Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 74 - 17. apríl 2008 Nomatek og Leif Mohr eru nú í felag eigarar av rakstrarpartinum av Vika Industry, sum er fyrrverandi el-fyritøkan Eyðun Jespersen Keyp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyritøkan Nomatek hevur um dagarnar keypt helm­ ingin av fyritøkuni Vika Industry, sum Leif Mohr átti. Vika Industry er fyrr­ verandi el­fyritøkan Eyðun Jespersen, sum Leif Mohr keypti fyri ikki so langari tíð síðan. Nú verða so Leif Mohr og Nomatek í felag eigrar av Vika Industry, sum eisini varðveitir navnið. Keypið snýr seg um helmingin av rakstrarpart­ inum av Vika Industry – og ikki um bygningarnar, sum fyritøkan Leif Mohr framvegis eigur. Stjórar í Vika Industry verða Leivur Holm, stjóri hjá Leif Mohr og Ragnar M. Magnussen, sum eisini er stjóri í Nomatek. Teir, sum í dag eiga fyritøkuna Nomatek, eru Ragnar M. Magnussen og Lars Muller, sum eisini er í nevnd felagsins. Ragnar og Lars keyptu fyritøkuna frá gomlu eigar­ unum um miðjan januar í ár. Heildarveitari Umframt at gera alt vanligt el­arbeiði, fevnir virksemið hjá Vika Industry eisini um sølu av eitt nú gearmotorum, viklingum og øðrum, eins og felagið eisini ger umvælingar og veitir tænastu á hesum og øðrum økjum innan el­arbeiði. Nomatek er heildarveitari av ymiskum loysnum úr rustfríum stáli, bæði til fiski­og alivinnuna, men eisini til alment og privat. Eitt nú ger felagið loysnir innan viðgerð av vatni. Nú helmingurin av rakstrarpartinum av Vika Industry liggur undir Nomatek, miðjar felagið eftir at gerast heildarveitari á sínum øki innan føroyskan ídnað. Navnið Vika Industry kemur av, at fyritøkan heldur til í Vika, men í aðrar mátar leggja eigarar eisini annað í hvønn einstakan bókstav í hesum navni. Teir ímynda sær, at V stendur fyri viklingar, I fyri indu­ stry, K fyri køling og A fyri aling. Nomatek hevur keypt helmingin av Vika Industry Á myndini síggjast bygningarnir hjá Vika Industry (fyrrverandi Eyðun Jespersen), sum Leif Mohr framvegis eigur. Safari leigar í tí fremra bygninginum Mynd: Vilmund Jacobsen Legst til við bátum Skálavík: Nógvir útróðrarmenn mistu bátar sína í herviligu ódnini í januar mánaði í ár, men nú er vend komin í: Tað legst aftur til við bátum í Skálavík, skrivar heimasíðan bkv.fo. í vikuni kom enn ein bátur (myndin) til bygdina. Bátin eigur Grímur Kamban Jacobsen. Mugu verja toskin Heimsnáttúrugrunnurin World Wildlife Foundation fegnast um, at tað hevur eydnast at tálma ólógligu toskaveiðini í Barentshavinum, men sigur, at toskurin er framvegis í vanda á havleiðunum eystan fyri og í landnyrðing úr Russlandi. Tí vil WWF hava myndugleikarnar at hava betri eftirlit við fiskiskapinum har. Grunnurin sigur, at verður einki gjørt, kann toskurin har fáa somu lagnu sum við Alaska, har hann ikki hevur ment seg aftur enn. FyritøKa Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nomatek hevur sín uppruna í 1979, tá fyritøkan sum hin fyrsta av sínum slagi í Føroyum burtur av fór undir projektering og framleiðslu av ymiskari útgerð og útbúnaði úr rustfríum stáli. Fyritøkan húsast Við Sandá 1, har felagið hevur skrivstovu, teknistovu, goymslu og framleiðslu­ hølir – alt undir somu lon. Nomatek veitir ráðgev­ ing, projektering og fram­ leiðslu av útgerð til fiski­og alivinnuna, bæði sum standardútgerð og skraddar­ aseymaðar loysnir. Hesar loysnir snúgva seg eitt nú um útbúnað í sam­ bandi við kryvjing, smolt­ støðir, resirkulering av vatni eins og sóttreinsan av blóð­ og prosessvatni, sum tað eitur á heimasíðuni hjá felagnum. Felagið hevur í nógv ár projekterað og framleitt vatnreinsiverk við filtrering og sóttreinsing av vatni, og í dag reinsar útgerð hjá Nomatek vatnið hjá tilsamans 22 bygdum í Føroyum. Øll árini síðan 1979 hevur fyritøkan ment og framleitt nýggja útgerð til fiskavirkir, skip og alivinnuna eins og til kommunal vatnverk. Tilfarið, sum felagið serliga hevur arbeitt við øll hesi ár, er rustfrítt stál og plastikk, sum eru góðkend í matvøruframleiðslu. Nomatek hevur fýra verkfrøðingar/ teknarar, sum arbeiða við at menna, projektera og standa fyri framleiðsluni hjá felagnum, og haraftrat hevur felagið fleiri handverkarar við drúgvum royndum. Umframt at veita tekniskt framkomnar loysnir, ger Nomatek nógvar ymiskar uppgávur – alt frá garde­ robum og køksplátum til rustfríar mastrar og rekkverk. Nomatek - heildarveitari úr rustfríum stáli Nomatek, sum nú eigur helmingin av rakstrarpartinum av Vika Industry, hevur sín uppruna í 1979 Mynd: Vilmund Jacobsen