mikudagur 16. apríl 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 73 - 16. apríl 2008 ]
Fyrstu Formula-
umførini hava givið
positivar ábendingar
hjá bæði B36 og
HB. Í kvøld skulu
grannarnir dystast í
steypakappingini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast Formula-deildin bert
er tvey umfør gomul, so
hava B36 og – serliga – HB
prógvað, at tey aftur í ár
skulu roknast millum top-
kandidatarnar.
Í HB hava tey kanska
roynt at geara vónirnar
nakað niður við útsagnum
um, at liðið enn ikki hevur
havt nakra veruliga styrkis-
roynd, og í so máta er talan í
kvøld um tí fyrstu av
slagnum.
Og í øllum førum skal
hópurin prógva, at teir eru
nóg breiðir til at bera nakað
av fráveru. Hjá oddaliðnum
eru hvørki Rógvi Poulsen
ella Páll Mohr Joensen tøkir,
tí teir eru skaddir. Ólavur S.
í Ólavsstovu hevur eisini
drigist við skaða, men hann
var á beinkinum seinast, og
so er spurningurin, um hann
fær
nakran
leiklut
í
dystinum.
Bíða eftir
áleyparanum
Hjá B36 er Ingi Højsted enn
ikki tøkur, eftir at hann varð
skaddur í fjórðingsfinaluni
móti 07 Vestur. Og ivamál er
eisini um Odmar Færø, sum
noyddist av vøllinum við
einum skaða, tá B36 um
vikuskiftið
spældi
móti
NSÍ.
B36 hevur í nakrar
vikur
bíðað
eftir,
at
arbeiðs-
og
uppihaldsloyvið
hjá
nýggja
nigerianska
áleyparanum,
Patrick
Sunday Okoro, kemur í
rættlag. Tá vit frættu úr
B36 í morgun var hetta
enn ikki komið í rættlag,
og tí er líkt til, at tað ikki
verður
fyrr
enn
um
vikuskiftið,
at
nýggi
spælarin
kann
spæla
fyrsta dystin fyri B36.
Triðja árið á rað
er EB/Streymur í
hálvfinaluni. Og móti
B71 mugu teir átaka
sær favoritt-leiklutin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
EB/Streymur vitjaði tvær
ferðir á Sandi í fjør, og báðu
ferðirnar fingu teir fulla
úrtøku.
Nú talan er um tvær
hálvfinalur, kann minni
eisini gera tað, men tað er
einki at ivast í, at gestirnir
mugu roknast sum favorittar
undan dystinum í dag.
Tveir resta á Sandi
EB/Streymur hevur eisini
fyrimun,
tá
um
ræður
manningarspurningin
til
dystin. Bárður Olsen var
leikbannaður seinast, men
hann er nú aftur tøkur hjá
Sigfríði Clementsen, og í
aðrar mátar er hópurin ikki
skerdur.
Hjá B71 noyðist venjarin,
Eli Hentze, at vera tveir
spælarar fyriuttan. Símin
Hansen fekk reytt kort í
Gundadali móti HB, og tað
leikbannið má hann sita av
sær í kvøld.
Anders Nielsen fór tá
eisini av vøllinum við
skaða, og tað er lítið, sum
bendir á, at hann longu nú
er tøkur aftur.
B36-HB:
Grannarnir eru væl fyri
B71-EB/Streymur:
Triðja hálvfinalan á rað
Hálvfinalurnar
Dagur
Dystur
Dómari
16.04
B71-EB/S
Eiler Rasmussen
16.04
B36-HB
Páll Augustinussen
Kappingin um Løgmanssteypið
FSF-handil á netinum
Fótbóltssamband Føroya hevur nú latið upp ein handil á
alnetinum. Í fyrstu atløgu ber til at keypa landsliðs-
troyggjur og bøkur, sum FSF hevur givið út. Talan er um
landsliðstroyggjurnar frá Puma, sum nú verða seldar.
Størstu støddirnar eru longu útseldar, so støddirnar, ið nú
verða lýstar til sølu eru frá stødd medium og niðureftir.
Harumframt er eisini møguligt at keypa tvær bøkur. Talan
er um Fótbóltur Framá, sum Jógvan Martin Olsen og
Johann Nielsen hava skrivað, og Fótbóltslógirnar, sum
fyri fyrstu ferð er komin í føroyskari týðing.
Ítróttargalla í Runavík
Leygarkvøldið verður Ítróttargalla í høllini í Runavík. Hetta er
fjórðu ferð at henda vælumtókta veitsla, sum Kappróðurin Nsí,
Støkk, Tjaldri og Nsí skipa fyri, verður hildin í ítróttarhøllini í
Runavík. Aftur í ár verður nógv spennandi undirhald á skránni,
m.a. dansishow, sangur, gestarøðari og avdúkan av ársins
ítróttarfólkum. Vælumtókti bólkurin við Flemming Petersen
spælir til dans eftir borðhaldið og Magni Poulsen frásøgumaður.
Veitslan er fyri øll, ikki bert fyri ítróttarfólk, men eisini áhugaði,
áskoðarar, viðhaldsfólk og stuðlar. Aldursmarkið er 8. flokkur.
Hondbóltssambandið hevur tilmeldað
føroyska manslandsliðið til EM-
undankappingina. Fríggjadagin fæst at
vita, hvørji tey fimm mótstøðuliðini verða
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialuirn.fo
Fríggjakvøldið 18. apríl verður lutakast í EHF, hvussu
Føroyar skulu spæla í undankappingini til EM 2010,
ið verður í Eysturríki.
Føroyar koma í ein bólk við seks londum, og tað er
greitt, at Russland, Pólland ella Ísland eisini verða í
okkara bólki.
Styrkismett sum tvey’arar eru: Slovenia, Noreg,
Ungarn, Svøríki, Serbia, Kekkia og Ungarn, og seedað
sum trý’arar eru: Slovakia, Sveis, Portugal, Hvíta-
rusland, Rumenia, Litava og Makedonia.
Dystirnir í undankappingini skulu spælast á heysti
2008 og á vári 2009.
Liðini skulu spæla ein útidysti og ein heimadyst.
Vøllurin, sum spælast skal á, skal bert hava strikur til
hondbólt og kann bert hava eitt ávíst tal av lýsingum á.
Liðfelagarnir frá Dream Team hjá
Barcelona, Ronald Koeman og Michael
Laudrup, leiða í kvøld hvør sítt lið á vøllin
til sponsku steypafinaluna
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum gongdin hevur verið hetta kappingarárið, er
eingin ivi um, at tað er Michael Laudrup, sum hevur
vunnið sær betra umdømið sum venjari í Spania.
Hóast kappingarárið við Getafe byrjaði illa, so hevur
liðið ment seg heilt nógv. Teir vóru bara sekund frá at
senda Bayern München úr UEFA-cup kappingini, og í
sponsku steypakappingini hevur Getafe altso vunnið
seg fram til steypafinaluna. Eina finalu, sum kann
geva lítla Madrid-felagnum fyrsta steypið av týdningi
yvirhøvur.
Hjá Koeman hevur umrøðan als ikki verið tann mest
positiva. Hann kom til Valencia í heyst, men tað hevur
ikki eydnast fyrrverandi kanónskjúttanum at lyfta
Valencia nevnivert. Spælara fyri spælara er talan
annars um eitt lið, sum átti at staðið seg í spanska
oddinum, og tí er verandi støðan sum nummar 15 í
sponsku liguni alt annað enn nøktandi. Og tað økir
eisin um trýstið á venjaran, sum kanska – men bara
kanska – kann bjarga sær sessin við einum
steypasigri.
Stóra royndin hjá Laudrup
EM-lutakast fríggjadagin
Dysturin í Gundadali millum B36 og
HB byrjar klokkan 18. Á sandi verður
byrjað klokkan 17.45