Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 • 17. apríl 2008 Vikuskifti 6 - Eg kann geva tær fullkomiliga rætt í, at 95 prosent av tónleik- arunum ikki eru prototypurnar upp á at vera leiðari fyri einum húsi sum Føroyahúsið í Keyp- mannahavn. Svarið kemur í einum látri frá Hans Peturi í Brekkunum upp á niðurstøðuna í spurninginum frá undirritaða, um hví hann søkir eitt tílíkt starv, har tað fyrst og fremst eru nógvar praktiskar uppgávur at taka sær av. - Og jú, eg havi tosað við nógv fólk, sum hildu tað vera sera óvæntað, at eg sókti eitt slíkt starv, men fyri meg var tað fullkomiliga natúrligt og eitt rætt val. Meiri er ikki at siga um tað, sigur 34 ára gamli Hans Petur í Brekkunum, sum er nýbakaður pápi til eina dóttir. Frammanundan eiga hann og unnustan, Annika Fossá, fýra ára gamla sonin, Bastian. Tónleikurin hevur altíð fylt nógv í lívinum hjá Hans Peturi, sum helst er tann besti saxofonspæl- arin, ið er fostraður her á landi. Í yngri árum var havnarmaðurin ein habilur fótbóltsleikari og leikti seg longu 18 ára gamal inn á besta liðið hjá HB. Hetta var beint eftir tiltikna 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona í 1990. - Faktiskt var tað júst tann dysturin, ið gav mær blóð á tonna aftur, tí eg var givin við fótbóltinum tá, sigur Hans Petur í Brekkunum. 20 ára gamal gjørdist HB’arin illa skaddur og mátti binda frið í langa tíð, áðrenn hann kom í gongd aftur og leikti síðani, til hann var 23 ár, tá tónleikurin aftur bankaði á dyrnar. Hetta árið hevði hann sókt inn á Rymisk Musikkonservatorium í Århus og var so mikið heppin – ella dugnaligur – at sleppa inn. Frammanundan hevði hann verið á tónleikaháskúla í Holstebro, tikið HF í Havn og arbeitt í Íslandi. Síðani hevur tað verið tónleik- urin, ið hevur fylt lívið hjá Hans Peturi í Brekkunum. Og hvussu eru so uppgávurnar í nýggja starvinum á Vesterbro- gade 17 A, har Føroyahúsið heldur til. - Her er tónleikur, her eru døg- verðar, her er sjálv leiðslan av húsinum, her er samstarv við tey ymsu útisetafeløgini um at gera tiltøk, her er útleigan av hølum til veitslur, fundir og skeiðvirksemi. Ja, alt møguligt. Hans Petur í Brekkunum vísir á, at hann minnist einaferð eitt prát við Egil Hansen, sum hevur verið vinmaður hansara frá barnaárum. - Tá vit vóru 13 ár, skuldu vit hava eina matstovu ella kafé, har tað eisini var tónleikur. Og tá eg var byrjaður her inni, kom mær til hugs, at alt sum eg droymdi um tá, finst í hesum húsinum. Eitt hús, har tað henda øll møgulig ting, sum eru spennandi at arbeiða við. Nógvar traditiónir Í hvønn mun hevur tú broytt hús­ ið, síðani tú byrjaði sum leiðari fyri einum góðum ári síðani? - Nei, eg havi ikki broytt húsið serliga nógv, men brúkt tíðina til at seta meg inn í tingini og eygleiða, hvussu húsið virkar. Her eru nógvar traditiónir sum til dømis Grækarismessa, flagg- dagur og jólatræ fyri børnum. Onkrar smábroytingar eru gjørdar. Nýggj tiltøk, ið eisini verða afturvendandi. Tú skalt vera varin við at busa ov skjótt fram, tá talan er um eitt stað, ið húsar fólki millum 20 og 80 ár. Fingurin skal líka stingast í jørðina, tá broytingar verða gjørdar. Hvussu gongur ein dagur ella vika hjá tær? - Eg fari inn, telji kassa, tjekki teldupostar, geri avtalur við fólk, taki móti vørum og kanska støvsúgvi eitt sindur viðhvørt, um vaskikonan ikki júst hevur verið til arbeiðis kvøldið fyri. Sum leiðari í Føroyahúsinum hevur tú fleiri størv í einum ella nógvar keppar, tí tú ert einasta fólk í føstum starvi, ið hevur alla ábyrgdina. Dagurin kann fara við øllum møguligum, tí ongin annar er at gera tað. Útyvir at hava ein fastan kokk, eru tað mest lesandi, ið arbeiða skiftivís. Alt eftir hvussu nógv er at gera, og hvat slag av tiltøkum eru. Harafturat eru nøkur sjálvboðin millum tey eldru fólkini, ið skipa fyri týsdags- døgverða einaferð um vikuna. Nú er samskiftið sera gott millum Føroyar og Danmark. Er tað framvegis brúk fyri einum Føroyahúsi í Keypmannhavn? - Eg trúgvi, at um man skuldi sitið og havt ræstkjøtaveitslu saman á Skype, so hevði tað ikki verið júst tað sama, sum at halda tað her í Føroyahúsinum, sigur Hans Petur í Brekkunum við einum látri. - Men eg haldi, at tað samskift- ið og samband, ið er í dag, og sum Føroyahúsið verður brúkt til í mun til fyri 10 árum síðani og longur aftur í tíðina, ger, at tú ert noyddur at fylgja við tíðini. Jú, eg haldi heilt givið, at tað er tørvur á tí, men kanska í ein annan mun, enn tað varð brúkt til fyrr, tá tú kundi seta eina telefonketu í gongd mánadag í samband við ein fyrilestur, sum var seinni í vikuni. Hetta ber ikki til longur, sigur Hans Petur í Brekkunum. Hvat eru tað fyri fólk, sum brúka húsið mest. Eru tað fastbúgvandi tey lesandi? - Tað er bæði og. Tey lesandi brúka ikki húsið á sama hátt, sum tey fastbúgvandi og serliga tey eldru. Kanska tí tey eldru hava eina traditión fyri felagslívinum og hava hildið til í húsinum í fel- agsskapi. Tey yngru koma, tá tað er eitt einkult, spennandi tiltak, men koma so ikki aftur fyrr enn næstu ferð, tá eitt gott tiltak er á skránni. Tey eldru brúka húsið upp á ein annan máta og vitja tað oftari í tí dagliga. Stór kapping Tit hava fingið ein kappingar­ neyta, Norðurbryggjan, hvussu klára tit ta kappingina? Tað eru kappingarneytar allastaðni í Keypmannahavn. Eg haldi ikki, at Norðurbryggjan er ein dagligur kappingarneyti, men tá tú hugsar um, at ein partur av Bryggjuni er føroysk, so kann ikki umgangast, at onkur tiltøk falla saman. Og tá tú nú nevnir Bryggjuna, so er Skarv latið upp aftur við live-tónleiki hvørt viku- skifti, og FO-Invasion skipar fyri tiltøkum. Tað einasta man kann gera, er at hava eina so góða skrá sum møguligt, tí so trúgvi eg uppá, at tað ikki kann ganga heilt galið. Men er tað so, at tú hyggur eftir álmanakkanum hjá øðrum, ella roynir tú bert at fáa tað so gott, sum tú kanst og síðani vóna, Heldur óvart kom tað ivaleyst á onkran, at ein væletableraður tónleikari gjørdist leiðari av Føroyahúsinum í Keyp­mannahavn, men fyri høvuðsp­ersónin sjálvan var starvið ein ynski­ dreymur. Sosialurin og Rás2 hava hitt tónleik­ aran, tónasmiðin og fyrrverandi fótbóltsleikar­ an, Hans Petur í Brekkunum, ið hevur konser­ vartoriuútbúgving og ivaleyst er best kendur sum ein framúr góður saxofonsp­ælari Útisetalív Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Ein maður við nógvum t ­ Starvið sum leiðari í Føroyahúsinum er júst, sum eg hevði ímyndað mær, sigur Hans Petur í Brekkunum Orð og myndir: