Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 17. apríl 2008 7 tíðindi Nú verður arbeitt við at seta ferðsluljós upp í Hvalbiartunnilin, so at tað bara verður loyvt at koyra annan veg­in ísenn fyri at sleppa undan, at proppur kemur í av tí at bilar møtast inni í tunlinum Ferðslutrygd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsverk kannar nú eftir um tað ber til at seta ferðslu­ ljós upp í Hvalbiartunlinum fyri at bøta um ferðslutrygdina. Tað hevur Bjørt Samuel­ sen, landsstýriskvinna í vinnumálum, upplýst í Løg­ tinginum. Endamálið við ferðslu­ ljósunum er at tað bara skal vera verða loyvt at koyra annan vegin ísenn fyri at sleppa undan ferðsluproppi, tá ið bilar møtast í tunlin­ um. Sostatt verður ferðslan einvegis norðureftir í nakrar minuttir og aftaná verður ferðslan einvegis suðureftir í nakrar minuttir. Tað vóru teir báðir løg­ tingsmenninir Johan Dahl og Jacob Vestergaard, sum vildu hava av vita frá lands­ stýriskvinnuni, hvat ætlanin er at gera fyri at bøta um ferðslutrygdina í teimum gomlu tunlunum. Bjørt Samuelsen staðfesti, at tað er so mikið dýrt at dagføra teir gomlu tunlar­ nar, at í flestu førum loysir tað seg betri at byggja nýggj­ ar tunlar. Men hon segði, at í løtuni er Landsverk í ferð við at kanna, hvørji fyribils tiltøk kunnu verða sett í verk fyri at bøta um trygdina í Hvalbi­ artunlinum. Í hesum sambandi verður eisini kannað um tað hevði verið ein brúkilig loysn at sett ferðsluljós upp við Hvalbiartunnilin. Í øllum førum helt hon, at ein ferðslu­ávaringarskip­ an av onkrum slagi er harð­ liga tiltrongd. Tað liggur í kortunum, at okkurt skal gerast, men hon kundi kortini onki siga um, nær nakað verður gjørt fyri ferðslutrygdina í Hvalbiar­ tunlinum. Annars staðfestir hon, at á fíggjarlógini skal meiri peningur setast av til ábøtur á tunlar, vegir og brýr kring landið. Hvalbiartunnilin fær ferðsluljós Hvalbiartunnilin er einsporaður, og tað elvir mangan til ferðslupropp, tá bilar møtast inni í tunlinum, serliga stórir bilar. Nú verður roynt at finna eina loysn fyri at sleppa undan hesum trupulleikanum Samg­ong­an vil ikki lova leirvíking­um, at veg­aføring­in íg­jøg­num Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin verður g­jørdur omanfyri byg­dina, sum meirilutin í byg­daráðnum vil NorðoyatuNNiliN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ivasamt um leirvík­ ingar fáa sín vilja um at vegaføringin ígjøgnum Leir­ vík í sambandi við Norðoya­ tunnilin, skal leggjast oman­ fyri bygdina. Tað framgekk av einum kjaki í Løgtinginum nú ein dagin. Tað var Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum vildi hava at vita, hvat samgongan ætlar at gera við vegaføring­ ina ígjøgnum Leirvík í sam­ bandi við Norðoyatunnilin Fyrst var semja í Leirvíkar Bygdarráðið um at leggja vegin í ein tunnil undir bygdina, men tað varð koll­ dømt í Løgtinginum, tí tað skuldi vera ov dýrt. Ìstaðin fyri hevur Løg­ tingið samtykt at gera vegin niðri í bygdini fyri í mesta lagi 40 milliónir krónur. Kári P. Højagaard vísti á, at tað seinasta er, at megin­ parturin av bygdarráðnum í Leirvík vil hava vegin oman­ fyri bygdina, men hesum hevur meirilutin í Løgtingi­ num ikki viljað lurtað eftir. Men Tá ið Bjørt Samuel­ sen svaraði, helt hon seg mest til løgtingssamtyktina, sum er gjørd um at leggja vegin niðri í bygdini. Hon segði eisini, at tær ognartøkur, sum tað var neyðugt at fremja í hesum sambandi, eru gjørdar. Kortini segði hon, at síð­ ani samtyktin varð gjørd, eru prísirnir hækkaðar og at hon tí helst verður noydd at biðja Løgtingið um eina eykajáttan fyri at kunna fremja ætlanina. Hon metti, at kanska verð­ ur neyðugt um eina eyka­ játtan upp á 10 milliónir. Hinvegin helt hon eisini, at sama hvør loysn verður vald, koma vit í stríð við fólkaræðið, tí tað seinasta er, at meirilutin í Leirvíkar bygdaráð hevur mælt til at gera vegin omanfyri bygd­ ina og tað er eisini álvarsamt ikki at lurta eftir leirvíking­ um. Hon legði afturat, at á fíggjarlógini fyri 2009 er ætlanin at seta nóg mikið av peningi av til at gera veg­ in lidnan fyri. Andreas Petersen, løg­ tingsmaður, vísti á, at Lands­ stýriskvinnan hevði eitt at gera og tað er at fylgja tí, sum er samtykt um at gera vegin niðri í bygdini. ­ Tann samtyktin er gjørd eftir tilmæli frá einum meiri­ luta í bygdaráðnum í Leir­ vík. Alfred Olsen staðfesti, at verður nú neyðugt við eini eykajáttan, kostar vegurin nú næstan tað sama sum ein tunnil undir bygdini hevði kostað og sum semja upprunaliga var um. Meirilutin í bygdaráðnum í Leirvík vil hava vegin til Norðoyatunnilin lagdan omanfyri bygdina, men Landsstýril vil ikki lova, at ynskið verður fylt Sleppa lemmatrolarar at partrola, kunnu teir spara ein stóran part av útreiðslunum, men tað er ein spurning­ur, sum má umhug­sast serstaklig­a væl Fiskiskapur Áki Bertholdsen áki@sosialurin.fo Sleppa teir stóru lemmatrol­ ararnir at partrola, kunnu teir spara næstan helvtina av útreiðslunum. Tað hevur Tórbjørn Jacob­ sen, landsstýrismaður í til­ feingis­og fiskivinnumál­ um, upplýst í Løgtinginum. Tinglimir umrøddu spurn­ ingin um kreppuna, sum fiskiflotin er við at koma upp í av tí, at oljan er blivin so ovurhonds dýr at rakstur­ in ber seg ikki longur við tað, at tað er ikki meiri enn at bátarnir fiska fyri olju longur. Lemmatrolararnir brúka nógva olju og tí er trupul­ leikin serliga stórir hjá teim­ um. Og verða lemmatrolarar­ nir bundnir við bryggju, fer tað at raka Suðuroynna ser­ liga hart, tí har tað eru har, at teir flestu lemmatrolarar­ nir eru. Í hesum sambandinum hevur spurningurin verið umrøddur um at lata teir stó­ ru lemmatrolararnar sleppa at partrola. Tórbjørn Jacobsen segði, at hann hevði fingið at vita frá vitandi fólki á økinum, at sleppa lemmatrolararnir at partrola, kundi hvør trol­ ari spart 15% av útreiðslun­ um til reiðskap og upp í 30% av útreiðslunum til olju. ­ Sostatt er talan um eina ógvuliga stóra sparing. Kortini heldur hann, at talan er um ein spurning, sum má umhugsast serstak­ liga gjølliga. ­ Eitt, sum vit mugu gera okkum greitt, er, hvar hend­ an partrolingin skal vera. Talan má vera um eina skip­ aða partroling, soleiðis at ein stórur partur av einum skipabólki ikki endar inni á hjá einum øðrum bólki, tí so fær ongin nakað burtur úr. Spara næstan helvtina av útreiðslunum Ivasamt um leirvíkingar fáa sín vilja Forvitnislig vitjan úr Klaksvík Hoyvík: Komandi sunnukvøld verður møtið í samkomuni Oasuni í Hoyvík, har klaksvíkingar fara at luttaka við talu og sangi. Á møtinum tala Poul Færø og Jóhan Magnus Rasmussen, meðan Kvartettin úr Betesda í Klaksvík syngur. Aftaná møtið verður ein, drekkamunnur at fáa. Meiri harðskapur og stuldur Mars mánaður var heldur harðligur hjá íslendsku løgregluni. Hagtølini fyri mánaðin vísa, at løgreglan fekk boð um 29 prosent fleiri tilburðir við harðskapi enn í mars í fjør. Somuleiðis vísa hagtølini, at løgreglan fær altsamt fleiri fráboðanir um stuldur. Í síðsta mánaði vóru tær 306 í tali ímóti 266 í mars í fjør. Hinvegin vóru færri mál um rúsevni. Løgreglan hevði 139 rúsevnamál í síðsta mánað ímóti 168 í mars í 2007 og 156 í mars í 2006.