hósdagur 17. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 74 • 17. apríl 2008
Í meira enn 30 hevur hann
starvast í loftmiðlunum – hann
hevur havt skiftandi størv í
Sjónvarpinum, Útvarpinum og
seinast Kringvarpinum. Í næstan
18 ár hevur hann verið stjóri fyri
Útvarpið – og síðani Kringvarpið
– men hevur hann sett fyribils
punktum fyri yrkisleiðini í
miðlaheiminum.
Hvussu kennist tað at gevast í
Kringvarpinum?
- Tað var ein stór persónlig
avgerð at taka – at gevast í
Kringvarpinum og fara at royna
nakað annað – men hjá mær er
tað soleiðis, at tá ið avgerðin er
tikin, so er hon tikin.
- Eg havi havt 31 góð ár í
loftmiðlunum, og eg havi tað gott
við, at tað kapittulið í mínum lívi
nú er liðugt. Eg eri takksamur fyri,
at eg eri sloppin at royna so nógv
ymisk størv í loftmiðlunum, og tí
hava árini eisini verið varierað.
Eitt er at taka avgerðina,
men nakað annað tá ið dagurin
so kemur. Hvussu var seinasti
dagurin til arbeiðis?
- Tá vóru meira enn tríggir
mánaðir farnir, síðani eg tók
avgerðina og boðaði frá henni,
og tá ið hevði eg vant meg við
tankan, at nú skuldi gevast og
fara til nakað annað. Eg var
púra avkláraður, tá ið seinasti
arbeiðsdagurin kom.
- Tað vóru tvær høvuðsorsøkir
til, at eg gavst sum stjóri í
Kringvarpinum. Onnur var, at eg
vildi sleppa at royna eitt annað
arbeiðspláss enn tað, sum eg
hevði verið so leingi á í mínum
arbeiðslívi.
- Hin orsøkin var, at vit høvdu
arbeitt við eini samanlegging av
útvarpi og sjónvarpi, og vit høvdu
eina ætlan fyri, hvussu hetta
skuldi gerast. Tá ið tað so ikki
gjørdist rættiliga soleiðis, sum vit
høvdu ætlað, so var mín leiklutur
líkasum útspældur.
Strævið til tíðir
Kennist tað sum ein lætti at
sleppa frá sum kringvarpsstjóri?
- Tá ið tú hevur verið so leingi
í einum starvi, so er tað tí, at tú
hevur trivist, og tí haldi eg ikki
endiliga, at tað kennist sum ein
lætti at sleppa úr tí. Men tað
er heldur eingin loyna, at tað er
eitt árent starv, har tú allatíðina
skalt standa til svars fyri tað,
sum stovnurin ger. Tá kann
tað onkuntíð gerast eitt sindur
strævið.
- Serliga tíðin, tá ið eg virkaði
sum stjóri í bæði Útvarpinum og
Sjónvarpinum var strævin. Eg
skuldi verða sjtóri í SvF fyribils
í tríggjar mánaðir, men tað
gjørdist til eitt heilt ár, og tað
var krevjandi. Stovnarnir høvdu
ymiskar virkismentanir, og tí
skuldi tú stilla inn á eina aðra
kanal, tá ið tú fórt frá einum
stovni til annan.
Skifta fyri at royna
nakað annað
Hvussu var tann seinasta
tíðin, tá ið tú skuldi rigga av í
Kringvarpinum?
- Eftir so nógv ár er tað
sjálvsagt nógv at rudda upp, og
tað havi eg brúkt nakað av tíðini
til. Men eg havi eisini tikið mær
av teimum dagligu uppgávunum,
sum stjórin hevur, heilt til tað
seinasta.
- Tíðin at gevast var væl vald,
tí alt programmvirksemið hjá
Útvarpinum og Sjónvarpinum er
lagt til rættis næstu tíðina, og tað
verður í heyst, at nakað nýtt skal
koma, so tað passaði væl, at eg
gavst nú, og so kann tann nýggi
stjórin taka við.
Er hetta eitt endaligt farvæl til
miðlaheimin?
- Nú fari eg at royna nakað
heilt annað, men hvat framtíðin
hevur at bjóða, veit mann
ongantíð. Men tá ið tú hevur sitið
í tí ovasta starvinum á einum
stovni, so hevur tú ikki nakað
annað val enn at skifta, tá ið tú
vilt royna nakað annað.
Fert tú at sakna miðlaheimin?
- Tað veit eg ikki rættiliga. Nú
havi eg tikið hesa avgerðina,
og nú havi eg fingið eitt nýtt og
spennandi starv. Eg rokni við, at
tað kemur at fylla mítt arbeiðslív
næstu tíðina
Jógvan Jespersen er farin
í starv sum stjóri fyri Felagið
Nótaskip.
Jespersen skiftir kós
Eftir meira enn 30 ár í starvi í loftmiðlunum hevur Jógvan Jespersen skift kós í
sínum arbeiðslívi. Avgerðin var trupul, men tá hon var tikin, ja, so var hon tikin, og
nú skal loftmiðlamaðurin royna nakað heilt annað
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
- Tað er eingin loyna, at tað at vera kringvarpsstjóri
er eitt árent starv, har tú allatíðina skalt standa
til svars fyri tað, sum stovnurin ger. Tá kann tað
onkuntíð gerast eitt sindur strævið, sigur Jógvan
Jespersen, sum nú er givin í starvinum
Mynd: Jens Kr. Vang