Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 73 - 16. apríl 2008 tá hann keypti partabrøvini í P/F Atlanskolvetni úr kreppurakta felagnum P/F K o n g s h a v n a r Útgerðarfelag, rindaði fyri partabrøvini. Tað framgongur ikki greitt hvussu flytingin mil­ lum P/F Kongshavnar Útgerðarfelag og privat­ persónin Tórbjørn Jacobsen er farin fram, bert at parta­ brøvini eru seld fyri áljóð­ andi. Hetta eru viðurskiftir sum eru løtt at kanna, og er tað sera umráðandi at hetta verður gjørt, so ongin ill­ gruni er um, at aðrir krav­ ánarar hava verið betur stillaðir enn landskassin. Spurningurin um gegni hevur eisini verið frammið, bæði viðvíkjandi teimum sum hava kannað málið fyri løgmann; viðvíkjandi Tór­ bjørn Jacobsen, landsstýris­ manni, og viðvíkjandi øllum landsstýrinum, sum Tór­ bjørn Jacobsen er partur av. Gegnisspurningurin Fyrisitingarlógin ásetur, at persónar, sum hava ávíst til­ knýti til eitt mál, eru ógegn­ igir til at viðgera málið. Tí undrar tað ikki sørt, at løgmaður hevur valt Jógvan Amonsson sum ein teirra, sum kannaði viðurskiftini kring Tórbjørn Jacobsen, tá sami Jógvan Amonsson, sum ríkisgóðkendur grann­ skoðari, er grannskoðari hjá P/F Atlantskolvetni og hevði ein týðandi leiklut í framløguni av prospektinum fyri P/F Atlanskolvetni, har Tórbjørn Jacobsen, fyrst sum stjóri og parteigari í P/ F Kongshavnar Ùtgerðarfel­ ag, var partaeigari, og síðan privatpersóninum Tórbjørn Jacobsen. Tá Tórbjørn Jacobsen í eini roynd at flyta áhugan frá málinum, almannakunn­ gjørdi sínar privatu ognir, kom fram, at P/F Kongs­ havnar Útgerðarfelag, eigur týðandi ognir í P/F Dags­ brún, sum er ein av høvuðs­ aktørunum í føroysku tilfongisvinnuni. Tí kann spurnartekin set­ ast við um Tórbjørn Jacob­ sen er gegnigur at sita sum landsstýrismaður við fiski­ og tilfongismálum. Eisini tí hann eigur partabrøv í P/F Atlanskolvetni. Tað er sera umráðandi at privat áhugamál og politikk­ ur verða hildin hvørt frá øðrum. Bara tað at spurnar­ tekin kann setast við slík viðurskiftir, kann verða við til at máa álitið undan teirri politisku skipanini. Í grannalondunum hava vit sæð, at ráðharrar, sum hava havt privat áhugamál innan greinar, sum koma undir teirra málsøkið, hava verið noyddir at sleppa sær av við privatu partabrøvini. Tað var ikki av ongum, at starvsfólkini í táverandi Oljumálaráðnum vóru biðin um ikki at keypa partabrøv í P/F Atlanskolvetni, tí tá kundi spurnartekin setast við gegnið hjá Oljumála­ ráðnum. Álit á politisku skipanina Tað kann eisini setast spurn­ artekin við, um landsstýrið, sum Tórbjørn Jacobsen er partur av, hevur gegni til at viðgera umsóknina frá P/F Kongshavnar Útgerðar­ felag, um at sleppa at flyta landskassaskuldina á góðar 41 milliónir krónur yvir á annað skip. Vit hava jú sæð, sum greitt er frá frammanfyri, hvussu tvey av landsins hægstu embætisfólkum, saman við løgmanni, hava mett um partabrævahandilin millum Tórbjørn Jacobsen og P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, uttan at viðgera týðandi við­ urskiftir hesum viðvíkjandi. Hóast tað er trupult at ímynda sær, at ein slík umsókn kann verða gingin á møti og at tað er at undrast yvir, at hon er send lands­ stýrinum, skal hon hava eina sakliga viðgerð. Ein sera prinsipiellur spurningur er skuldin hjá P/F Kongshavnar Útgerðar­ felag á 41.435.000,62 kr. til landskassan. At løgmaður í umrødda uppriti tilonkisger skuldina, sum stavar frá stuðulsláni í fiskifarinum Napoleon, givið við heimild í løgtings­ lóg, er átaluvert. Her er talan um pengar hjá landskassanum, skatta­ borgarans pengar, sum Føroya Løgting, hevur sæð sera álvarsamt uppá, tá ymisk viðurskiftir viðvíkj­ andi stuðulslánunum hava verið til viðgerðar Vit hava áður sæð, at persónar, sum eru útnevndir ella valdir til landsstýrismann, hava verið noyddir at greiða alla skuld til landskassan, áðrenn teir hava tikið við starvinum. Hetta er eisini siðvenjan í londunum kring okkum, lond sum vit fegin vilja sam­ anbera okkum við. Har hevði tað als ikki komið uppá tal, at ein persónur, hvørs privata felag skyldaði tí almenna 41.435.000,62 kr. var útnevndur til ráð­ harra í landsins stjórn. Henda siðvenjan er grunda á, at borgarin skal hava álit á teirri politisku skipanini og skal føla seg tryggan við tær avgerðir, sum verða tiknar av landsins stjórn. Hetta er onki minni enn grundarlagið undir rættarsamfelagnum. Tí má løgmaður, sum hev­ ur evstu ábyrgd, greiða løg­ tinginum og Føroya fólki frá, hví hann setur hesa sera týðandi siðvenju til viks, nakað sum ikki hevði komið fyri í okkara grannalondum, og framhaldandi letur Tórbjørn Jacobsen sita sum ráðharra í landsins stjórn.« Við keypinum av Vinnuvitan og Viku­ blaðnum er Dimma­ lætting vorðin ein rættiligur risi í føroyska miðlaheiminum. – Hetta verður eingin løtt uppgáva, men kortini ein uppgáva, sum kann loysast, sigur Árni Gregersen, sum er stjóri fyri øll trý bløðini BLAÐKEYP Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur verið merkiliga lítið at hoyrt til samanrenn­ ingina millum Dimmalætt­ ing øðrumegin og Vinnuvit­ an og Vikublaðið hinumeg­ in. Hetta hóast samráðingar eru farnar fram í einar fimm til seks vikur. Við keypinum fer Dimma­ lætting samtakið fram um Miðlahúsið í tali av starvs­ fólkum. Tilsamans verða tey um 60. ­ Men ætlanin er við tíð­ ini at »trimma stabin«, ser­ liga tá talan er um marknað­ ardeildina og grafiska økið. Vit hava nøkur ung fólk har, sum fara víðari, og tey størvini verða ikki øll end­ ursett, sigur Árni Greg­ ersen, stjóri. Hann sær samanrenning­ ina sum eina spennandi avbjóðing, men kortini ikki sum nakra lætta uppgávu. ­ Tað verður neyðugt at rætta upp fíggjarliga, og tað verður ikki nøkur løtt upp­ gáva. Men hinvegin heldur ikki ein uppgáva, sum ikki kann loysast, sigur Árni Gregersen. Sambært stjóranum verð­ ur tað ein fyrimunur hjá samlaðu fyritøkuni, at teir nú hava eitt dagblað, eitt serblað og eitt lýsingarblað. Hann heldur ikki, at bløðini fara at »stjala« frá hvørjum øðrum. ­ Eg síggi tað hinvegin sum ein fyrimun, at kundin nú verður uppringdur av bert einum seljara heldur enn fleiri, sigur Árni Gregersen. Atskildar redaktiónir Hóast staburin við tíðini skal trimmast, verður eingin uppsagdur, og teir fýra undanfarnu eigararnir halda allir fram í fyritøkuni. Konseptið fer eisini at halda fram óbroytt, og talan verður um púra atskildar redaktiónir. ­ Blaðfólkini verða ikki skift millum redaktiónirnar, tað fer at koyra, sum tað gjørdi framman undan. Men sjálvandi ber til at flyta fólk millum bløðini um so er, at tey koyra troytt. Men tá verð­ ur talan um longri tíðarskeið, og ikki bert til stakar upp­ gávur, sigur stjórin á sam­ takinum. Í heila taki verða tey trý bløðini rikin eins og framman undan. ­ Prentmiðstøðin byggir í løtuni ein bygning, sum ætl­ anin er at flyta inn í um eitt ár ella so. Tá verður so part­ urin, har teir halda til í løtuni, innrættaður til redak­ tión, og tá verða øll bløðini savnað her á Dimmalætting, sigur Árni Gregersen. Vikublaðið verður fram­ vegis prentað í Danmark, tí sambært Árna Gregersen er ikki møguleiki at prenta á Prentmiðstøðini sum er. ­ Men tá hon flytir í nýggj hølir, fær hon eitt prenttorn aftrat og eina maskinu at leggja inn í við, sigur stjórin á Dimmalætting. Orsøkin til, at Dimmalætt­ ing nú hevur valt at keypa Vinnuvitan og Vikublaðið eru í høvuðsheitinum tvinnar. ­ Tey bæði bløðini høvdu brúk fyri einari størri organisatión; og so hava vit keypt, tí vit ætla okkum at vaksa, sigur Árni Gregersen, sum við keypinum nú er vorðin stjóri fyri umleið 60 starvsfólkum í mun til tey gott 30, sum starvast á Dimmalætting. Nýggjur føroyskur miðlarisi Árni Gregersen er nú stjóri á trimum bløðum, Dimmalætting, Vinnuvitan og Vikublaðnum Mynd: Jens Kristian Vang Blaðútgáva steðgað Amerikanska blaðið Boston Now, sum kom út í býnum Boston, og sum íslendska fyritøkan Baugur Group stovnaði ígjøgnum dóttirfelagið Dagsbrún Media fyri einum ári síðani, er selt. Tað er blaðleiðslan, sum hevur keypt, og hon hevur valt at steðga útgávuni. Á heimasíðuni sigur leiðslan, at búskaparviðurskiftini í Íslandi eru orsøkin til, at blaðið er steðgað, men hvussu tey ávirka blaðið aftan á eigaraskiftið verður einki sagt um. Diamantur í dustsúgvaraposa Tað er rættiliga sannlíkt, at eigarin av eini bilvaskistøð í St. Petersborg í Russlandi frameftir fer at biðja starvsfólkið hjá sær rysta posan eyka væl, tá dustsúgvaraposin skal tømast, eftir at ein diamanthálsketa varð funnin í dustinum. Virðið á hálsketuni er 2,4 milliónir krónur. Eftir at hava funnið hálsketuna sendi eigarin, Vladimir Shapiro, boð eftir einum serfrøðingi sum kundi upplýsa virðið á hálsketuni. Ovfarni bilvaskaeigarin heldur, at man mátti uppdaga tað, um ein misti nakað slíkt, skrivar bt.dk