mikudagur 16. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 16. apríl 2008
13
Fyrsti partur
Fyrst av øllum vil eg eisini
ynskja tykkum báðum
Annfinni í Skála og Jon
hardi Mikkelsen hjartaliga
til lukku við tykkara megn
aravriki, sum varð lagt
fram fyri almenningin t.
22.02.08 úti á Læraraskúla
num. Føroyskenska orða
bókin (1.útg.) og Ensk
føroyska orðabókin (2.
útg.) kundu síggjast í
nýggjum og stásiligum
hami, har Donskføroysk
orðabók var løgd við sum
eyka gáva.
Datt nú um dagarnar
niður á grein í gomlum
Viðskera 22. feb. 1997
blaðsíðu 4 og 5 eftir Póli á
Kletti í viðtalu við Bjarna
Djurholm (= BD), nú
fyrrverandi vinnumálaráð
harra og tá varaskúlastjóra
í Eysturskúlanum. Evnið,
ið varð til umrøðu, var
orðabókaútgáva.
Greinin eitur ”Gongd má
sum skjótast fáast á før
oyska orðabókaútgávu” og
byrjar við teirri syrgiligu
staðfesting við hesum
orðum: ”Eingin veit, hvat
fer at henda orðabókum í
Føroyum. Eingin setir kós,
eingin stýrir. Heildar
myndin er veik og
tilvildarlig, og henda
tilvildin hevur við sær, at
fólk, sum vilja málinum
væl, í sjálvdrátti royna at
arbeiða, sum tey halda vera
best – ongantíð sum partur
av eini heild. Næmingar,
lærarar, skrivstovu,
fjølmiðla eins og
vinnufólk eiga at sleppa úr
fremmandum málum inn í
sítt egna so væl, sum til
ber. Men tey sleppa mang
an ikki – ikki tí, at málið
ikki er tøkt, ella tí at tey
ikki leggja lag í at brúka
tað, men tí at tørvur er á
grundleggjandi amboðum
til arbeiðið” so mong vóru
orðini tá – fyri góðum 10
árum síðan..
Tað kundi tí verið áhuga
vert at spurt 1) BD, um
hann heldur, at hesi 10
seinastu árini hava verið
nøktandi á økinum innan
orðabókaútgávu?, nú hann
kann kanna eftir, hvussu
nógv, ið veruliga er broytt
og komið á skaftið á hes
um álvarsama øki, hvat tí
føroyska málinum
viðvíkur.
2) Hvussu er so støðan
góð 10 ár seinni? Og
svarið er:
Í tíðarrøð eru hesar orða
bøkur síðan 1997 komnar á
marknaðin í bóka og teldu
útgávum: 1998 komu Móð
urmálsorðabókin (Føroya
Fróðskaparfelag 1991
1998) og Donskføroysk
orðabók (Stiðin, har Sprot
in seinni hevur tikið yvir),
2000 Føroysk samheita
orðabók, 2004 Føroysk
italsk orðabók, 2005
Íslendskføroysk orðabók
og loksins megnaravrikið
2008 Føroyskenska (1.
útg.) og Enskføroyska (2.
útg.) eisini teldutøkar.
Um ikki privatu forløgini
Stiðin og Sprotin høvdu
givið sínar bøkur út: Før
oyskensk (1.útg.) og
Enskføroysk (2. útg.) og
Donskføroysk út, so má
sigast, at úrskurðurin hevur
verið sera soltin fyri allar
tær milljónirnar (henda
upphædd verður viðgjørd í
seinni grein), sum Løgting
ið hevur játtað fyri skatt
gjaldarans pening. Tí tað,
sum BD í høvuðsheitum
spyr eftir, eru føroyskar
orðabøkur serliga til skúla
, fjølmiðla og vinnubrúks.
Tær, sum hava sæð dagsins
ljós – ikki tær tríggjar hjá
Stiðanum og Sprotanum og
Móðurmálsorðabókin eru
ikki tær mest átrokandi til
næmingar og lærarar,
fjølmiðlarnar og vinnuna,
og tí eru tær meira at meta
sum ískoyti til tann
grundleggjandi orðabóka
tørvin innan skúlagátt bæði
í fólkaskúla, miðnámsút
búgvingum og hægri læru
stovnum eins og í vinnulívi
num. Løgtingið hevur
játtað stuðul, sum tað kann
kjakast um, um hann er
nøktandi ella ikki, men at
søpla stuðulin burtur vegna
tvørrandi kunnleika á orða
bókaøkinum bæði innan
Mentamálaráðið og Orða
bókagrunnin, man vera
ovboðið!
Her koma vit aftur til
byrjanarorðini í greinini:
”Eingin veit, hvat fer at
henda orðabókum í Føroy
um. Eingin setir kós, eing
in stýrir.“ Hetta merkir, at
tríggjar ferðir verður eing
in skrivað, og niðurstøðan
er er so hareftir: ”tí er
Heildarmyndin veik og
tilvildarlig“.
BD ger ein lista yvir tær
mest átrokandi orðabøk
urnar: Hann nevnir eina
dagførda enskføroyska
orðabók. Hetta ynskið er
uppfylt, við tað at hon er
dagførd, og at hon er kom
in í nýggjum búna, týsk
føroyska orðabók, sum
hevur ligið klár síðan
1998, men nakað væl
minni tá, og sum deildar
stjórar, bæði fyrrverandi og
nýggjur núverandi, og
aðalstjóri hava lagt fótong
ar fyri, so at hon ikki skal
koma út (meira um hetta
kapitlið seinni), fransk
føroyska orðabók, sponsk
føroysk orðabók og russ
iskføroysk, sum eru
fremmandamál í m.a
skúlaumhvørvinum.
BD skjýtur í greinini
upp, at gera samstarv við
Gyldendal, sum Stiðin
longu tá hevði prógvað, at
tað væl læt seg gera.
Henda leist kundu so hinar
orðabøkurnar eisini verið
skornar eftir, sum tann
týskføroyska í veruleika
num eisini er týdd eftir. Tí
Zakarias Wang samráddi
seg til keyp av hesum
báðum orðabókunum, bert
spell, at hann ikki legði seg
á allar tá! BD vísir á fleiri
fyrimunir við hesi skipan:
Leitorðini eru vald, (men
tað er neyðugt, at snara
hesar leistar nakað til før
oysk viðurskifti), tey verða
javnan dagførd, framburður
og ljóðskrivt eru skrivað,
donsku týðingarnar eru
gjørdar. „Eftir er bert at
strika danskt og seta før
oyskt ístaðin.” Men so ein
kult man tað kortini ikki
vera, sum BD ger tað til.
Síðan manglar bert mak
in til orðabøkurnar, sum
eru umrøddar omanfyri.
Her metir BD, at ein móð
urmálsorðabók í fyrra lagi
og í seinna lagi ein før
oyskdonsk orðabók at
vera ”avgerandi fortreyt”
fyri, at ein føroyskensk,
føroysk týsk, føroysk
fransk, føroysksponsk og
føroyskrussisk kunnu
gerast til lítar.
Móðurmálsorðabókin kom
sum kunnugt í 1998, men
tann føroyskdanska orða
bókin hevur eingin sæð
nakað til enn, sjálvt um
hon hevur verið ávegis í
eini 8 ella 9 ár ella fleiri,
sum er alt ov leingi fyri
eina orðabók av slíkum
slag og vavi. Men tvørleik
in er kanska tann, at orða
bókarithøvundin ella orða
bókarithøvundarnir ikki
hava megnað uppgávuna at
flyta orðabókina úr føroysk
um í danskt?! BD vísir
sjálvur á henda tvørleika:
”At flyta føroyskt inn í
fremmandamál krevur
kunnleika, sum valla er at
finna í Føroyum og tí má
útvegast í tí landi, har
fremmandamálið verður
talað. Men her hava Ann
finnur í Skála og Jonhard
Mikkelsen gjørt hesum
sjónarmiði til skammar, tí
teir hava prógvað, at vit
føroyingar duga eisini,
bara umstøðurnar eru til
staðar, og her verður ser
liga hugsað um fíggjar
karmarnar, sum eru alt ov
trongir. Tann føroyskt
danska orðabókin kundi
verið loyst øðrvísi hjá Orða
bókagrunninum, tí í t.d.
Hoydølum hava vit vælút
búgvið fólk bæði við
prógvi í føroyskum og
donskum. So grundsjónar
miðið hjá BD at týða úr
fremmandamálinum, t.v.s.
úr føroyskum í t.d. danskt,
týskt, franskt ella spanskt
er óivað rætt, men í
neyðstøðu verður so mangt
nýtt sum í tí føroyskt
ensku. Men tann føroysk
danska hjá Orðabókagrunn
inum tykist vera eitt ótroð
ið neyðaregg. Men tann
føroyskttýska hevur eingin
sæð nakað til, nú hon
hevur ávegis í 7 ella 8 ár.
Her skal bert stutt nertast
við ta ómegd, sum Menta
málaráðið hevur staðið fyri
í arbeiðnum við mínari
týskføroysku orðabók og
tí føroysktýsku. Orða
bókarithøvundarnir báðir
hava ongantíð hitst at
umrøða viðurskifti millum
málini bæði. Her hevði
verið eitt hóskandi høvi hjá
Mentamálaráðnum at víst,
hvussu tvær orðabøkur
kundu verið samskipaðar,
men so eigasørt. Aðalstjóri
og deildarstjórar bæði
fyrrverandi og núverandi
hava einki gjørt í hesum so
sjálvsagda máli, men teir
hava blakað málið frá sær
og lagt føroysktýsku orða
bókina undir Orðabóka
grunnin við Kára á Rógvi
sum formanni í 5 ár. So
orðini hjá H.A.Djurhuus
fyri góðum 100 árum
síðan:
1) Saman at halda varð
ei okkum givið,
Tí er so lítið burturúr her
blivið,
Tí enn vit tala, men ov
lítið gera.
Samanhald má vera.
2) Stóðu vit saman,
Føroya synir sterku,
Kundu vit útint mangt
eitt roysnisverkið,
Kundu vit frama ført til
Føroya landið.
Standið tí saman.
Hesi orðini vóru sonn, so
sonn tá fyri góðum 100
árum síðan, og tey eru enn
líka so sonn dagin í dag.
Framhald
Orðabókapolitikkur hesi 10 seinastu árini
Kári DaviDsen
Fólkatingið viðger í dag
fíggjarlógina fyri 2008. Í
røðu í dag førir undirrit
aði fólkatingsmaður m.a.
hetta fram: Ríkisveiting
in hevur størri týdning,
enn landsstýrið vil sanna,
og týdningurin av veiting
ini økist, nú serfrøðingar
síggja myrk skýggj á
luftini. Hetta er enn ein
orsøk til at fegnast um
Ríkisfelagsskapin. Evnið
á lestrarstevnuni hjá
Norðuratlantsbólkinum
á Christiansborg herfyri
var púra malplaserað
Í sambandi við viðgerðina
av donsku fíggjarlógini á
Christiansborg í dag fer
undirritaði fólkatingsmað
ur m.a. at leggja dent á hesi
viðurskifti:
Ríkisveiting stóran týdning
Ríkisveitingin til Føroya,
ið bert telur 0,1 prosent á
donsku fíggjarlógini, telur
heili 15 prosent á før
oysku fíggjarlógini.
Sostatt hevur veitingin
framvegis sera stóran
týdning fyri føroyska
landshúsarhaldið og
búskapin sum heild.
Búskaparráðið o.o.
síggja í hesum døgum
myrk skýggj á luftini, og tí
fær ríkisveitingin støðugt
størri týdning. Tí tykist tað
løgið, at samgongan í
Føroyum, sum framhald
andi arbeiðir við at skerja
ríkisveitingina, heldur fast
um, at veitingin hevur
lítlan týdning.
Ongin ivi er um, at al
menna tænastustigið versn
ar, og livifóturin í Føroyum
lækkar, um ríkisveitingin
verður tikin burtur.
Malplaserað stevnað
Sæð í hesum ljósi var
lestrarstevnan hjá Norður
atlantsbólkinum á Christ
iansborg herfyri fullkomi
liga malplaserað.
Heldur enn at hava
fokus á, hvussu tann
týðandi ríkisveitingin skal
skerjast, áttu umboð fyri
bólkin at havt fokus á,
hvussu vit skapa fleiri
inntøkur. Vøkstur og
menning eru treytir fyri, at
væl útbúgvin fólk koma
heim aftur til Føroya, og tí
kundi ein lestrarstevna
hóskandi viðgjørt m.a.
henda spurning.
Útvikla heldur enn
avvikla
Heldur enn at avvikla
Ríkisfelagsskapin arbeiðir
Sambandsflokkurin við at
útvikla hann.
Flokkurin vil økja sam
starvið við Danmark á
øllum økjum, har har
felags úrslit kunnu fáast
burturúr – innan útbúgv
ing, gransking, heilsu,
vinnu og umhvørvi.
Játtanin á donsku fíggjar
lógini til at granska í
klima og havstreymum
kring Føroyar er eitt gott
dømi um, at danska
stjórnin ítøkiliga og
nýhugsandi stuðlar upp
undir felags áhugamál í
Ríkisfelagsskapinum.
Ríkisfelagsskapurin, ið
byggir á søgulig, mentunar
lig og ættarbond, eigur
ikki at verða gjørdur upp í
pengum, men tað skal ikki
forða nøkrum í at síggja,
at ríkisveitingin hevur
stóran týdning fyri
Føroyar.
Útvikla heldur enn avvikla
løgtings- og
fólkatingsmaður
eDmunD
Joensen
Endiliga er tað kanska
møgiligt at fáa ”gongu
gøtuna" til gongugøtu.
Hurrá fyri tí!
Duga tey handlandi ikki
at síggja, hvussu kundarnir
koma at "streyma" til
miðbýin, um tað veruliga
varð ein gongugøta, tí í
løtuni er ikki gangandi fyri
bilum.
Hugsa nú, várið er
komið, vónandi kemur
meira lýðka, so kundi tað
verið nógv meira lív í
gongugøtuni, har kundi
smá borð og básar ella
annað staðið, har sum bilar
nú standa og koyra.
Tað er bert annar hug
burður, ið skal til, so fólk
kundu tikið bussin, ella tey
sum búgva nærhendis
spáka sær ein túr.
Tey, ið koma av bygd,
eru sjálvandi noydd at
koyra onkusvegna, har
kundi verið gjørt
parkeringspláss uttan fyri
Havnina,og bussar kundi
so koyrt.
Eisini kundi verið
hugsað um at gjørt eina
Tunnil (nú tað er so
populært) kanska undir
Skálatrøð, men tað mugu
teir sakkønu vita betri, ella
onkra aðra staðni.
Havnin kann ikki taka
ímóti fleiri bilum, serliga
um fleiri tunnlar koma,
sum talan er um.
Kann ikki ætla, hvussu
stuttligt tað verður at vera
turistur.
Gerið gongugøtuna frá
Kongabrúnni og til
Sjónleikarahúsið.
Eisini framvið F. K. í
miðbýnum.
Steingið gongugøtuna
fyri bilum
sólrun
Jacobsen