mikudagur 16. apríl 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40 tíðindi
Nr. 73 - 16. apríl 2008
Handverk
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Runavík: - Tað vóru helst
tey
góðu
úrslitini
hjá
Eysturoyingi, sum gjørdu
sítt til at feløgini byrjaðu at
venda sær til mín, sigur
Sámal Hansen við Sosialin.
Í
kjallara
sínum
á
Nýggjavegi í Runavík er
ferð á bátasmíðinum. So
skjótt sum tann eini báturin
er liðugur, fer hann undir
tann næsta.
- Tað vísir seg, at fólk
hava dámað væl bátarnar
sum eg havi smíðað. Tey
hava helst sæð, at ein hevur
betri kjans at vinna ein
róður við einum nýggjum
báti.
- Hetta hevur so aftur
givið mær so nógv arbeiði,
at eg eitt skifti hevði arbeiði
tvey ár fram í tíðina, sigur
hann og kann líta aftur á 60
kappróðrarbátar, sum eru
latnir úr hansara hondum.
Tað tekur fimm vikur at
byggja ein minni bát og
seks vikur at byggja eitt 10-
mannafar, tá ein slíkur sum
Sámal fremur handverk
sítt.
Í løtuni er hann í ferð við
at smíða 10-mannafarið
"Ormurin
Langi"
til
róðrarfelagið
Knørrur
í
Havn. Hetta arbeiðið er um
at verða liðugt.
Men so standa 10 aðrir
eisini á bíðilista!
Nú er liðugt
Nú Sámal hevur smíðað
allan henda stóra flotan av
bátum, kann sigast at hann
kennir rættiliga nógv til
kappróður - fyrst og fremst
sum bátasmiður, men eisini
sum íðin kapprógvari.
Fyrstu ferð hann fór í ein
kappróðrarbát var í 1985, tá
hann róði fyrsta árið við
Tjaldrinum hjá Kappróðr-
arfelagnum NSÍ. Eftir tað
gjørdu teir ikki mætari enn
at manna Eysturoying.
- Hann hevði tá ikki róð í
fleiri ár, og vit hildu tað
vera uppá sítt pláss, at hann
aftur fór at kappast við
hinar, sigur Sámal við
einum brosi.
Tá
so
tann
nýggi
Eysturoyingur kom í 1998
var sjálvsagt, at Sámal var
ein manningini tey næstu
árini
á
bátinum,
sum
gjørdist FM-vinnari hetta
árið og seks ferðir íalt,
seinast í fjør. Eftir ein lítlan
steðg, var hann aftur við
bátinum í fjør, hesaferð
sum róðursmaður.
- Men í summar verði eg
ikki við. Nú er liðugt, sigur
Sámal.
Hann hevur tó ikki heilt
slept kappróðrinum. Sámal
er í dag ein av nevndar-
limunum
í
kappróðrar-
felagnum.
- Kappróður hevur altíð
havt mín áhuga, og tað
kemur hann framvegis at
hava, slær hann fast.
Altíð galið við
bátinum
Sámal telist í dag millum
royndar
rógvarar.
Hann
hevur róð mangan teinin á
føroysku firðunum, men
hann hevur eisini róð við
ymiskum bátum.
Ein natúrligur spurningur
til hansara er tí tann, um
nakar munur er á teimum
ymisku
bátunum?
Og
hvussu ber tað til, at tveir
bátar ikki koma á mál
samstundis, hóast mann-
ingini hevur eins styrki og
førleika?
Tey fyrstu árini róði
Sámal við Tjaldrinum og
fór síðani at rógva við
Eysturoyingi. Úrslitini vóru
so nøkulunda og teir vunnu
onkra stevnu. Men fyri ein
maskinsmið sum Sámal
skapti hetta ein áhuga eftir
at vita, hvussu bátarnir
sjálvir vóru smíðaðir.
- Tú veitst hvussu tað er:
Tað er sjáldan galið við
manningini. Tað er altíð
báturin sum fær skuldina
fyri tey vánaligu úrslitini!
Við spurninginum um og
forvitninum
í,
hvussu
bátarnir
vóru
smíðaðir,
fekk hann brádliga eyguni
upp fyri, at teir vóru langt
frá eins.
Hann sá líkasum nøkur
felags eyðkenni í teimum
bátunum sum gingu væl og
vunnu nógv.
Longd og breidd
At byrja við hugdi hann
rættiliga nágreiniliga eftir
teimum bátunum sum kendi
bátasmiðurin Niklas í Koltri
hevði bygt. Út frá hesum
gjørdi hann sær síðani
egnar metingar um snið og
smíð.
Eitt týdningarmikið eyð-
kenni var, at ein bátur skal
vera smidigur aftan fyri at
sleppa vatninum væl, eins
og neyðugt er at stokkarnir
koma út til ta fullu breiddina
sum
Róðrarsambandið
loyvir.
- Eitt annað avgerandi
punkt er longdin á bátinum.
Fyri mær varð púra greitt,
at tað vóru teir longru
bátarnir sum gingu best.
- Ja, tað vísti seg at
summir bátar altíð vunnu.
Og so var næstan líkamikið
um teir skiftu fólk ella ikki,
sigur Sámal, sum í sínum
handverki hevur lagt seg
eftir at hava hesi eyðkennini
við.
Bátasmiður av tilvild
Tað sum kanska kann undra
mong er, at Sámal als ikki
er útbúgvin ella lærdur sum
bátasmiður.
Hann
er
maskinsmiður og lærdi í
síni tíð í smiðjuni hjá
Mekanik.
At hann so í dag hevur
bygt allar hesar 60 kapp-
róðrarbátarnar, hendi so at
siga av tilvild ein dagin fyri
12 árum síðani.
Hetta var als ikki nakað
sum hann hevði lagt ætlanir
um!
Stóri áhugi hansara fyri
kappróðri fekk hann at
byggja sín egna bát í 1996.
Hann æt tá Kjølur, men eitur
í dag Vágbingur. Hetta fyrsta
árið varð hann tó mannaður
við kollfirðingum.
- Tað vísti seg, at teir
kláraðu seg so mikið væl í
róðrunum, at tað vóru fleiri
sum hildu, at báturin sjálvur
hevði sína stóru ávirkan á
tey góðu úrslitini.
- Eg veit ikki, men hetta
førdi so við sær, at eg fekk
fleiri bíleggingar av bátum
- ja, so nógvar, at eg nøkur
ár seinni hevði ein langan
ordraseðil av bátum, sigur
Sámal.
Ein út - tann
næsti inn
Stóri eftirspurningurin førdi
aftur við sær, at hann fyri
átta árum síðani gavst at
arbeiða hjá Mekanik eitt
skifti fyri at smíða kapp-
róðrarbátar burturav, fyri at
stytta ordraseðilin.
Úrslitið varð kortini júst
hitt
øvugta:
Nú
komu
bíleggingarnar streymandi
inn!
- Listin gjørdist so langur,
at eg fór at gera hetta
burturav. Men eg veit líka,
- tað er altíð onkur bátur á
bíðilista.
- Hetta 10-mannafarið fer
út í hesi vikuni, og longu í
næstu viku byrji eg uppá
tann næsta sum skal til
Sandavágs. Og tann triði
báturin skal helst verða
klárur
einaferð
mitt
í
kappingini í summar.
- So tú sært, at her er
ríkiligt at gera hjá einum
manni, sigur Sámal.
Tað byrjaði av tilvild fyri 12 árum síðani. Tá
smíðaði Sámal Hansen eitt 10-mannafar til sín
sjálvan. Í dag hevur hann smíðað nærum allar
bátarnar, sum fara at rógva kapp í summar. -
Og tað er framvegis langur bíðilisti, sigur stilli
bátasmiðurin í Runavík
Umframt allar teir 60 bátar til føroyska kappróðurin hevur Sámal Hansen smíðað eisini smíðað
bátar til Hafnafjørðin og Vestmannaoyggjarnar í Íslandi, har teir somuleiðis eru byrjað at rógva
við føroyskum bátum
60 bátar í átta ár
”
Hugurin at smíða
bátar er als ikki
tann sami nú sum
áður. Eg havi hug at
royna nakað annað