mikudagur 16. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 73 - 16. apríl 2008
minni útláti
Heimsins størsta
flogfelag
Fyrrakvøldið bleiv avgjørt at leggja tey bæði stóru
amerikonsku flogfeløgini Delta og Northwest saman, og
harvið er heimsins størsta flogfelag veruleiki. Bæði
feløgini vóru í trongum skóm orsakað av tí dýra
brennievninum, samstundis sum hugurin at ferðast er
minkaður nógvastaðni. Nýggja felagið skal eita Delta, og
stjórin í gamla Delta-felagnum, Richard Anderson, er
stjóri. Umleið 80.000 fólk arbeiða hjá tí nýggja felagnum.
Asii borgarstjóri
Nú er greitt, at tann fyrsti borgarstjórin í teirri nýggju
Eystur-Vestur kommununi í Grønlandi verður ein kvinna.
Fyrrakvøldið samdust Inuit Ataqatigiit, Demokratarnir og
ein býráðslimur úr Ivittuut um at samstarva hetta
valskeiðið. Partarnir samdust eisini um, at Asii Chemnitz
Narup úr IA verður formaður í nevndini, sum skal
fyrireika kommunusamanleggingina og harvið
borgarstjóri aftan á samanleggingina tann 1. januar 2009.
Ein lemmatrolari brúka
millum 5.000 og upp í
stívliga 6.000 litar av olju
um samdøgnið. Við partroli,
kundi hvørt skipið spart
einar 2.000 litrar av olju um
samdøgnið
stundis, sum summir halda,
at partrol kann vera ein
gongd leið fyri nøkur av
hesum skipum, høvdu aðrir
ivaleyst heldur vilja, at
skipini fingu nøkur rættindi
aðrastaðni, kanska í Grøn-
landi ella í Barentshavinum.
- Á seinasta túri bunkraðu vit 52.000 litrar av olju fyri umleið
250.000 krónur. Vit fiskaðu í 10 dagar og seldu fyri 350.000
krónur, sigur skipari, sum Sosialuirn hevur tosað við
Helena Dam
á Neystabø,
landsstýriskvinna
í løgmálum, fylgdi
undirskrivingini
í býráðshøllini í
Klaksvík í gjár
StaðfeSting
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Dávur Winther
Í gjár skrivaðu borgarstjórin
í Klaksvíkar kommunu,
Steinbjørn O. Jacobsen og
borgarstjórin í Svínoyar
kommunu, Eyðun Jacob-
sen, undir sáttmála um sam-
anlegging millum komm-
unurnar báðar. Undirskriv-
ingin ber í sær, at samanl-
eggingin
millum
kommunurnar nú endaliga
er staðfest.
Nógv fólk var saman-
komið til undirskrivingina,
og millum hesi vóru eisini
fleiri fólk, sum hava sín
uppruna ella síni ættarbond
í Svínoy.
Á skránni við hátíðarløt-
una var eitt nú sangur, tón-
leikur og røður, har bæði
borgarstjórin í Klaksvíkar
kommunu, borgarstjórin í
Svínoyar kommunu og
landsstýriskvinnan í løg-
málum, Helena Dam á
Neystabø, søgdu nøkur
orð.
Eftir sjálva undirskriv-
ingina, var ábit og okkurt
leskandi, sum Jákup Ziska-
son stóð fyri.
Tá ið tiltakið í býráðshøll-
ini var liðugt, vísti umboð
fyri Klaksvíkar kommunu
landsstýriskvinnuni Virkis-
húsið og Dávavirkið, sum í
dag hýsir fleiri tónleika-
bólkum.
Sagt verður úr Klaksvík,
at Helena Dam á Neystabø
var sera hugtikin av tí, hon
sá.
Eftir vitjanina í Virkis-
húsinum og Dávavirkinum
sessaðust fólk við døgurða-
borð á Klaksvíkar Sjómans-
heimi.
Samanlegging staðfest
Við undirskrivingini er nú endaliga staðfest, at Klaksvíkar kommuna og Svínoyar kommuna fara at leggja saman. Helena
Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fekk sáttmálan suður í løgmálaráðið við sær til góðkenningar
Á skránni við hátíðarløtuna í býráðshøllini í Klaksvík í gjár var eitt nú sangur, tónleikur og
røður vórðu hildnar av borgarstjórunum og landsstýriskvinnu í løgmálum. Eisini var ábit og
okkurt leskandi