mikudagur 16. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 73 - 16. apríl 2008
- Fara tveir lemma-
trolarar at partrola,
spara teir olju, sum
svarar til nýtsluna
hjá umleið 400 húsar-
haldum í Føroyum
um árið. Lemma-
trolararnir eru 13 í
tali, og høvdu vit í
staðin havt seks “pør”,
hevði orkusparingin
næstan svarað til
íbúgvaratalið í Klaks-
vík, sigur skipari,
sum Sosialurin hevur
tosað við
Orkusparing
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
At føroyingar hava stórt
útlát í mun til íbúgvaratal,
kemst serliga av, at fiski
skipaflotin er lutfalsliga stór
ur og brúkar nógva olju.
Ymiskt
hevur
verið
frammi um, hvussu skipa
flotin kann minka um sína
oljunýtslu og eitt tað sein
asta, vit hava hoyrt um, er
ein nýggj skrúva, sum er
orkusparandi.
Nú
umstøðurnar
hjá
lemmatrolarunum hava ver
ið umrøddar, hevur eisini
verið frammi, at partrol
hevði verið ein gongd leið.
Tá ið teir smærru trolarar
nir í sínari tíð fóru at par
trola, spardu skipini uppí
eini 40% í olju, samstundis
sum
fiskiskapurin
ikki
royndist verri, men heldur
betur.
Stór sparing
- minni útlát
Ein skipari á lemmatrolara,
sum Sosialurin hevur tosað
við í morgun, vísir á, at
nógvur peningur er at spara
við partroli, samstundis
sum sparingin fremur minni
útlát.
Lemmatrolararnir brúka
millum 5.000 og stívliga
6.000 litrar av olju um sam
døgnið – alt eftir, hvussu
stór skipini og maskinorkan
eru. Hetta merkir, at tveir
slíkir trolarar brúka millum
10.000 og 12.000 litrar av
olju um døgnið. Siga vit, at
tveir lemmatrolarar fara at
partrola, er sparingin um
samdøgnið umleið 4.000
litrar – ella umleið 2.000
litrar fyri hvørt skipið um
døgnið.
Skiparin vísir á, at hetta
svarar til eina minni olju
nýtslu upp á 1,2 miljónir
litrar um árið, sum aftur
svarar til oljunýtsluna hjá
umleið 400 miðal húsar
haldum um árið.
Sparingin hjá tveimum
lemmatrolarum
svarar
soleiðis til oljunýtsluna hjá
eini miðalstórari føroyskari
bygd um árið, og tað er ikki
smávegis, leggur hann aftr
at.
Tað eru tilsamans 13
lemmatrolarar í føroyska
fiskiskipaflotanum, og siga
vit, at 12 teirra fara at par
trola, høvdu hesi seks “pør
ini” spart olju, sum svarar
til nýtsluna hjá 1200 húsar
haldum í Føroyum.
Hetta svarar næstan til
íbúgvaratalið í Klaksvík,
sigur hann.
Nú so nógv verður gjørt
burtur úr umhvørvinum og
tí neyðuga í at minka um
útlát, er tað ikki lítið, sum
ein umlegging av hesum
partinum av flotanum hevði
merkt fyri orkunýtsluna.
Ikki allir
Skiparin vísir á, at tað neyv
an eru allir, sum eiga og
reka lemmatrolarar, ið hava
hug at partrola soleiðis
beinanvegin.
Hesi skip hava ongantíð
partrolað og hava heldur
ikki traditión fyri hesi veiði
skipan.
Hann sigur, at millum
lemmatrolararnir eru nakrir,
sum hava minni maskinorku
enn aðrir, og tað eru kanska
serliga hesir, ið kunnu hugs
ast at vilja gera royndir við
partroli.
Sum skilst, eru tað tvey
av skipunum, sum hava
minni maskinorku, ið nú
hava søkt Fiskimálaráðið
um loyvi at partrola.
Vit vita, at nógv olja er
at spara við partroli, og vit
vita av royndum hjá teimum
smærru trolarunum, tá teir
fóru at partrola, at veiðan
ikki minkaði, men heldur
kvinkaðist uppeftir.
Skiparin sigur, at hóast
veiðan hjá lemmatrolarun
um verður hin sama við par
troli, sum hon er í dag, kann
hetta merkja nógv fyri rakst
urin hjá hesum skipum.
Við verandi og møguliga
veksandi oljuprísum verður
tað bara ein spurningur um
tíð, nær hesin parturin av
flotanum noyðist at gevast,
sigur hann.
Stórt hall
Skiparin vísir á, at á seinasta
túri vóru teir úti í 10 dagar.
Vit bunkraðu 52.000 litr
ar av olju, áðrenn vit fóru.
Oljan kostaði soleiðis umleið
250.000 krónur. Hetta var
ikki ein bummtúrur. Vit
fiskaðu
140.000
pund,
meginparturin upsi, og seldu
fyri 350.000 krónur.
Skiparin sigur, at 910
mans eru við hvørjum
lemmatrolara, og ein og
hvør dugir at síggja, at hetta
hongur slett ikki saman, tá
oljan er goldin, og manning
in hevur fingið sítt.
Okkara skip hevur ikki
so stóra maskinorku, og tí
hava vit fyri tað mesta ligið
á upsanum.
Hann heldur, at ein møgu
leiki fyri frægari rakstri er,
at fiskiveiðimyndugleikarn
ir geva loyvi til partrol.
Men, sum nevnt, verða
tað neyvan allir, sum í
fyrstu syfti vilja royna
hetta. Aðrir eru kroystir til
at gera hesa royndina fyri at
vita, hvussu úrslitið verður.
Hetta verður eitt val millum
lív ella deyð hjá fleiri av
lemmatrolarunum.
Skiparin vísir á, at sam
Partrol – eitt stórt tak fyri m
Hvalabátarnir givnir
Japonsku hvalabátarnir, sum hava veitt stórhval í
Suðuríshavinum í vetur, eru givnir, og bátarnir og
verksmiðjuskipini komu til í Japan í gjár.
Myndugleikarnir loyvdu skipunum at veiða 1.000
sildrekar, 50 nebbafiskar og 50 kúlubøkur, men bátarnir
fingu bara 551 sildrekar, skrivar AP úr Tokyo. Japanska
hvalaveiðan hevur verið fyri hvøssum atfinningum, og
Sea Shepherd og aðrir felagsskapir hava fleiri ferðir roynt
at forða skipunum.
Umhugsa veiðibann
Kanningar vísa, at tann villi laksurin í teimum norsku
áunum er sera illa fyri, og veiðan er minkað sera nógv tey
seinastu árini. Eisini vísa kanningar, at laksurin, sum varð
veiddur í fjør, var óvanliga rak, og fleiri granskarar halda,
at laksurin fær ov lítið at eta. Granskarar vænta, at lítið
fer at koma undan í ár, og tí er tað væl hugsandi, at tað
verður bannað at veiða laks í teimum norsku áunum
longu í summar, skrivar Aftenposten.