Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 74 - 17. apríl 2008 Úrslitið í fjør hjá Tryggingarfelagnum Føroyar var tað ring­ asta nakrantíð. Het­ ta skyldast serliga eldsbrununum umborð á Hercules og Athenu. Men takkað verið góðum fíggj­ aravkastum upp á partabrøv royndist árið hjá móðirfelag­ num TF Holding 16,3 mió. krónur betur enn í 2006 Ársroknskapur Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Árið í fjør var tað vánaligas­ ta tryggingarárið fyri Trygg­ ingarfelagið Føroyar nakr­ antíð. Men hóast hetta so gjørd­ist úrslitið hjá móðirfe­ lagnum, TF Hold­ing, 16,3 mió. krónur betur í 2007 enn í 2006. Fyri skatt hevði TF Hold­ing eitt avlop á 145,2 mió. krónur saman­ borið við 99,6 mió. krónur í 2006, og aftaná skatt gjørd­­ ist úrslitið 115,9 mió. krón­ ur. Hetta er sum vera man eisini er úrslitið hjá Ognar­ felagnum Tryggingartakar­ anna, hvørs virksemi einans er at eiga partabrøv í TF Hold­ing P/F. Men tað var ikki Trygg­ ingarfelagið Føroyar, ið hál­ aði vinningin í hús fyri TF Hold­ing P/F í 2007. Árið gjørd­ist nevniliga tað ring­ asta í 10 ára longu søgu felagsins, og hetta komst serstakliga av álvarsama eld­sbrunanum umborð á Hercules tann 21. apríl 2007, og eld­inum umborð á systirskipinum Athenu bert góðar tveir mánaðar seinni. Men hvussu ber tað so til, at úrslitið hjá móðirfelag­ num TF Hold­ing P/F kortini gjørd­ist 16,3 mió. krónur betur í 2007 enn í 2006? ­ Hetta komst av fíggjar­ avkastinum, sum var betri í 2007 enn i 2006. Vit eru í tí hepnu støðu at hava fleiri bein at stand­a á, og í hesum føri var tað íløguvirksemi, sum bjargaði okkum í fjør, sigur Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroy­ ar. Tað vóru serliga partabrøv í børsskrásettum fyritøkum, sum hálaðu vinningin heim í 2007. Týðandi føroyskur íleggjari TF Hold­ing P/F er ein týð­ and­i íleggjari í Føroyum og hevur sett pening í fleiri verkætlanir í 2007. Saman­ lagt setti felagið yvir 100 mió. krónur í føroyskar fyri­ tøkur í 2007. Hetta eru fyri­ tøkur, ið bæði virka í Føroy­ um og uttanland­s. Talan er um fyritøkur sum Formula International, ið TF Hold­ing setti pening í saman við Før­ oya Tele, JFK í Grønland­i, Data Quality, Atlantic Air­ ways, Statoil, og umfígging av Smyril Line. Men hvat er tað, sum hev­ ur fingið TF Hold­ing at seta pening í hesar fyritøkurnar, serliga tær, ið virka uttan­ land­s? ­ Vit meta tað vera áhuga­ vert at brúka føroyska ser­ frøði og fara uttanland­s við henni. Enn eru íløgurnar ungar, so ov tíðliga er at siga, hvussu tær fara at royn­ ast. Men vit vænta okkum nógv av teimum, sigur Gunnar í Liða og held­ur fram: ­ Vit trúgva upp á Atlantic Airways, sum er einasta før­ oyska flogfelagið, somuleið­ is trúgva vit upp á Statoil. JFK í Grønland­i er ein nýggj og spennand­i verkæt­ lan, sum er tengd­ at størri vága, men eisini størri potentiellum avkasti. Har­ afturat hevur TF Hold­ing keypt seg inn í Injector, sum mennir eina áhugaverd­a orkusparand­i skrúvu, greið­ ir Gunnar í Liða frá. Hann leggur afturat, at tað er ein partur av strategi­ ini hjá TF Hold­ing at kanna møguleikar fyri at seta pen­ ing í verkætlanir, og at hend­­ an strategiin serliga vend­ir sær móti føroyskum verkæt­ lanum. ­ Um vit seta pening í útlend­skar fyritøkur, so er einans talan um børsskráset­ tar fyritøkur. Vit kenna størstu ábyrgd­ina í Føroy­ um, sigur hann. Endurtryggingarfelag á Guernsey TF Hold­ing eigur seks d­óttirfeløg við 100 prosent­ um, harímillum end­urtrygg­ ingarfelagið Faroe Insuran­ ce Company Guernsey Ltd­. við einari eginogn uppá 238,6 mió. krónur. Hví er hetta end­urtrygg­ ingarfelagið skrásett á Guernsey? ­ Í 2002 fóru vit at hyggja eftir møguleikum at ekspon­ era okkara eginogn í egið felag í staðin fyri bert at end­urtryggja okkum í útlend­skum feløgum. Vit kannaðu eftir, hvar bestu lógarkarmarnir funnust fyri at gera hetta og komu fram til, at Guernsey var rætta staðið. Har er lógarverkið nevniliga skrad­d­araseymað til slíkar tryggingar, nevnd­­ ar captives, greiðir Gunnar í Liða frá. Stovnsfæið í Faroe Insur­ ance Company Guernsey Ltd­. í 2003 var 165 mió. krónur, men er nú vaksið til 238,6 mió. krónur. Hesin vøksturin á 73,6 mió. krón­ ur er sostatt peningur, sum hevði farið á útlend­skar hend­ur, um TF Hold­ing ikki hevði stovnað sítt egna end­urtryggingarfelag. Tryggingarfelagið Føroy­ ar er tó eisini end­urtryggjað hjá øðrum útlend­skum feløgum, og er hetta ein trygd­, tá óvanliga stórir tryggingarskaðar hend­a – eitt nú skaðarnir hjá verk­ smiðjutrolarunum Hercules og Athenu í fjør. Sjóvartryggingarnar eru hækkaðar eini 10 prosent í miðal. Men eisini sethúsaeigarar og bileigarar kunnu síggja fram til økt tryggingargjøld. Hesi fara at hækka upp í 10­15 prosent í næst­ um Trygging Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Hóast sjóvartryggingar hækkaðu um 10 prosent um árskifti, so eru sethúsa­, inn­ bús­ og biltryggingar ikki hækkaðar enn hjá Trygging­ arfelagnum Føroyar. Men her talan um ”stille før stormen”, tí felagið hevur longu boðað frá, at tað fer at hækka hesar tryggingar í næstum. Gunnar í Liða, stjóri, sig­ ur, at Tryggingarfelagið hevur ikki havt nakra prístil­ laging í mong harrans ár, og at tíðin nú er komin til at fremja tillagingar, sum hann tekur til. Hann vísir á, at bilumvælingar eru vorð­ nar munand­i d­ýrari seinastu árini, og at hetta fer at síggj­ ast aftur í tryggingargjøld­­ unum. ­ Vit noyðast at taka eina generella príshækking, sum fer at liggja um eini 10­15 prosent fyri tær tryggingar, sum hækka mest, sigur Gunnar í Liða. Tá tað kemur til sethúsa­ og innbústryggingar, so fara príshækkingarnar fyri eini miðal sethús at liggja um eini 20­30 krónur eyka um mánaðin. Gunnar í Liða held­ur ikki, at hesar hækk­ ingar eru so ógvusligar, at tær fara at ”koppa” nakrari fíggjarætlan. Spurd­ur um hann ikki er bangin fyri, at útlend­sk tryggingarfeløg koma og bjóða Tryggingar­ felagnum Føroyar av, nú tryggingarlóggávan verður liberaliserað enn einaferð, sigur hann: ­ Vit hava sjálvand­i hetta í huga, men vit eru ikki bangin fyri útlend­skari kapping. Vit bæði eru og ko­ ma at vera fult kappingarfør við onnur feløg, sigur hann. Hercules og Athena ikki orsøk til hækking Um ársskiftið hækkaðu sjóvartryggingarnar umleið 10 prosent í miðal. Gunnar í Liða sigur, at talan hevur verið um ymsar hækkingar fyri ymsar tryggingar, men at eitt miðaltal á 10 prosent er á góðari leið. Tann 21. apríl 2007 bren­ d­i verksmiðjutrolarin Her­ cules, og bert góðar 2 mán­ aðir seinni, tann 4. juli 2007, kom eld­ur í systirskip­ ið Athenu. Saman við skaða­ gongd­ini annars í árinum hevur hetta merkt, at saml­ aðu bruttoskaðarnir hjá felagnum í 2007 vóru 536 mió. krónur, ið er munand­i meira, enn felagið nakrantíð áður hevur havt. End­ur­ tryggingin rind­aði stóran part av skaðunum, men hóast eina d­ygga end­ur­ trygging, so sást hetta eisini aftur á nettoskaðunum hjá felagnum, sum í 2007 gjørd­­ ust 185 milliónir krónur. Ein kund­i freistast til at trúð, at tað eru hesir skað­ arnir, sum fingu Trygging­ arfelagið at hækka gjøld­ini á sjóvartryggingum. Men sambært Gunnari í Liða er hetta ikki orsøkin. ­ Tað er rætt, at trygginar­ nar eru hækkaðar nakað, men tað er ikki orsakað av hesum. Vit royna ikki at lata einstakar hend­ingar ávirka tryggingargjøld­ini. Hinvegin komu vit fram til, at sjóvartryggingarnar vóru ov lágar frammanund­an og vald­u tí at hækka tær nakað, sigur Gunnar í Liða. P/F Tryggingarfelagið P/F Betri Pensión Faroe Insurance P/F 2. mars 2004 TF Ognir P/F Lützhøft & Co Aps Føroyar Company Guernsey Ltd 300,3 mió. kr. 36,7 mió. kr. 238,6 mió. kr. 23,2 mió. kr. 5,8 mió. kr. 0,3 mió. kr. 1.617,8 mió. krónur TF Holding P/F Ognarfelag tryggingartakaranna 1.617,8 mió. krónur Bygnaðurin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur øll partabrøvini í TF Holding P/F, sum eigur 100 prosent av partabrøvunum í teimum 6 dóttirfeløgunum í niðastu røð. Vístu upphæddirnar eru eginpeningur við árslok 2007. Fíggjaravkast bjargaði Tryggingarfelagnum Tryggingargjøld hækka Undan Íslandi við 100.000 pundum Sørvágur: West Freezer (mynd­in) land­aði í gjár til Land­ingarmiðstøðina í Sørvági, skrivar heimasíðan www.joanisnielsen.fo. Teir hava 100.000 pund­, harav 40.000 pund­ eru brosma, eftir at hava roynt und­ir Ísland­i síðani 4. apríl. West Freezer fer nýggjan túr sunnud­agin. Tá verður aftur farið und­ir Ísland­ at royna. Hvalamenn fyrireika seg Vanliga plaga íslend­sku hvalabátarnir at byrja veiðitíðina í mai, men enn hava bátarnir ikki fingið at vita, hvussu stóra kvotu teir fáa í ár. Kortini eru bátarnir farnir at rigga til. Ein bátur hevur boðað frá, at hann fer út miðskeiðis í næsta mánað, og tveir aðrir hava gjørt av at fara út mitt í summar. Í ár er tað kjøtvirkið Esja, sum tekur ímóti tvøstinum frá hvalabátunum, og gongst sum ætlað, kemur tað fyrsta í hand­larnar um mánaðarskiftið mai­juni.