mikudagur 16. apríl 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
tíðindi
Nr. 73 - 16. apríl 2008
Bátasmíð
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Líka síðani Sámal smíðaði fyrsta
bátin, hevur hann lagt doyðin á, at
arbeiðið skuldi verða væl úr hondum
greitt hvørja einastu ferð.
Eftir allar hesar bátarnar er líkt til,
at Sámal er við koma til eitt
vegamót.
Fyri honum var sera spennandi at
gera tað fyrsta 10-mannafarið. Tá
hann so skuldi undir at gera eina aðra
bátastødd, kundi hann ikki brúka
somu modellini sum ein brúki til tann
størra bátin. Tá var tað ein stór
avbjóðing at síggja, um tað fór at
eydnast at føra modellið yvir á eina
aðra stødd.
- Jú, tað var sera spennandi at vita,
hvussu tað riggaði, tá eg t.d. skuldi
gera mun á einum 5-mannafari og
einum 6-mannafari. Soleiðis hevur
tað verið líka til nú.
- Men skal eg vera heilt erligur, so
havi eg umhugsað støðuna. Ja,
hugurin at smíða bátar er als ikki tann
sami nú sum áður. Hann er nærum
burtur, sigur Sámal álvarsamur.
Avbjóðingin farin
Ein orsøk til hesa støðuna sigur hann
vera, at hann er einsamallur í sínum
starvi hvønn einasta dag og ynskir at
koma út millum fólk.
Og sum hann sigur tað so rámandi:
Misjónin ER eisini rokkin!
- At byrja við var hetta ein
spennandi avbjóðing fyri meg, har eg
kundi royna nøkur ting í verki. Men í
dag er støðan hon, at eg eri so at siga
komin á mál, og at hetta er bara at
meta sum eitt arbeiði hjá mær.
- Tað er ikki sami spenningurin í
arbeiðinum nú, sum tað var áður,
sigur vælumtókti bátasmiðurin.
Sámal hevur hugsað um ymiskt.
Hann hevur arbeitt nakað á einum
heimi fyri fólk við breki, men enn er
eingin avgerð tikin um hvat hann fer
at gera.
- Eg kann altíð seinni fara at gera
onkran bátin ella onkra umvælingina.
Men tað verður neyvan burturav!
”
Tað vísti seg at summir bátar altíð
vunnu. Og so var næstan líkamikið um
teir skiftu fólk ella ikki
”
Hugurin til
handverkið
horvin
Hesi seinastu 12 árini hevur Sámal smíðað
60 kappróðrarbátar íalt. Hann rør nú
framundir, at tað ikki verða eins nógvir
bátar smíðaðir afturat í framtíðini
Tað tekur Sámali Hansen 5-6 vikur at byggja ein kappróðrarbát, alt eftir
stødd. Eitt 10-mannafar sum hetta kostar slakar 95.000 krónur við øllum
Tú veitst hvussu tað er: Tað er sjáldan
galið við manningini. Tað er altíð
báturin sum fær skuldina fyri tey
vánaligu úrslitini