Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 16. apríl 2008 17 Stutt Sagt Minnast Laiku Tann 3. novembur í fjør vóru 50 ár liðin, síðani russ­ ar sendu eina rakett við tíkina Laika í ringrás um Jørðina, og nú hava teir reist ein minnisvarða til minnis um hana. Sjálvur minnisvarðin er ein stytta, sum ímyndar ein hund, sum stendur á einari rakett, og minniavarðin hevur fing­ ið pláss uttan fyri rannsókn­ arstovuna, sum russiski herurin hevur í Moskva, tí tað var har, Laika bleiv fyri­ reikað til rúmdarferðina. Ferðin hjá Laiku fekk stóran týdning, tí um tað mundið visti vísindin ikki, hvørja ávirkan umstøður­ nar úti í rúmdini høvdu á livandi verur. Laika livdi sjey dagar í rúmdarfarin­ um, og hesar dagarnar kundu russiskir vísinda­ menn kanna, hvussu hon bleiv ávirkað av vektloysi og umstøðunum í rúmdini annars. Laika ikki í russisku rakettini í 1957 Savnsmynd Krevja sømi- lig klæðir Myndugleikarnir í Serbia fýlast á, at alt ov mong fólk í almennum starvi fara ov lætt um, hvussu tey umboða tað arbeiðið, tey hava. Tí hava myndugleik­ arnir nú givið øllum almennum starvsfólkum boð um, at tey skulu lata seg sømiliga í, áðrenn tey fara til arbeiðsis. Eitt nú verður sagt, at sum arbeiðs­ gevari kann tað almenna ikki góðtaka, at starvsfólk eru til arbeiðis í stuttum buksum. Í einum rund­ skrivi siga myndugleikar­ nir, at almenn starvsfólk handfara persónligar upp­ lýsingar um borgararnar, og at hetta eru trúnaðarvið­ urskifti, sum skulu viðger­ ast og umsitast sømiliga. Umleið 250.000 serbar eru í almennum starvi. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg skammist av teimum prestum, sum gjørdu seg inn á børn, og kirkjan fer at gera alt fyri at lekja sárini (Benadikt pávi) útlond Benadikt pávi vitjar katólsku kirkjuna í USA, men hann skal eisini tosa um amerikanskan politikk George W. Bush, forseti, var í nátt á flogvøllinum í Washington og tók ímóti Benadikt páva, sum skal vitja sínar amerikonsku trú­ arfelagar teir næstu dagar­ nar. Pávin fer uttan iva at tosa við kirkjuleiðsluna um tær nógvu gølurnar sum prestar, sum hava misbrúkt børn kynsliga, og sum hava skak­ að kirkjuna og amerikanska samfelagið síðani tær fyrstu avdúkingarnar í 2002. Men politikkur stendur eisini ovasrlaga á skránni hjá pávanum. Hann skal tosa við George W. Bush, forseta um kríggið í Irak og um altjóða mannarættindi. Vatikanið var upprunaliga ímóti innrásini í Irak. Eitt mál, sum Benadikt pávi eisini fer at tosa við Bush um, eru teir nógvu lat­ ínamerikonsku tilflytararnir í USA. Umleið 40 prosent av katolikkunum í USA eru latínamerikanarar, og nógv­ ir teirra eru komnir ólógliga til landið. ­ USA má gera alt fyri at forða harðskapi, so at inn­ flytarar kunnu fáa eitt virði­ ligt lív, segði pávin, áðrenn hann fór til USA. Pávin vitjar Guðs egna land Svenska løgreglan er fyri hørðum atfinningum eftir morðið á Englu Høglund, og danska løgreglan kannar, um drápsmaðurin eisini kann hava myrt danskar kvinnur Løgreglan hevur skyldina av, at Engla er deyð. Tað halda fleiri sviar, og ein teirra hevur nú meldað løg­ regluna til umboðsmannin. Sambært blaðnum Dalar­ nas Tidningar vil viðkom­ andi vera við, at hevði løg­ reglan gjørt sína skyldu, hevði drápsmaðurin hjá Englu Høglund verið tikin fyri fleiri mánaðum síðani. Í novembur í fjør fekk løg­ reglan eina ábending um, at tað var Anders Eklund, sum hevði beint fyri teirri 31 ára gomlu Pernille Hellgren í 2000, men løgreglan kann­ aði ikki ábendingina. ­ Hevði løgreglan kannað málið tá, hevði Engla verið á lívi í dag, sigur maðurin, sum hevur meldað løgregl­ una, við Dalarnas Tidning­ ar. Svensku fjølmiðlarnir eru á einum máli um, at løg­ reglan hevur handfarið málið sera illa, og at fleiri teirra geva beinleiðis løgregluni skyldina av, at Engla Høglund er deyð. ­ Nógv bendir á, at Engla hevði verið á lívi í dag, um løgreglan í Dalarna hevði tikið ábendingina í novem­ bur í álvara, skrivar Dagens Nyheter. Fleiri morð? Svenska løgreglan kannar nú, um Anders Eklund kann hava beint fyri øðrum enn Pernillu Hellgren og Englu Høglund. Millum annað veit løgreglan ikki, hvør myrdi ta 16 ára gomlu Malin Ols­ son í Gøteborg í 1994, ta 22 ára gomlu Helenu Andersson í Mariestad sama árið ella ta 31 ára gomlu Pernille The­ orin í Falun í 2006. Danska løgreglan hevur eisini áhuga fyri Anders Ek­ lund, tí hann koyrdi lastbil fyri eina danska fyritøku eitt skifti. Millum annað ætlar løgreglan at kanna, um DNA­royndir av svenska drápsmanninum kunnu knýt­ ast at morðunum á ta 37 ára gomlu Alice Kansiime í 1997, ta 20 ára gomlu Evu Christensen í 2001 ella Birthe Dannemann, sum varð funnin myrd í 1997. Harafturat leitar løgreglan eftir tí, sum myrdi ta 35 ára gomlu Karinu Christensen í 2003, og løgreglan vil eisini fegin vita, hvat varð av teirri 48 ára gomlu Ullu Bødker, sum hvarv í Esbjerg í 1997. Løgreglan fær skyldina Danska løgreglan kannar nú, um Anders Eklund kann hava framt morð har eisini Mynd: Polfoto Benadikt pávi millum erkabiskuppin Timothy P. Broglio og George W. Bush, forseta Mynd: Polfoto