Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-16, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 73 - 16. apríl 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Leygardagin verður stóri finaludagurin í føroyskum ítrótti, tá tríggjar ymiskar ítróttagreinir í felag skipa fyri føroyameistara­ kapping Ítróttur Tíðndaskriv Talan er um badminton, borðtennis og judo, sum triðja árið á rað skipa fyri felags tiltaki, og hesa ferð verður tiltakið partvís skipað saman við sjón­ varpinum hjá Kringvarpi Føroya, sum fer at senda beinleiðis frá nøkrum finalum leygardagin. Føroyameistarkappingar nar byrja annars fríggja­ dagin, tá fleiri innleiðandi umfør vera. Badminton­ kappingarnar vera í Bad­ mintonhøllini, meðan judo og borðtenniskappingarnar hendan dagin fara fram í Eysturskúlanum, meðan finalurnar leygardagin allar vera í Badmintonhøllini. Borðtennis Borðtenniskappingin byrjar fríggjamorgunin klokkan 10 við unglingum bæði hjá kvinnum og monnum, umframt meðaldeildini hjá monnum, har leikt verður, til føroyameistararnir eru funnir í ein­ og tvímansleiki. Skipanin er síðani tann, at fýra tey fremstu í einmansleiki og tey bæði fremstu pørini í tvímansleiki hava kvalifiserað seg at spæla víðari í meistara­ deildini, sum byrjar at kappast klokkan 13, har kappast verður fram til finalurnar, sum síðani verða leiktar í felags tiltakinum leygardagin. Judo Føroyameistarakappingarn ar hjá nýbyrjaðum í judo verður í Eysturskúlanum fríggjadagin, og hesar kappingarnar byrja klokkan 14.30. Hildið verður síðani fram við innleiðandi umførum hjá meira royndum luttakarum, har nakrar kappingar verða gjørdar lidnar, meðan aðrar verða gjørdar lidnar í felags tiltakinum leygardagin. Badminton Eisini badmintonkapping­ arnar byrja fríggjadagin. Leikt verður í meistara­ deildini, og innleiðandi um­ førini verða fríggjadagin. Leygardagin verður so hildið fram við finalunum, og frá klokkan 15 verður stóra tiltakið so eisini at síggja í sjónvarpinum. Fyrireikararnir vóna, at nógvir áskoðarar møta upp í Badmintonhøllini leygar­ dagin seinnapartin, so stemningurin verður í topp, tá endabresturin av finalu­ degnum verður. Allar tríggjar myndirnar settar saman Talan verðru aftur um rimmar finaludag, tá føroya­ meistararnir í borðtennis, badminton og Judo skulu finnast. Sjónvarpið sendir frá finalunum. Stóri finaludagurin Talan verðru aftur um rimmar finaludag, tá føroyameistararnir í borðtennis, badminton og Judo skulu finnast. Sjónvarpið sendir frá finalunum