Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 16 nr. 73 • 16. apríl 2008 hetta pláss varð valt. Veg lovaði kommustýrið fyri Sandoynna eisini. Teir vildu eisini lata grundøkið og sandin ókeypis. Vágar vildu latað nakað somu sømdir. Men úrslitið gjørdist sum kunnugt, at staðið gjørdist Hoydalar. Mett var at kostnaðurin av einum sanatorium fór at vera kr. 160.000. Tað kann eisini verða nevnt, at danski løgmála­ ráðharrin, sum gjørdi sítt til, at sanatoriið gjørdist veruleiki var Alberti, sum júst í 1908 misti starvið og seinni kom at sita fyri fíggjarundandrátt. Politikkur uppí Eyðkent føroyskt kom eisini poli­ tikkur uppí. Í Tingakrossi fyrrapart­ in av 1908 stóð hesin stubbin í Tingakrossi, sum er skrivaður av Djóna og soni hansara Poul Isaksen: Sanatorie-Arbejdet. I Bladet Dimmalætting for i Lørdags læses følgende: Sanatoriet er nu besigtiget af Lagtingets Tilidsmand Hr. Arkitekt Ingemann fra København, der har kasseret en del af det uførte Arbejde. Særligt gælder det om Maler-, Glarmester og Ferniseringarbejdet, som for en stor Del maa gøres om igen. Da det er som almindelig kendt er os undertegnede, der har haft disse arbejder i Entre­ prise, følte vi os ikke saa lidt forbavsede, da vi fik kundskab om denne overraskende meld­ ing i Dimmalætting, al den stund vi var os bevidst at have udført arbejdet med den mellem os og Tømmermester Jacobsen, Klaksvig, oprettede Kontrakt. For at faa Klarhed over Sagen henvendte vi os derfor til Arkitekt Ingemann, der ved første gennemlæsning af Dimmalættings Notits udbrød: ”Men det er jo Politik! Er De ikke politiske Uvenner?” Spørgsmaalet bekræftedes og Arkitekten tilføjede: ”Ja, for det er er Løgn”. Síðani útgreina teir málið og kom til ta niðurstøðu, at hetta er bert uppspinn. Hetta sigur eitt sindur um tónalagið, sum var tá. Serliga merkiligt er hetta, tá hugsað verður um, at eftirtíðin minnist Djóna í Geil sum ein framúr­ skarandi heiðursmann. Tað sama er við børnum hansara. Seinni kom Petur Alberg, sonur Djóna, at mála sanatoriið, tá tað aftur skuldi málast. Sanatoriið varð tikið í brúk fyrst í juni, og tann 12. juni varð fyrsti sjúklingurin innlagdur. Tá komið var fram til 17. august vóru 29 sjúklingar innlagdir, av hesum høvdu 24 tuberklar, meðan teir fimm vóru vanligir sjúkrahússjúklingar. Katrin Dahl: Um Dr. Magnussen Vit hava nú ein samandrátt av teimum báðu greinunum, sum eru lagdar inn á heimasíðina hjá postverkinum. Katrin Dahl skrivar sum læknan Vilhelm Magnussen, sum gjørdist ímyndin av baraganum móti tuberklum Hvør var hesin Dr. Magnussen, sum hvørt mansbarn í Føroyum kendi, og sum tey flestu vóru bangin fyri og ræddust sum hin versta, men sum samstundis var virdur og elskaður sum Várharra sjálvur? Vilhelm Magnussen var føddur í Saksun 23. apríl 1904, og hann tók læknaprógv í 1929. Eftir hetta arbeiddi hann á Øresunds Tuberkulosehospitali, og nakað seinni tók hann embætisprógv sum serlækni í tuberkulosu. Dr. Magnussen bleiv settur í fast starv sum lækni á Sanatori­ inum í 1936. Tá vóru 52 sjúklingar innlagdir. Tá var eingin rættilig viðgerð fyri sjúkuna. Eitt uppihald á sanatoriinum mest at líkna við eitt kur­uppi­ hald, har dentur var lagdur á at fita fólk við góðum mati, frískari luft og hvíld við vón um at leki­ dómur var í hesum. Fyrsta árið Dr. Magnussen var í Føroyum, fór hann landið runt at leita eftir smittukeldum. Hetta var eitt sera trupult og krevjandi arbeiði tá í tíðini við teimum ferðslumøguleikum sum vóru tá. Ein stórur trupulleiki var, at fólk ræddust læknan. Tey ræddust fyri at fáa staðfest sjúkuna, og tí goymdu tey seg burtur. Fyrsta fólkið varð koppað 8. apríl 1946 Ein nýggj tíð byrjaði við kopp­ seting. Men kampurin bleiv ikki minni hjá Dr. Magnussen. Mótstøðan var stór ímóti vaccin­ uni, tí í fyrsta umfari var feilur í vaksinuni so fólk doyði uttanlands av henni. Feilurin bleiv funnin og rætt­ aður. Síðani kundu øll, sum ikki høvdu smittuna (andevni), lata seg koppa, men tað skuldi stórt arbeiði til fyri at fáa fólk at góðtaka, at hetta var vandaleyst. Dr. Magnussen ferðaðist ótroyttiligur hvørt ár í hvørt pláss í Føroyum, fyri at øll skuldu fáa møguleikan fyri at blíva koppað. Í 1950 bleiv funnið fram til medisin, sum kundi lekja sjúk­ una. Men Dr. Magnussen gavst ikki so. Koppingarnar hildu fram, og málið var at fáa hvørt barn koppað, áðrenn tað var ársgamalt fyri at steðga sjúkuni. Hetta eydnaðist eisini hjálpt av, at íbúðurviðurskifti og livikor hjá fólki batnaði. Dr. Magnussen doyði í 1989 ­ 85 ára gamal. Søgan um "pirkuna" Hetta er samandráttur av greinini um ”pirkuna”, sum gjørdist heitið hjá sjúkrasystrini, sum ferðaðist kring landið saman við Magnussen. Ein av hesum ”pirkum” var Marin Skipanes, ættað úr Kvívík, seinni búsett á Skipanesi Koppingin móti tuberklum, tann sokallaða calmetta vaccinatiónin, byrjaði 9. apríl í 1946. Í fyrsta umfari var málið at røkka allar bygdir í landinum. Hetta mál var longu rokkið í desember sama ár. Hetta var í sær sjálvum eitt stórt avrik, tá hugsað verður um samferðsu­ møguleikarnar tá. "Pirkan" fekk sítt navn av, at tað millum annað var hennara arbeiði at pirka. Vit fara her at greiða frá mannagongdini við pirking og kopp­ seting, sum vóru tvey ymisk ting. Pirkingin Fyrst skuldi staðfestast, um fólk høvdu verið úsett fyri tuberklar. Antin vóru tey "positiv" ella "negativ". Hetta varð gjørt við "pirkingini". Ein skøva varð gjørd í húðini á arminum, har evnið "tuberkoline" varð koyrt í. Endamálið var at fáa staðfest, um tey sum pirkað vóru høvdu "smittuna" ella ikki. Um armurin hovnaði og gjørdist reyður var viðkomandi positivur og skuldi ikki koppast. At vera "positivur" og "hava smittuna" var tað sama. Tey, sum vóru positiv, kundi tískil gerast sjúk. Men longri tíðin gekk, tess minni gjørdist vandin, tí í kroppinum mentist antistoff ímóti tuberklum. Men kortini var vandin ongantíð av. Og umstøður seinni í lívinum kundu elva til, at sjúkan kundi bróta út. Hetta sást millum annað í konsentratiónslegunum undir seinra heimsbardaga, har fólk kropsliga gjørdust illa fyri, og sjúkan tí hevði lættari við at koma fyri seg. Her eru Marin og Vilhelm Magnussen til arbeiðis niðri í fjøruni Katrin Dahl arbeiddi fyri Vilhelm Magnussen sum ung. Hon hevur skrivað frásøgnina um læknan, sum nýtti allar sínar kreftir at basa hesi sótt Hesin fiskimaður eins og túsundir aðrir vórðu kannaðir fyri tuberklum, og er hann nú komin á frímerki. Hvør man hann vera? Marin hevur júst fylt 92 ár. Hon er framvegis røsk og skilagóð