mikudagur 16. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Sanatoriið gjørdist ein stórur
partur av okkara tuberklasøgu,
sum kom at liggja sum ein skuggi
yvir okkara samfelag í mong ár.
100 árs dagurin er sjálvsagt
eitt gott høvi at varpa ljós á
hesa søgu. Hetta hevur higartil
í ár verið gjørt av postverkinum
við at geva út tvey frímerki við
motivum um tuberklasøguna.
Útgávudagurin var 11.2.2088, og
sniðgevari er ein av okkara bestu
listarmonnum Anker Eli Petersen.
FF-blaðið eigur sín leiklut í hesi
frímerkjaútgávu. Umframt vanligt
fakfelags- og fiskivinnutilfar
royndi blaðið at fáa á prent
søguna og lagnusøguna hjá
fiskimonnum og annars hjá tí
arbeiðandi fólkinum. Her varð
eisini gjørt nokk so nógv burtuur
tuberklasøguni, sum sanniliga
eisini var ein partur av søguni hjá
fiskimonnum.
Men tað vóru kreftir, sum fóru í
herna fyri at fáa jarðlagt FF-
blaðið og hetta eydnaðist.
FF-blaðið ”livir” enn
Men FF-blaðið er kortini ikki
heilt fyribeint. Beinleiðis parturin
hjá FF-blaðið í hesi frímerkja-
útgavu er, at onnur myndin
á øðrum frímerkinum er av
einum fiskimanni, sum verður
røntgenkannaður av Dr. Magnus-
sen, ein støða sum túsundir av
fiskimonnum hava verið í. Hendan
myndin er komin úr FF-blaðnum
í samband við eina grein um
tuberklar.
Afturat hesum eru tvær greinir
um tuberklasøguna lagdar inn á
eina av heimasíðunum hjá Post-
verkinum, www.faroestamps.fo
Umframt á føroyskum eru
tær eisini týddar til enskt. Her
er talan um eina frásøgn um
arbeiðið hjá ”Pirkuni”, Marin
Skipanes á Skipanesi, sum ferð-
aðist kring landið saman við Dr.
Magnussen at kanna fólk fyri
tuberklar og at vaksinera tey.
Eisini er grein úr FF-blaðnum
hjá Katrin Dahl um Vilhelm
Magnussen og hansara virki á
hesum øki. Grundarlagið fyri
hesum greinum er framløgur, sum
tær báðar Marin og Katrin høvdu
á ymiskum plássum fyrst í 2006.
Hervið fekk FF-blaðið uppreisn
fyri umrøddu viðferð. Nú verður
hetta tilfar eisini sæð av einum
munandi størri publikum enn fyrr.
Nevnda heimasíða hevur 400
vitjanir um dagin, ella 12.000 um
mánaðin úr nógvum londum um
allan heimin.
Søgan um
byrjanina av
Sanatoriinum
Undan næstseinasta aldarskifti
fóru tuberklarnir at gerast ein
rættiligt sótt í Føroyum. Tað er
umleið í 1906, at spurningurin
um at byggja eitt sanatorium fyri
tuberklasjúk rættiliga verður tikið
upp í løgtinginum.
Løgtingið kom inn í málið við at
seta eina løgtingsnevnd at hava
hetta mál um hendi, og nevnast
kann, at ein slík nevnd sat heilt
til 1948. Frágreiðingar hjá hesi
nevnd síggjast í løgtingstíðindi,
sum tískil er ein týðandi kelda til
hesa søgu ár fyri ár.
Í fyrstu nevndini vóru Zacharias
Nielsen úr Sandavági, Joen Hend-
rik Poulsen úr Skopun, Jógvan
Michael Matras úr Hvannasundi,
Søren Emil Müller úr Havn og
Joen Poulsen av Strondum.
Ein niðurstøða hjá nevndini
var, at eitt slíkt sanatorium ikki
hevði brúk fyri lækna fulla tíð.
Hetta skuldi vera ein partur
av virkseminum hjá kommunu-
læknanum í Havn. Eisini var
avrátt, at sanatoriið skuldi hava
32 seingjapláss. Hetta tal varð
seinni økt.
Ein spurningur, sum skjótt tók
seg upp var, hvar í landinum eitt
slíkt sanatorium skuldi liggja.
Her avnoktaði lokalpolitikkur
seg ikki. Nevndin býtti seg í ein
meiriluta og tveir minnilutar.
Meirilutin helt, at sanatoriið
skuldu liggja í økinum kring
Havn. Læknin í Havn skuldu
røkja sjúklingarnar. Men sam-
stundis skuldu hann ikki hava
loyvi at hava sjúklingar uttan
fyri Havnina, har tað ikki var
landafast, tá veðurlíkindi kundu
forða læknanum at koma aftur til
Havnar eftir einum degi.
Jógvan Poulsen, sum var valdur
í Eysturoy, var við í meirilutanum.
Men hann helt annars, at sana-
toriið eins væl kundu ligið í
Eysturoynni, sum á eystara armi
av Skáafjørðinum ella í Sunda-
lagnum. Sambandið hagar úr
restini av landinum kundi vera
eins gott og til Havnar.
Hjá meirilutanum var eisini ivi
um, hvørt tað fór at bera til at
fáa nóg mikið av mjólk á leiðini
kring Havnina. Tørvur var á minst
80 litrum um dagin. Men hildið
varð, at sáttmáli kundu gerast
við mjólkarframleiðarar uttanfyri
Havnina.
Annar minnilutin, vágatingmað-
urin Zacharias Nielsen, helt, at
Sørvágsvatn var vakrasta staðið
at leggja eitt slíkt sjúkrahús,
og her var eisini besta veðurlag
fyri tey sjúku. Her var í hvussu
er nóg mikið av mjólk, og fekst
Smiril at sigla í Vágarnar var
ferðasambandið eingin forðing.
Sandoyartingmaðurin J. H.
Poulsen helt, at við Sandsvatn
var avgjørt besta pláss av teimum
trimum, sum vóru í uppskoti, og
her var eisini vakrast.
Tað var ikki lætt at koma í
Sandoynna, tá veðrið var ringt.
Men sjúklingarnir kunnu leggjast
inn á hospitalið at bíða, inntil
veðrið batnaði.
At tað hevur verið trupult at fáa
lækna til Sandoynna er ikki nakað
nýtt. Ein grundgeving var eisini,
at sanatorium í Sandoynni eisini
vildi loysa tann trupulleikan.
Løgd var fram ein váttan frá
Havnar kommunu, at teir vildu
gera veg niðan í Hoydalar, um
100 ár síðan
sanatoriið opnaði
Herfyri høvdu vit eina Miðviku í samband við at 100 ár
vóru liðin, síðan mjólkaforsýningin byrjaði sítt
virksemi. Men tað hendi meira í 1908, nevniliga at
sanatoriið varð liðugt og fór at taka ímóti sjúklingum.
Vit fara at tríva í hesa søgu
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hetta eru frímerkini, sum postverkið hevur givið út í samband við tey 100
árini, síðan vit fingu eitt sanatorium
Anker Eli Petersen er sniðgevin
av hesum og øðrum frímerkjum.
Hann skipar eisini fyri heimasíðini
Faroetamps