mikudagur 16. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 73 - 16. apríl 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fríggjadagin 28.mars fylti
ein megnarkvinna í Skopun
85 ár. Hon eitur Bodil
Hentze og er mamma og
vermamma og omma okk
ara. Hon misti pápa sín bert
11 ára gomul. Mamma
hennara sat tá sum einkja
eftir við átta børnum, so at
mamma mín kom til góð
fólk at vera “Í Heiðar
nar”,Hjá Jógvani og Sigrið
á Høgabóli. Har gjørdi hon
so barnaskúlan lidnan og
hjálpti til við arbeiði har,
eitt nú gjørdi hon reint
umborð á sluppini “Lizzie.”
Sum áður nevnt gekk hon í
skúla í Heiðunum. Tá var
ikki sum nú, at farast kundi
í “weekend”, nei, tað var
bert á jólum og um summ
arið, at hon slapp at vitja
mammu sína og heimbygd
ina. Mamman hevur oftani
greitt frá um slíkar túrar og
nevnast má her at gingið
var allan vegin, eisini upp
um fjøll. Har man mangt
tárið hava runnið, at skula
vera burtur frá mammu
síni so ung og so leingi!
Seinni kom hon til Klaks
víkar at tæna Hjá Dáva í
Gerðunum. Har kom hon
til
persónliga
trúgv
á
Harran Jesus, allir synirnir
hjá Dáva løgdu seg á knæ
og bóðu fyri henni. Teimum
fólkunum hevur hon altíð
borið alt gott. Í Klaksvík
vaskaði hon á sjúkrahúsinum
undir krígnum, tað var
mangan strævið.
Sum frá leið er mamman
eisini komin til Havnar at
tæna hjá frú Louis Zachari
assen og seinni hjá Herluf
og Judit Arnason og lærdi
eisini bókbinding har. Eina
tíðina arbeiddi hon hjá
Mariu Poulsen har var hon
einaferð áhalsin og datt í
útsýnisvindeyganum. Men
tað er eisini okkurt gott
hent henni hesa tíðina,tí var
um hetta mundið at møtti
honum,sum
skuldi
vera
maður hennara, nevniliga
Samuel Peter Hentze úr
Skopun. Hann kom at vera
henni ein góður maður og
okkum ein góður pápi. Tað
var soleiðis ,at systir henn
ara Fía var blivin forlovað
við Torgrími og hann átti
ein eldri beiggja og tað end
aði so við tí at Lorvíks
systrarnar
báðar
gjørdu
mostrum sínum Rigmor og
Elnu “kunstin eftir”og gift
ust við tveimum brøðrum
úr Skopun.
Góða mamma, tað hevur
ikki verið lætt hjá tær at
mist tann fyrsta fødda sonin
Petur Sigurd og so fekk páp
in tuberklar, men so fekk tú
tíbetur ein son aftrat skjótt
aftaná sum bleiv uppkall
aður, sum vera man. Síðani
komu tvær gentur Rutt og
Nomi og so ein sonur, Pól.
Góða elskaða mamma okk
ara! Tú hevur altíð verið
okkum ein góð mamma.
Altíð víst okkum á hin góða
smala vegin, biðið fyri okk
um og gjørt alt tað besta
fyri okkum. Tú hevur havt
tína dagliga gongd í Betania
øll hesi árini síðani tú kom
til Skopunar at búgva og
tað eru eini 60 ár síðani.Har
var pápin eisini ein av
grund stuðlunum og ferð
aðist eisini runt um í Føroya
landi at bera fram vitnis
burðin um Harran Jesus.
Ikki havi eg gloymt hvussu
tit bæði stuðlaðu mær í at
læra og fáa eina útbugving.
Ta tíðina legði eg nógv fyri
at koma heim í weekend til
tykkum. Undir Hamrinum
er gott at vera, plagar tú at
siga.
Mangan hevur hugnaligt
at koma saman við familjuni
til Skopunar at vitja teg. Tú
er ófør at klára teg einsamøll
í húsi so høgt til árs.
So nú ynskja vit tær eitt
gott lívskvøld og at Jesus
skal vera hjá tær soleiðis,
sum tú altíð bað Hann
fylgja okkum, tá ið vit fóru
út fyri dyr.
Kærastu heilsanir: Pól,
Bjørga, Rebekka, Rakul
og Samuel
Ein heilsan á 85 ára-degnum
Í døgunum frá 17. apríl til 1. juni 2008
hevur Edith Mørkøre, listakvinna,
Listaframsýning í Cafe KANT í
Københavns Kulturcenter. Hetta er
fyrstu ferð at Edith sýnir málningar
fram í Danmark.
Edith
málar
abstrakt/ekspresi
onistiskt og arbeiðir, við strukturi og
formum í akryl. Hon finnur íblástur
úr tónleiki, Gudi, fólkum, nátúruni og
viðurskiftium sum rørast í tí dagliga
lívinum.
Til hesa framsýningina hevur hon
eisini fingið íblásur úr trøðum og á
skránna hevur hon skrivað hesa
lýsingina:
”Når jeg tænker på træet og dets
rødder, så er der stor forskel på de
forskellige træer og planter vi ser, det
samme gælder os mennesker. Et træ
kan være stort og flot med en fyldig
blomstring, men dets rødder er næsten
helt usynlige. Ved et andet træ kan
selve blomstringen næsten ikke ses,
men de usynlige rødder under jorden
spreder sig bredt, dybt og suger god
næring til sig. Dette med træet synes
jeg også er et godt billede af menn
esker. Den bedømmelse vi ofte har af
andre, kommer af det, vi ser, og ikke
af det, der fylder under jorden.”
Edith hevur verið við á nógvum
ymiskum framsýningum í Føroyum
seinastu árini.
Við á framsýningini eru 45 tey
nýggjastu verkini.
Københavns Kulturcenter hevur
dagliga opið soleiðis: Mánad.– hósdag
09.0016.00, fríggjadag 09.00– 14.00
og sunnudag 10.0013.00
Adressan er: Københavns Kultur
center, Drejervej 1121, 2400 Køben
havn NV
Edith hevur eina heimasíðu, har
hon sýnir málningar fram. Heimasíðan
er www.edithart.com.
Fernerisering verur hósdagin 17.
apríl frá kl 15.00 til 16.00 har livandi
tónleikur er at hoyra og boðið verður
til kaffi/the og okkurt gott afturvið!
Øll eru vælkomin!
Edith Mørkøre í Københavns
Kulturcenter
Dagurin
17. apríl. Anicetus, deyður umleið ár 166. Hann var
pávi. Í Føroyum hevur mansnavnið Setus verið brúkt.
Nú er tú farin heim til
Harran. Heilsan varð farin
at bila hjá tær. Har tú
komst at vera á Vesturstovu
í nøkur ár. Har tú bleiv 89
ár. Mamma mín og tú vóru
javngomul, mamma segði
at tú vært ein roknimaskina
í Fuglafjarðar skúla.
Eg minnist tá ið tú róði
út við Erik, saman við
Alexandur
Kristiansen,
sum Sámal Petur Petersen
átti. Vit kallaðu keiina fyri
Pidda’sa kei. Eg og Frank
lin bróður plagdu fáa fisk
til mammu Hertu og
Ingjald, tá búðu vit á
Trøðni. Tú og pápi plagdu
at fara í fjørðin at fiska í
fjørðinum
ta
seinastu
tíðina.
So plagdu tit at fortelja,
tá ið tit vóru við Fame í
Fredrikshavn jólatúrin í
tveir mánaðir. Har motor
urin var høvuðsumvældur,
sum Sigurd Simonsen átti.
Har ímillum var Gordon
Midjord, var við Fame, til
at keypa sandgrevstur úr
Fredrikshavn.
Friður yvir minni tínum
Solberg Kristiansen.
Siglur tú lívsins stormandi
hav
steðga tú vinur, tú veist
ikki av
fyrr enn teg deyðin kann
taka í favn
ov seint er tá at leita í
havn.
Tórhallur Andreasen
Minningarorð
- mín góði vinur
Solberg Kristiansen
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Else Sophie Johansen
fødd Andreasen
ættað úr Haldarsvík
búsitandi á Lag í Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
mánadagin 14. apríl, 95 ára gomul.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin kl.18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin kl.13.00.
Familjunnar vegna
Páll, Mathilda, Anna Maria og Jákup