mikudagur 16. apríl 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
30
nr. 73 • 16. apríl 2008
fólk. Hannefía helt, at tey gomlu
trivust. Tað var nógva staðni, tey
kundu seta seg, og tey kundu
spáka í friði og náðum fyri bilum.
Hetta var ikki júst møguleikar,
tey høvdu í barakkunum við
landssjúkrahúsið meira enn 40 ár
seinni.
Seinast í fimtiáriunum fóru tey
at gera seg til reiðar at flyta úr
Hoydølum, nú talið á sjúklingum
fækkaðist. Barakkirnar vóru bert
ein fyribilsloysn. Tuberklastøðin
flutti fyrst, og skipsmenn og
onnur fóru út hagar til kanningar.
Tað eru longu fleiri ár síðan hesar
kanningar hildu uppat. Hildið var
at nú var vandin við kanningini
størri enn av tuberklunum
sjálvum.
Tað var skjótt, at tey bert høvdu
eina stovu standandi at taka
ímóti tuberklasjúklingum. Og
kom onkur var støðgurin sjáldan
langur við tí heilivági, sum fanst.
Børn á
sanatoriinum
Á frímerkinum saman við
Magnussen er eisini mynd
av einum barni sum ímynd av
eini orsøkin fyri basingini av
tuberklum, nevniliga koppseting
av øllum frískum børnum.
Men børn høvdu eisini sína
sjúkrasøgu. Ein av tuberkla
søgunum í FFblaðnum var um
børn á sanatoriinum. Henda
frásøgnin vísir beinleiðis til hjá
settu myndina, sum er frá 1940.
Tann yngsta á myndini nr. 29,
er Ólfríða Niclassen f. Hansen, úr
Gøtugjógv. Hon er fødd í 1929 og
var 11 ára gomul tá. Hon er systir
nr. 26, Hannefía, sum var 14 ár.
Ólfríða var fyrst innløgd tríggjar
mánaðir á hospitalinum og síðan
8 mánaðir á sanatoriinum. Her
varð hon eisini “pustað”, sum
nærum var einasta viðgerð, sum
tá var fyri tuberklar. Hetta varð
gjørt á tann hátt, at luft varð
blást inn í sjúka lunga, sum so
varð lagt stilt. Hetta skuldi so
gjørt tað skjótari hjá lunganum
at lekjast. Henda viðgerðin mátti
so endurtakast regluliga. Eftir at
vera heimsloppin gekk Ólfríða til
pustingar í hálvtannað ár.
Ólfríða fekk longu sum smá
genta sæð álvaran í tuberkla
sjúkuni. Tær lógu fýra á eini
stovu. Allar hinar tríggjar doyðu.
Eyðolfur Mikkelsen úr Havn, nr.
25 á myndini, var 14 ár, tá myndin
var tikin. Men hann var bert 11 ár,
tá hann varð innlagdur fyrstu ferð
í 1937. Hann fór seinni niður og
varð opereraður, og ikki fyrr enn
í 1946 kundi hann siga seg vera
frískan.
Ein onnur søga um børn er, tá
mamman mátti innleggjast. Ein
kona, ættað úr Rituvík, hevur
greitt frá, at mamma hennara
var innløgd í seks ár frá seks
børnum. Hendan konan var tvey
ár tá, og hon varð send til ætt í
Oyndarfirði. Hon varð koyrd við
bili til Fuglafjarðar. Hagar kom
skyldmaðurin úr Oyndarfirði, setti
hana í ein leyp, og so um Skarðið
til Oyndarfjarðar.
Søgan um Lillu
Hendan søgan skal tó serliga
snúgva seg um Johannu Poulinu
Johannesen, vanliga kallað
Lilla, úr Vestmanna. Hetta er ein
søga, sum byrjar í 1935/36, tá
Lilla var 13 ára gomul. Hon var
dóttir Jóhonnu og Poul Johannes
Johannesen. Tey vóru fimm
systkjin: Bina, Gunhild, Lilla,
Gimme og Solveig.
Í 1935 hendir tað, at Gunhild
gerst sjúk 15 ára gomul. Tað
tyktist at vera krím, sum hon ikki
slapp frá. Pápin fór so til Havnar
við henni, og tað vísti seg, at hon
hevði tuberklar.
Hon varð so beinanvegin løgd
inn á sanatoriið. Samstundis vísti
tað seg, at tvær av systrunum,
Lilla og Solveig, eisini vóru
smittaðar. Tá var Solveig 9 ára
gomul, og tað er hon, sum er
keldan til hesa frásøgn. Solveig
varð fyrst innløgd á hospitalið
eina stutta tíð, og her helt hon
jól í 1935. Her minnist hon Systir
Elsu og Systir Ingeborg.
Síðan fór hon á sanatoriið
saman við Lillu. Tískil vóru tær
tríggjar systrar innlagdar í senn.
Av starvsfólkunum her minnist
hon serliga Miu Johannesen,
nr. 22 á myndini. Gunhild, sum
var tann sjúkasta, doyði 1. juli
1936, og Solveig minnist, at ein
av Tvøroyri doyði samstundis.
Lilla kom í fyrsta umfari fyri
seg aftur og slapp heim aftur
til Vestmanna. Men hon skuldi
tó javnan til kanningar í Havn.
Eina ferð hon hevði verið í Havn,
fekk hon so ringan túr norður
aftur til Vestmannar, hetta var
langt áðrenn tað var koyrandi,
at hon fekk krím og tuberklarnir
brutu fram aftur. Hon varð so
innløgd aftur, og hevur vist verið
heima ímillum. Tað er í hesum
sambandi, at hon er komin við á
myndina frá 1940. Men hon doyði
so 10. august 1941, júst ikki fylt
19 ár. Tey hjá Poul Johannesi vóru
grannar hjá Jákupi í Gerðinum,
millum annað kendur sum sem
ingsmaður, og Jákup minnist,
at hon plagdi at ganga inn til
teirra at læra hann bókstavirnar,
áðrenn hann fór í skúla. Hetta
bendir so á, at tey ikki hava ræðst
tuberklarnar, sum ofta var tá.
Trý børn á
sanatoriinum
Tað gjørdist tískil bert Solveig,
sum kom fyri seg aftur, og er hon
nú 81 ára gomul. Hon var innløgd
tilsamans eitt ár. Hon var so tikin
úr skúlanum, men í Hoydølum var
eingin skúlagongd fyri tey børn,
sum vóru har. Tey vóru trý børn
tilsamans, tvey sum vóru 10 ár
og so Lilla, sum var 13. Tey trý
hugnaðu sær saman og spældu
sum børn gera. Solveig minnist
einki til, at tey keddu seg. Solveig
hevði so eisini systrarnar at vera
saman við, og hon vitjaði javnan
Gunhild, sum fyri ein stóran part
lá í seingini. Hetta árið, Solveig
var innløgd, slapp hon ikki heim
nakrantíð. Tey máttu heldur ikki
fara av sanatoriuøkinum, tískil
heldur ikki til Havnar. Men tær
fingu javnan vitjan av foreldrum
og systkjum úr Vestmanna.
Solveig minnist væl læknan,
Vilhelm Magnussen, sum kom
á sanatoriið júst í 1936, og
hon minnist eisini hansara
undanmann dr. Lynge.
Ein partur av viðgerðini fyri
tuberklar var at geva sjúkling
unum góðan mat. Men Solveig
minnist, at hon hevði ongan
serligan matarlyst, so hesum
fekk hon ikki stóra gleði burturúr.
Men annars var tað frítt og gott
at vera har. Solveig búði í Nýggja
Húsinum, har teir frægaru av
sjúklingunum búðu, meðan teir,
sum vóru verri fyri, búðu í Gamla
Húsinum. Her lá Gunhild eisini.
Hon doyði so í 1936, men Solveig
slapp ikki við til jarðarferðina.
Solveig slapp heim til jóla í 1936,
og hon minnist, at hon fór heim
til Vestmanna við Smyrli. Tá fór
hon beinleiðis í sama klassa, sum
hon fór úr, og hon kláraði eins
væl og hini hóast fráveruna. Tað
var sjálvsagt hart hjá foreldrunum
at missa tvær døtur á hendan
hátt, og tað var ikki minni hart
hjá mammuni, at Poul Johannes
doyði longu í 1944, 53 ára gamal.
Hendan myndin er tikin í 1940, og
tey sum eru á myndini eru hesi:
1. David Andreassen, Sørvágur.
2. Dánjal Jákup Hansen, Norðoyri
3. Marin Petersen, Mikladalur
4. Niels Joensen, Hvannasund
5. Sissal Joensen, Skopun
6. Niclas í Lon, Miðvágur
7. Ove Eklund, Havn
8. Emmy Olsen, Vestmanna
9. Jana Hansen, Haldarsvík
10. Olga Berg, Hvalba.
11. Alma Nielsen, Heiðarnar
12. Alexander Dimon av Tvøroyri,
búði í Lopra.
13. Dagmar Jacobsen, Sørvágur
14. Dorthea Joensen, Eiði
15. Anna Kristoffersen, Vestmanna
16. Poulina Abrahamsen, Mykines
17. Poulina Hansen, Klaksvík.
18. Johannes Johannesen,
Oyndarfjørð
19. Christian Hammer, Toftir
20. Evald Joensen, Tórshavn
21. Clementina Johannesen,
starvsfólk
22. Mia Johannesen, starvsfólk.
23. Erik Johannesen, Vestmanna.
24. Johanna Poulina Johannesen,
Lilla, Vestmanna.
25. Eyðolfur Mikkelsen, Havn
26. Hannefía Hansen, Gøtugjógv
27. Nicodemus Rasmussen, Brimsvík
Strendur
28. Johan Joensen, Kollafjørð.
29. Ólfríða Hansen, Gøtugjógv.
30. Margretha Poulsen, Havn
Her sæst Solveig á Sanatoriinum
saman við einum drongi, sum eisini
var innlagdur. Hvør man hann vera?
Komandi partur
Í komandi parti fara vit at byrja eina røð við frásøgnum hjá Johan
Norðfoss í Havn. Hann minnist væl til og dugur væl at greiða frá, so
hetta kunnu okkara lesarar gleða seg til. Eisini verður komið inn á
frásagnir hjá pápa hansara Albert í Horni.