
áðurnevndu likamligu og
løgfrøðiligu persónar, sum
høvdu verið nýttir, um talan
var um viðurskiftir millum
óheftar persónar, (armslongd
prinsippið).
Tá talan er um at selja
eina ogn hjá einum partafel
ag til ein partaeigara, er
einasti máti at tryggja at §
1, stk. 2 í Kapitalvinningss
kattalógini og § 37a, nr. 2 í
Skattalógini eru hildnar, at
ein meting av handilsvirðin
um verður gjørd av óheftum
metingarfólki við kunnleika
til handil við ávísu ognini, í
hesum føri partabrøvunum
í P/F Atlanskolvetni.
Hetta er ein grundregla í
skattaviðurskiftum, tí ein
noyðist at finna út av, hvat
handilsvirði hevði verið
millum óheftar partar.
Tá Tórbjørn Jacobsen,
sum stjóri og partaeigari í
familjufyritøkuni
P/F
Kongshavnar Útgerðarfelag
valdi at selja partabrøvini í
P/F Atlanskolvetni til sín
sjálvan úr P/F Kongshavnar
Útgerðarfelag, var, eftir tí
sum er komið fram, ongin
óheft meting útvegað, og er
hetta beinleiðis í stríð við
ásetingarnar omanfyri.
Eftir stendur, at Tórbjørn
Jacobsen, sum stjóri og parta
eigari í P/F Kongshavnar
Útgerðarfelag, hevði skyldu
til at útvega eina óhefta
meting av handilsvirðinum
áðrenn handilin fór fram. At
Eik ikki vildi lána felagnum
meira pening við panti í parta
brøvunum í P/F Atlans
kolvetni, sum onkur vil vera
við, er heldur ikki ein virðis
meting av partabrøvunum.
Øll tóku ikki feil
At Marjun Hanusardóttir,
Petur Alberg Lamhauge,
Jógvan Amonsson og Eyð
finnur Jacobsen, ikki hava
umrøtt hesi viðurskiftini í
uppritinum er óskiljandi og
sera órógvandi fyri rættar
trygdina.
Øll umboða tey týðandi
funktiónir í samfelagnum,
sum borgarin má og skal
hava álit á. Marjun Hanusar
dóttir, sum hægsta embætis
fólk í fyrisitingini, Petur
Alberg Lamhauge, aðalstjóri
í Fíggjarmálaráðnum, sum
hevur TAKS undir sær, Jógv
an Amonsson, ríkisgóðkend
ur grannskoðari, og Eyðfinn
ur Jacobsen, advokatur. Alt
funktiónir, sum føroyingar
skulu hava fult álit á.
Hevði tað ikki verið
rættari og borga fyri størri
trúvirði at lati kanningina
upp í hendurnar á serkønum
fólki, sum eru óheft av em
bætisverkinum, landsstýrin
um og politisku skipanini?
Í uppritinum hjá løgmanni
verður sagt, at prospektið
viðvíkjandi
P/F
Atlans
kolvetni ikki var alment kent
fyrrenn 16. desember 2004,
og at Tórbjørn Jacobsen tí
ikki kendi til ásetta kursin,
tá hann 4. november 2004
seldi partabrøvini í P/F
Atlanskolvetni úr P/F Kongs
havnar Útgerðarfelag.
Veruleikin er jú tann, at
prospektið var kent tann 7.
oktober 2004, tá tað var
undirskrivað av pørtunum,
P/F Grannskoðaravirkinum
INPACT v/Jógvan Amonsson
og Arndis Poulsen, P/F
Atlantic Petroleum (Atlans
kolvetni)
v/Wilhelm
E
Petersen og Kjartan Hoydal
og P/F Kaupthing Virðis
brævameklarafelag v/Petur
Holm og Evy Jacobsen.
Omanfyri nevndu persón
ar hava ikki allir tikið feil
av dagfestingini.
Dagfestingin skal vera
tann dagin tá skjalið er und
irskrivað.
7. oktober 2004 eigur P/F
Kongshavnar Útgerðarfelag
partabrøvini í P/F Atlanskol
vetni, og kann tí illgruni
verða um, at Tórbjørn Jacob
sen hevur kent til ásetta kur
sin og framtíðar útlitini, tá
hann tann 4. november 2004
seldi partabrøvini í P/F At
lanskolvetni til sín sjálvan.
Hvussu er rindað
Ein annar spurningur, sum
hevur tikið seg upp, er
hvussu Tórbjørn Jacobsen,
Vil hava greiði á Tobba-málinum
Jacob Vestergaard er ikki nøgdur við kanningina sum løgmaður
lat gera, og hevur tí sett Jóannes Eidesgard ein skrivligan
fyrispurning um viðurskiftini hjá Tórbirni Jacobsen og
Kongshavnar Útgerðarfelag
Landsstýriskvinna á ferð í Suðuroy
Í dag fer landsstýriskvinnan í mentamálum, Kristina Háfoss, á rundferð í Suðuroynni
við tí endamáli at vitja ymsar stovnar, ið Mentamálaráðið og landsstýriskvinnan vara
av. Byrjað varð fyrrapartin við vitjan í Heilsuskúla Føroya á Tvøroyri. Síðani varð
farið til Vágs, har døgurði verður á Gistingarhúsinum Bakkin. Aftaná varð vitjað í
Miðnámsskúlanum í Vági og síðani í NSRtænastudeplinum í Vági. Klokkan 15
skuldi vera alment hátíðarhald í Hovi í sambandi við, at Skúladepilin í Suðuroy verður
reistur, og har skuldi landsstýriskvinnan í mentamálum halda røðu. Eftir hátíðarhaldið
liggur leiðin til kirkjuna í Porkeri, har landsstýriskvinnan fer at hitta prestarnar í
Suðuroynni.
Útgávukonsert
Í sambandi við fyrstu solofløgu sína, hevur Benjamin Petersen
útgávurkonsert í Norðurlandahúsinum hóskvøldið kl. 19.30.
Hann hevur verið guitarleikari hjá m.a. Deja Vu, Eivør og
Brandur Enni. Hugur hansara hevur mest verið til jazz, men
eisini verður nomið við avantgarde, pop og rock. Á fløguni
hevur Benjamin samstarvað við dugnaligar tónleikarar sum
Brandur Jacobsen, trummur, Mikael Blak, bass, Gunnar Gutte
sen, roads, Dávur Juul Magnusen, trombon, og Eivør Pálsdóttir,
sang. Á konsertini hóskvøldið verða Edvard Nyholm Debes á
bass og Conny Kass, sang. Atgongumerki á kr. 125 fáast í
Norðurlandahúsinum og beinleiðis á heimasíðuni www.nlh.fo.