hósdagur 17. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 74 - 17. apríl 2008
Svimjihøll til kvinnur
Tað gongst sera illa at fáa tær muslimsku kvinnurnar í
Danmark at svimja í teimum almennu svimjihallunum.
Nú hevur ein býráðslimur í Silkeborg skotið upp, at
svimjihøllin í býnum skal hava serligar svimjitíðir til
kvinnur. Sosialdemokraturin Mustafa Kellegøz heldur, at
ein tílík skipan hevði lokkað innflytarakvinnurnar út í
hylin. Danski Fólkaflokkurin sigur nei, tí uppskotið
staðfestir mentanarligan og átrúnaðarligan mun.
Hvítusunnustevna
á Sandoynni
Skálavík: Í døgunum 9. til 12. mai skipar Heimamissión
in fyri hvítusunnustevnu í missiónshúsinum í Skálavík.
Landsarbeiðið hjá Heimamissiónini sum útvegar talarar
og kór, meðan staðbundnu arbeiðini í oynni taka sær av
øllum øðrum uppgávum. Á skránni eru møti øll kvøldini
frá fríggjadegi til mánadag, umframt eitt ungdómsmøti og
tvey familjumøti. Eisini verður vitjað á eldrasambýlunum
í oynni. Í hvítusunnuvikuni verður innbjóðing send í
hvørt hús í oynni.
Fakfeløgini hjá lærar
unum í avvarðandi
skúlum mótmæla, at
Kristina Háfoss hevur
broytt bygginevndina
fyri skúlamiðdepilin í
Marknagili og krevja,
at minst ein lærari
frá hvørjum skúla
framvegis er limur í
bygginevndini
MÓTMÆLI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Kristina Háfoss, landsstýris
kvinna í skúlamálum, hevur
broytt bygginevndina fyri
skúlamiðdepilin í Markna
gili soleiðis, at eingi umboð
fyri lærararnar í avvarðandi
skúlum longur eru limi í
nevndini. Og tað góðtaka
fakfeløgini í skúlunum ikki.
Hetta kunnu vit undir
ongum umstøðum góðtaka,
og vilja tí staðiliga heita á
Landsstýriskvinnuna
og
MMR um at broyta hesa
støðutakan,
soleiðis
at
minst ein lærari í hvørjum
skúla, t.e. TST, FH og FSH,
framvegis
er
limur
í
Bygginevndini.
»Vit vita, at tað hevur
stóran áhuga fyri allar part
ar í prosjektorganisatiónini,
at vit fáa ein so dygdargóðan
og tíðarhóskandi miðnáms
skúla sum yvirhøvur gjør
ligt. Vit vita, at hetta ikki
kann fremjast í verki, uttan
at minst ein lærari frá hvørj
um skúla er umboðaður í
Bygginevndini í øllum fas
um, har brúk er fyri slíkari
nevnd.
Tað er okkara sannføring,
at lærararnir á skúlunum,
sum mugu metast sum ein
astu serfrøðingar á náms
frøðiliga økinum, eiga og
skulu vera umboðaðir í slík
ari nevnd frá A til Z. Kravið
um umboðan gerst enn
størri í og við, at MMR
hava ætlanir um at leggja
allar tríggjar skúlarnar sam
an, samstundis sum byggi
verkætlanin fer fram.
Hetta kunnu vit undir
ongum umstøðum góðtaka,
og vilja tí staðiliga heita á
Landsstýriskvinnuna
og
MMR um at broyta hesa
støðutakan,
soleiðis
at
minst ein lærari í hvørjum
skúla, t.e. TST, FH og FSH,
framvegis
er
limur
í
Bygginevndini.
Vit vita, at tað hevur stór
an áhuga fyri allar partar í
prosjektorganisatiónini, at
vit fáa ein so dygdargóðan
og tíðarhóskandi miðnáms
skúla sum yvirhøvur gjør
ligt. Vit vita, at hetta ikki
kann fremjast í verki, uttan
at minst ein lærari frá hvørj
um skúla er umboðaður í
Bygginevndini í øllum fas
um, har brúk er fyri slíkari
nevnd.
Tað er okkara sannføring,
at lærararnir á skúlunum,
sum mugu metast sum ein
astu serfrøðingar á náms
frøðiliga økinum, eiga og
skulu vera umboðaðir í slík
ari nevnd frá A til Z. Kravið
um umboðan gerst enn
størri í og við, at MMR
hava ætlanir um at leggja
allar tríggjar skúlarnar sam
an, samstundis sum byggi
verkætlanin fer fram«, siga
tey trý fakfeløgini í einum
mótmælisskrivi til lands
stýriskvinnuna.
Mótmæla broyting í bygginevnd
Bergur Danielsen er formaður fyri tey trý fakfeløgini hjá lær
arunum við Handilsskúlan, Tekniska skúla og Studentaskúlan
Mynd: Jens Kristian Vang
Nú styttist tíðin til
árliga Bátastevnan
verður í Vestmanna. Í
ár verður Bátastevnan
leygardagin 24. maj.
Hetta er 7. árið á rað,
at Bátastevnan verður
hildin í Vestmanna
Streymurin verður góður
hendan dagin, og vónandi
verður eisini veðrið til vild
ar, siga fyrireikararnir, sum
síggja fram til, at nógvir
bátar fara at leita sær til
Vestmannar til hugnaliga
samveru, tónleik og sang.
Undanfarin ár hava eisini
fólk við kampingvognum,
motorsúklum og fólk á hest
baki umframt onnur vitja
stevnuna, og eru hesi aftur í
ár hjartaliga vælkomin.
Bátastevnan í Vestmann
er størsta bátastevnan í Før
oyum, og runt um landi
frættist, at bátaeigarar og
bátafeløg eru farin at rigga
seg til, til henda dag. Lut
tøkan plagar at verða góð,
upp í 200 bátar úr øllum
landinum hava sett stevnu í
Vestmanna.
Allir bátarnir savnast við
Fútaklett. Gamli postbáturin
“Ólavur” tekur ímóti og
skipar innsiglingina til Vest
manna. Komnir at bryggju
verður suppa við meir til
luttakandi
fólkið.
Um
kvøldi verður skipa fyri
stóra Bátastevnudansinum í
Ítróttarhøllini,
har
teir
vælumtóktu lokalu dansi
bólkarnir, Brigde og Thund
erbirds, spæla til dansin.
Undanfarin ár hava nógv
fólk møtt til dansin, og
høllin er altíð fullsett.
Fyrireikingarnar til Báta
stevnuna er komnar væl
áleiðis. Millum annað verð
ur gjørt klárt til at leggja
bátabrúgvarnar út aftur, á
sama hátt sum undanfarin
ár. Hetta verður gjørt fyri at
hava so góð atløguviður
skifti, sum gjørligt. Trygdin
verður eisini sett í hásæti.
Millum annað verða vaktar
fólk á bryggjuni alla náttina.
Elskáp verða sett upp,
soleiðis at bátarnir kunnu
fáa el umborð. Eisini verður
øki til kampingvognar gjørt
klárt við skipasmiðjuna,
har hesir kunnu fáa bæði el
og vatn.
Ætlanin er at skipa fyri
fleiri tiltøkum á kajøkinum
og í Ítróttarhøllini, bæði
fyri vaksin og børn. Millum
annað verða grillaðir búffar
at fáa á kaiøkinum, og um
dagin verða ymisk tiltøk í
Ítróttarhøllini fyri børn.
Somuleiðis verður møguligt
at bíleggja rundstykkir til
sunnumorgunin.
Tónleikur verður á kaiøk
inum, og seinni um kvøldið
verður eisini fýrverk. Tá
stevnan nærkast, verður
endalig skrá fyri Bátastevn
una 2008 kunngjørd.
Vestmanna Ítróttarfelag
væntar, at tiltakið fær minst
líka góða undirtøku sum
undanfarin ár, og bjóðar
hervið øllum vælkomnum á
Bátastevnu 2008 í Vest
manna, leygardagin 24. mai
2008.
Bátastevnan í Vestmanna
verður 24. mai