mikudagur 16. apríl 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 • 16. apríl 2008
MIÐvIkaN
29
Um armurin ikki rodnaði av pirk
ingini, men merkið av henni bert
svann burtur, so var viðkomandi
smittufríur. Tá var viðkomandi í
vanda fyri at verða smittaður fyri
síðan at gerast sjúkur. Hesi skuldi
so koppsetast.
Koppsetingin
Við aðru vitjan, sum skuldi
vera 3. dagin aftaná pirkingina,
kundi gerast upp, hvørji vóru
positiv og hvørji vóru negativ. Í
teimum førum har eingin ivi var
um, at fólk vóru negativ, vórðu
tey beinanvegin koppsett móti
tuberklum. Hetta var gjørt við eini
innspræning í ein stóran vødd
uppi við hálsin.
Tað vóru eisini tey, har ivi var
um, hvørt tey vóru negativ ella
positiv. Hesi vóru pirkað umaftur
við eini sterkari pirking, og við
triðju vitjan vóru nú fleiri, har
tað kundi staðfestast, at tey
vóru minus ella pluss. Vóru tað
enn nøkur, sum ivi var um, fingu
hesi eina enn sterkari pirking og
við fjórðu vitjan kundi endaliga
staðfestast, hvør av hesum hevði
brúk fyri at verða koppsettur.
Aftan á at hava ferðast kring
alt landið eina ferð, var málsetn
ingurin at fara runt oyggjarnar
eina ferð árliga fyri at røkka teim
um børnum, sum ikki vórðu rokkin
í fyrsta umfari. Her varð gjørt eitt
ovurhonds stórt arbeiði, tí tað
kravdi fýra vitjanir í hvørji bygd.
Eisini var uppgávan, tá komið
varð aftur eitt nýtt umfar, at fáa
staðfest, um koppsetingin árið
fyri, hevði tikið við. Hetta var
gjørt við at kanna, um viðkomandi
nú var positivur. Um ikki máttu
tey koppsetast umaftur.
Hesar rundferðir hildu áfram til
1955. Tað varð hildið, at nú var so
at siga komið á mál við basingini
av tuberklunum.
Fyrrverandi landslæknin Hanus
Debes Joensen gjørdi upp,
at árini 194655 vóru í øllum
Føroyum 17.790 fólk koppsett,
og teirra millum vóru 19, sum
fingu tuberklar. Trý doyðu av hesi
sjúkuni. Av teimum 14.699, sum
ikki vóru koppsett, fingu 355 fólk
tuberklar, og hjá 126 teirra førdi
sjúkan til deyða. Hetta sigur
nakað um, hvussu stóran mun tað
gjørdi, at fólk lótu seg koppseta.
Mátti skipast væl
Uppgávan hjá Marin var eisini
at føra journal yvir tað, sum tey
gjørdu. Allar upplýsingar skuldu
førast inn í eina serliga bók, og
hetta var ikki smávegis arbeiði,
tá hugsað verður um, at eina ferð
árliga skuldu øll "nýggj" børn
skrásetast upp til fýra ferðir. Og
tey skuldu skrivast upp við øllum
nøvnum. Tað var ikki óvanligt
tá, at børn vóru uppkallað eftir
heilum skipsmanningum, sum
vóru burturgingnar. Men hetta var
eisini ein trygd fyri, at nøvnini ikki
komu í bland.
Hesar frásagnir kunnu í síni
heild síggjast á nevndu heimasíðu.
Persónlig og
sosial viðurskifti
Fyri at fáa greiðu á sosialu
umstøðunum hjá familjumonnum
við tuberklum hava vit tosað við
ta 88 ára gomlu Hildigarð, dóttir
Líggjasi á Fløttinum í Syðrugøtu.
Hon var gift við Jóan Jakku hjá
Jóhannes Jakku við Gøtugjógv.
Jóan Jakku gjørdist sjúkur av
tuberklum í 1944. Tá lá hann á
Sanatoriinum í fýra ár út í eitt.
Síðani var hann heima í fýra
mánaðir og varð so lagdur inn
aftur í 1948 í tvey ár. Hann hevði
fyrst tuberklar á øðrum lunganum,
og síðan í hinum. Hann fekk
skurðviðgerð við flyting av rivja
beinunum fyri at leggja sjúka
lunga stilt.
Persónliga var hetta ikki lætt.
Tey vóru nýgift og áttu ein lítlan
son – Ásmund, sum var føddur
í 1944. Jóan Jakku slapp ikki
heim eina einastu ferð, meðan
hann varð innlagdur burtursæð
frá umrøddu 4 mánaðunum.
Sjúkrapeningur var tað nærum
einki sum æt. Hildigarð fekk 38
kr. um árfjórðingin. Um hetta skal
sammetast við nútíðarvirði, kann
upphæddin faldast við 30. Men
sjálvt tá er talan um eina sera
lítla upphædd.
Tí mátti Hildigarð royna at
forvinna til lívsins uppihald. Hetta
gjørdi hon millum annað við at
vaska fisk og at vaska skúlan.
Fyri at vaska skúlan fekk hon 50
kr. um mánaðin, sum var tann
einasta fasta lønarinntøkan í
húsinum. Fiskaarbeiði var jú
komandi og farandi.
Skuldi hon til Havnar kostaði
hetta 25 kr við bili út á Skála
fjørðin og mjólkabátin til Havnar.
Bilur mátti eisini takast niðan
á sanatoriið og oman aftur.
Hildigarð leggur tó dent á, at tey
ongantíð komu í skuld. Væl hevur
verið húsast hjá henni, sum hjá
so mongum føroyskum konum.
Sjúklingarnir kundu forvinna
eitt sindur við tí ítrivi, teir lærdu
at gera. Jóan Jakku hevði lært
eitt sindur av skómakarí hjá
sváginum, Jakku skómakaranum.
Hann kundi forvinna nakað við at
forsolla fyri hinar sjúklingarnar,
men tað var eisini avmarkað,
hvussu nógv teir høvdu ráð til.
Hildigarð kundi annars ekka
leys vitja Jóan Jakku, tí hon
var ”positiv” og var vard ímóti
smittu. Hon hevði sum ung verið
arbeiðskona í einum húsi við
tuberklasjúklingi. Hvørja ferð
hesin spýði blóð á gólvið, varð
Hildigarð sett at turka tað upp.
Men hetta gjørdi, at hon fekk
smittuna uttan at gerast sjúk og
fekk harvið andevni móti smittu.
Sluppu ikki at giftast
Tað var eitt sjúklingagjald, sum
skuldi gjaldast fyri at vera inn
lagdur, og tað var eina krónu um
dagin. Hetta rindaði sjúkrakassin
fyri sínar limir. Hjá teimum, sum
ikki vóru limir í sjúkrakassa, hendi
tað, at kommunan mátti leggja
út uppá at fáa peningin inn aftur.
So leingi ein skyldaði kommununi
fyri hetta gjaldi, misti viðkomandi
borgarlig rættindi. Til dømis var
tað onkur, sum ikki slapp at giftast,
so leingi skuldin ikki var goldin.
Jóan Jakku kom fyri seg aftur,
orkaði at gera alt arbeiði og náddi
høgan aldur.
Kanning av
skipsmanningum
Ein frásøgn sum FFblaðið eisini
hevur havt, er søgan hjá Nikal
Thomsen, ættaður úr Syðrugøtu.
Hann kundi greiða frá bæði
hvussu tað var at hava tuberklar
og frá sínum royndum sum
húsavørður í Hoydølum aftaná, at
hann var blivin frískur aftur.
Hannefía, kona Nikal, arbeiddi
eisini á sanatoriinum. Hon greiddi
einaferð frá í samrøðu við Helenu
Samuelsen í Dagblaðnum, hvussu
tíðarkrevjandi tað kundi vera, tá
skipsmanningar komu niðan til
kanningar, tí teir komu so pø á pø
allan dagin. Men tá ið Óli Arge
hevði fingið bussin, var hann
næstan altíð á keiini, tá skipini
komu á Havnina, so komu allir
niðan í senn. Skipini vóru tá á veg
avstað á túr, og tá var tað tungt,
um onkur fekk at vita í røntguni,
at hann var sjúkur, tað hendi, at
hann ikki slapp oman aftur, men
varð innlagdur.
Mannagongdin var, at fyrst
varð blóðroynd tikin. Síðan skuldi
maðurin stilla seg aftanfyri
røntgenttólið. Tað munnu vera
nógvir fiskimenn, sum enn
minnast messingina hjá Vilhelm
Magnussen: ”Anda djúpt, anda
djúpt….”
Her kann skoytast upp í,
at tá Hjálpargrunnurin fyri
Óarbeiðsførar Fiskimenn varð
settur á stovn í 1938, var tað
júst fyri at hjálpa í slíkum
førum. Georg L. Samuelsen,
sum var formaður í grunninum
í mong ár, greiddi frá, at hann
hevði skrivað eina oddagrein
í Dimmalætting um júst hetta
mál. Tá tók lærarafelagið stig
til at stovna hendan grunnin
við at lata fyrsta innskotið.
Tað kann eisini verða nevnt, at
seinni varð tryggjað fiskimonnum
í hesi støðu sjúkraviðbót frá
lønjavningargrunninum.
Hannefía upplivdi saman við
Nikael ta stóru kollveltingina við
vaksinu móti tuberklum. Talið
á sjúklingum á sanatoriinum
fækkaðist. "Nýggja hús" varð
tikið til røktardeild til gomul
Sjúklingar hava verið á seiðabergi. Jóan Jakku uttan t.v.
Tað var eisini hugni á Sanatoriinum, sum tað sæst á hesi myndini.
Tey nøvn vit hava fingið eru: 1. ókend, 2. Jákup Øre, Fuglafjørð 3. Jóan Fredrik
Joensen, Sørvág, 4. Dánjal Thomasen, Sørvág, 5. ókendur, 6. Hans Eli Hansen.
Sørvág, 7. ókendur, 8. ókendur, Frammanfyri Karin Reinert, Skopun
Hetta var tólið, sum varð nýtt til
”pusting”