hósdagur 17. apríl 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 74 - 17. apríl 2008
Innflutningurin
stendur í stað
Fyrstu tveir mánaðarnar í 2008 er
innflutt fyri 756 mió. kr. Tað eru 53 mió.
minni enn somu mánaðar síðsta ár. Um
skip ikki verða tikin við, er ein vøkstur
upp á 74 mió. sum er 11 prosent meir
enn í fjør, sigur Hagstovan.
Innflutningurin til byggivinnuna og
annan
ídnað
veksur
framhaldandi,
ávíkavist 25 prosent og 22 prosent.
Eisini varð innflutt fyri 34 prosent meiri
brennievni. Innflutningurin til beinleiðis
húsarhaldsnýtslu er ikki vaksin hesar
báðar mánaðarnar, men er á leið tann
sami sum seinasta ár.
Innflutningurin av alifóðri er minkaður
nógv hesar báðar mánaðirnar. Higartil í
ár er innflutt fyri 8 mió. minni enn sein
asta ár, tað er ein minking á 69 prosent.
Innflutningurin av akførum er minkaður
20 prosent.
atlantic.fo
Tel 34 10 10
www.sansir.fo
Føðingardagstilboð frá Atlantic Airways.
Keypmannahavn ella Billund
Einvegis ferðaseðil. Íroknað eru øll avgjøld.
Ferðatíðarskeið frá 15/8 til 25/10.
Veitslan heldur fram
Prísdømi omanfyri er við keyp
á heimasíðuni atlantic.fo
Avmarkað útboð
úr1.095,-
Sølutíðarskeiðið er 15/4 til 25/4
Fyri at fáa størri
innlit í umstøðurnar
hjá avvarðandi
hjá sálarsjúkum
sóknast Sinnisbati og
Psykiatriski Depilin
eftir fólki, sum kunnu
varpa ljós á evnið
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Verkætlanin ”At síggja við
hjartanum” fór av bakka
stokki 1. mars. Ein partur
av verkætlanini er at gera
eina virkisætlan, sum skal
lýsa og viðgera støðuna hjá
teimum avvarðandi – bæði,
hvussu tey kunnu verða ein
virkin partur av lívinum og
viðgerðini hjá tí sálarsjúka,
og um teirra egna tørv á
kunning, ráðgeving og øðr
um tilboðum.
Tí vilja vit fegin hava
samband við núverandi og
fyrrverandi
avvarðandi
kring alt landið, fyri at hoy
ra um teirra royndir, hugsan
ir og ynski, sigur Annlis
Bjarkhamar, samskipari.
Virkisætlanin skal millum
annað byggja á royndir,
hugsanir og ynski hjá teim
um avvarðandi og geva boð
uppá, hvørji átøk eru neyð
ug, so avvarðandi eisini fáa
eitt gott tilboð í sambandi
við sálarsjúku.
Annlis Bjarkhamar sigur,
at ætlanin er at hittast við
avvarðandi í tíðarskeiðinum
26. apríl – 3. mai, og at tey
avvarðandi, sum hava hug
at luttaka kunnu senda ein
teldupost til sinn@email.fo
ella ringja á tlf. 50 76 32
áðrenn 25. apríl. Til ber at
lesa meira um verkætlanina
á www.sinnisbati.fo.
Avvarðandi til
sálarsjúk sóknast