Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 74 • 17. apríl 2008 ferð Dagfinn royndi seg innan døming. Hann minnist fyrstu ferð teir dømdu í Havn. Tá fóru teir fóru heim til kassameistaran hjá B36 – Kjartan Mohr – fyri at fáa samsýningina. Ein, sum frætti, um væntandi hugin hjá Dagfinni at venja hart við NSÍ 5 ferðir um vikuna, var Øssur Mohr frá Dómaranevndini hjá FSF. Hann spurdi Dagfinn, um hann ikki kundi hugsað sær at gerast dómari, og Dagfinn játtaði. Fyrsta árið – tá vóru 18 umfør í landskappingini – dømdi hann 16 dystir í næstbestu deildini, og tveir dystir í bestu deildini. Dagfinn minnist, at fyrsti dysturin hann dømdi í bestu deildini var í 13. umfari, og var talan um ein dyst í Vági millum VB og HB. Eftir tí hann minnist gekk væl hendan dystin. Tó sigur Dagfinn, at tolni er størri við einum nýggjum dómara, enn við einum royndum dómara. Tað hevur hann lært hesi árini. Steypafinalan størst Fyri Dagfinn og hinar føroysku dómarnar er eingin ivi: Steypafinalan er tað størsta ein føroyskur dómari kann røkka, um ikki ein er FIFA-dómari. Hesum rakk Dagfinn í 2006, tá B36 og KÍ leiktu steypafinalu, og hesum rakk Eiler Rasmussen í fjør. Í so máta heldur Dagfinn, at tað er óheppið, at steypafinalan er so tíðliga í kappingarárinum í ár. Tí so verður ikki talan um ein dómara, sum hevur nógvar dystir í beininum, sum dømir finaluna. Tó aðrar gularøtur hava verið. Dagfinn var við til at døma norður landameistaraskapið fyri U-17 lið í Svøríki í 2002. Hann hevur eisini verið á skeiði hjá DBU í Lyngby í samband við prestisjufullu U-19 kappingina í Lyngby, sum føroyska U-19 landsliðið onkuntíð hevur tikið lut í. Tveir dómarar plaga at fara við U-14 landsliðnum til Aberdeen International Festival, og so er tað eisini norðurlendska dómara-útvekslingin, sum ein føroyskur dómari um árið fær gagn av. Dómaraskeiðini, sum skiftandi skeiðleiðar skipa fyri, eru eisini sera gevandi. Jørn Vest Larsen og Tore Østergaard hava eisini verið við, av og á. Vinarlagið og tileggjanin millum fótbóltsdómarnir er eisini ein góð orsøk til, at vit í heila tikið hava nakrar dómarar í Føroyum. Og nú hava dómarnir so fingið ein dómaraleiðara í Lassanum Isaksen, sum kann geva dómarunum uppmuntringar, gjøgnumgongdir og afturmelding- ar. Umframt Lassan eru italski Collina og enski David Elleray hetjurnar hjá Dagfinni. Og ja, tá Dagfinn hyggur eftir einum dysti á hægsta støði, so er hann sera upptikin av dømingini. Lat søguna, ærligheitina og lívsroyndirnar hjá Dagfinni Olsen minna okkum á, ikki at døma dómarnar ov hart. Uttan teir var so eingin landskapping! - Tað er eitt arbeiðið, og ikki ein plikt at verða fótbóltsdómari, sigur Dagfinn Olsen, sum ikki hevur dømt higartil í ár, men sum ætlar sær at tørna til aftur í mai mánaði Mynd: Álvur Haraldsen ... um Liverpool FC Liverpool eru óførir í Champions League, og tá er stuttligt at fylgja teimum. Men tað er frustrerandi at fylgja teimum í Premier League. Eg hyggi viðhvørt eftir Premier League, tá høvi býðst. ... um Skálafjarðartunnilin - Tað er ein katastrofa, at Skálafjarðartunnilin ikki langt síðani er farin í gongd. Hann hevði lætt munandi um gerandisdagin hjá mær og mongum øðrum føroyingum. Persónliga hevði eg spart minst ein tíma í koyring um dagin til arbeiðis har inni, tí tunnilin skal jú koma upp beint við Rituvík.