Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 • 17. apríl 2008 Vikuskifti 7 at tað er her, ið fólk koma? Um tú skalt leggja álmanakkan eftir tí, hvat onnur gera, so kanst tú líka so gott gevast. Men sjálvandi hyggur tú eisini eftir, hvat hendir aðrastaðni. Eg royni at leggja tiltøkini soleiðis, at húsið hevur eina breiða skrá, sum rakar øll og er viðkomandi fyri tey flestu. Vísir tað seg so, at tað fellur saman við okkurt, ja, so gerst ikki við. Hatta er lívið, og soleiðis er við øllum lívisins viðurskiftum, sigur Hans Petur í Brekkunum. Er tað nakað, sum er komið óvart á ella ikki hevði ímyndað tær, áðrenn tú sókti og fekst starvið? Eg skal siga tær, at tað er akkurát soleiðis, sum eg hevði hugsað mær. Eg visti, at eg hevði harða húð, og hon er blivin uppaftur harðari. Eitt, sum tú skalt venja teg við, er, at teir føroyingar, ið koma her, halda tað vera teirra hús. Og tað er rættiliga positivt, at teir gera tað, tí hetta er jú Føroyahúsið, ið verður fíggjað úr Føroyum, men av tí sama, so hava teir eina viðmerking til alt, he, he. Teir kunnu eisini finna upp á at viðmerkja, um téskeiðin liggur tveir millimetrar frá kaffikoppinum, og slík ting gjørdu meg eitt sindur bilsnan í byrjanini, men tað er jú smáting, sum eg ikki taki mær tykni av longur. Annars kom eg út í eitt ódnarveður frá byrjan av viðvíkjandi ómøguligum grannum, men tað er ikki nakað nýtt, tí soleiðis hevur altíð verið her. Satt at siga, trúði eg, tað var ein farin tíð, men so var ikki. Eg havi havt sera nógvar fundir við grannar, útleigarar, játtanarmyndugleikar og miljøteknikarar, men nú haldi eg, tey eru blíðkaði aftur, og vit hava fingið eina loysn upp á tað. Í hvussu er til onkur nýggjur flytir inn í grannalagnum. Men húsið er broyt rættiliga nógv, tí fyrr vóru tað oftani feløgini, ið vóru serliga aktiv. Soleiðis er ikki longur, havi eg skilt á lagnum? Feløgini eru aktiv enn, men tey eru bara ikki so nógv eftir. Talvfelagið, Oyggjaskeggi og Nærvarpið eru ikki til longur, men Kvinnufelagið er sera aktivt og hevur nógvar limir, og Fótatraðk er sera aktivt, eins og Húsakórið og Listafelagið. So tey eftirverandi feløgini, eru aktiv. Og so eru tað feløgini uttanfyri húsið. ÍF Føroyar, kórið Mpiri og róðarfeløgini koma inn einaferð um árið og plaga hava ein dans. Tey brúka ikki húsið so nógv dagligt. Nei, feløgini eru bara færri í dag, og hetta vísir, at áhugin fyri felagsskapi ikki er í hásæti beint nú. Hans Petur í Brekkunum vísir á, at nakað sum tyngir raksturin, er tann høga húsaleigan mitt í Keypmannahavn, ið er hækkað nógv seinnu árini, meðan játtanin til húsið á føroysku fíggjarlógini hevur staðið í stað. Spælir framvegis tónleik Spurdur um hann fær tíð at gera nakað við tónleikin, tá hann hevur eitt so krevjandi arbeiði, sigur Hans Petur í Brekkunum. - Jú, tað sum er so gott nú, er at eg sjálvur geri av, hvussu nógv eg spæli. Tey árini tú arbeiddi sum freelance-saxofonistur, var tú noyddur at siga ja til alt møguligt. Eisini tað, tú ikki tímdi. Hetta havi eg skorið niður uppá, og nú geri eg fullkomiliga sjálvur av, hvat eg stilli upp til, og tað passar mær sera væl, sigur Hans Petur í Brekkunum, sum er kendur frá Brekku Brothers, ið góvu eina fløgu út síðsta summar. Sjálvt um teir búgva hvør í sínum heraðshorni – beiggin býr í Silkeborg – meðan hinir tríggir í bólkinum búgva í Føroyum, so upptraðkar bólkurin framvegis av og á. Upp á spurningin um, hvussu leingi hann ætlar sær at vera leiðari í Føroyahúsinum, sigur Hans Petur í Brekkunum: - Ja, Martin (Martin Fjallstein, fyrrverandi leiðarin, blm.) segði við meg, at eg skal vera minst 10 ár, he, he... nei, tað veit eg ikki. Higartil havi eg altíð dugað at givist, tá eg ikki brenni fyri nøkrum longur, ella tá eg havi følt, at ongin uppbakningur er. So er bert at gevast, men har eri eg ikki komin til enn. talentum »Sjálvt um samskiftið er gott í dag, verður torført at halda eina ræstkjøtaveitslu yvir Skype. Tí verður tað helst altíð brúk fyri einum stað fyri føroyingar í Keypmannhavn« »Tíðirnar eru nógv broyttar. Fyri bert fáum árum síðani bar til at seta eina telefonketu í gongd mánadag í samband við til dømis ein fyrilestur, sum var seinni í vikuni. Hetta ber ikki til longur« »Tá Føroyar vunnu Eysturríki var eg 18 ára gamal og givin við fótbólti, men tann dysturin gav mær blóð á tonna til at byrja aftur« 34 ára gamli Hans Petur í Brekkunum hevur ikki longur so góða tíð til saxofinina, nú hann er leiðari av Føroyahúsinum í Keypmannahavn