mikudagur 16. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 73 - 16. apríl 2008
tíðindi
Skúladepilin í Hovi
verður reistur í dag og
hátíðarhald verður í
hesum sambandi
Bygging
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í dag klokkan 15 var
hátíðarhald í Skúladeplinum
í Hovi í Suðuroy í sambandi
við, at bygningurin verður
Síðani spældi Tvøroyrar
Hornorkestur aftur, áðrenn
tey vitjandi fingu kaffi og
køkur.
Vit hava frætt frá okkara
manni í Grønlandi Kára
við Stein, og greiðir hann
frá dag fyri dag
31. mars
Í dag eru -8 stig stilli. Polar
Natarnaq kom inn í morgun. Teir
hava verið í Nuuk eina tíð og
fingið umvælt tey brek, sum teir
hava haft nógv av. Teir skuldu
avstað seinnapartin.
1. apríl
Í dag eru null stig og blika logn.
Hetta er sum apríl mánaði plagar
at vera hjá okkum, tá hann er
frægast.
Polar Nagtoralik kom inn til
Nuuk í morgun at landa. Teir
hava 670 tons inni, og teir skulla
sigla aftur í annaðkvøld. Kristin
Højgaard er skipari umbord á
Polar Nagtoralik.
Tað var Kristin, sum gjørdi
mettúrin í Eysturgrønlandi fyri
18 árum síðani við Tasermiut.
Teir fiskaðu í 19 dagar í nógvum
ísi, sum teir knávaðu seg
ígjøgnum. Nanok Trawl og
Tasilak vóru eisini har á leiðuni,
men har gjørdist onki hjá teimum
báðum. Teir kláraðu ikki ísin.
Sum eg havi skilt, var fiskaríið á
Dornbankan. Teir fiskaðu 385
tons av jumborækjun og fingu
35 mill. kr. fyri lastina. Tað er
ongin bátur komin í nánd av
slíkari upphædd fyrr, men tíðinar
eru eisini broyttar.
3. apríl
Í dag eru +2 stig og dýrdarveður.
Polar Qrasiut kom inn til Nuuk at
landa í morgun og at skifta fólk.
8. apríl
Í dag er stormur av suðri við
nógvum kavaæli og – 9-10 stig.
Regina C. kom inn at
millumlanda í morgun. Teir
leggja 150 tons upp. Teir skulla
inn til Nuuk í næstu viku at
landa, og teir skuldu sigla kl
1900 í kvøld.
Polar Natarnaq, sum hevur
ligið í Nuuk langa tíð, har teir
hava fingið umvælt ymisk brek,
byrjaði túr aftur herfyri. Nú eru
teir komnir inn í dag við brekum,
sum enn eru umborð hjá teimum.
Tað síðsta eg hoyrdi var, at nú
skulla teir at skifta fóðringarnar.
Natarnaq var inni í Nuuk og
landaði fyrradagin.
9. apríl
Í dag er dýrdarveður og -16 stig.
Steffen C kom inn at landa 340
tons í morgun. Tað hevur gingið
so mikið væl hjá teimun, at teir
vóru noyddir at kom inn at landa
her. Tað hevði ikki verið pláss í
lastini, um teir skuldu fiska til
21. apríl, tá teir annars skulu inn
at landa í Nuuk.
10. apríl
Í dag er dýrdarvegur og -12 stig.
Steffen C loysti nú fyrrapartin.
Akamalik kom inn at landa í
kvøld. Teir hava knapt 500 tons
inni. Kl. 20 komu teir inn aftur
við breki á ávaringarskipanini.
11. apríl
Í dag dýrdarvegur og – 12 stig.
Steffen C loysti aftur fyrrapartin,
og Akamalik loysti seinnapartin
til nýggjan túr. Polar Amaroq
skal inn til Nuuk í morgin at
landa.
14. apríl
Ja, hjá tykkum er tað
summarmáladagur. Tað merkja
vit ikki nakað til her. Tað eru – 7
stig og stilli. Qaqqatsiaq kom inn
at landa í morgun. Teir hava gott
530 tons inni. Teir hava verið úti
í 19 dagar. Tann seinasta vikan
hjá teimun var einastandandi góð
í virði. Teir fiskaðu fyri heilar 5
mill. Tað var óført og sigur nakað
um rækjuprísin fyri tíðina.
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Mettúrurin hjá Kristin
Fótbóltskappingin
Kristiansgøta 41 · FO-188 Hoyvík · Tel. 233040 / 233041
Vit átaka okkum alt arbeiði
innan hita, vatn, ventilatión
og sanitet.
Byggingin av skúladeplinum
í Hovi er komin so mikið væl
áleiðis, at reisigildi varð hildið
í dag
Savnsmynd
Nýggjur skúli
reistur í dag
Qaqqatsiaq, har Frederik Heilmann úr Nuuk er skipari