hósdagur 17. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 • 17. apríl 2008
Vikuskifti
10
Filmslistin slapp serliga væl
framat »Oscar« í februar í ár við
virðislønum til Cohen brøðurnar.
Eina minni virðisløn til indie-
filmin Juno og ikki minst til
kultleikstjóran Paul Thomas
Anderson (Magnolia) fyri filmin
There Will Be Blood, ið hvørki
er ein lættisoppafilmur ella ein
blockbuster-filmur, men heldur
ein lagnutung søgu frá Gamla
Testamenti, um samanbestin
millum mammon og trúgv.
Cohen brøðurnir
stóru vinnarnir
Ársins Oscarvirðislønir fullu
sum nógv høvdu væntað. Cohen
brøðurnir gjørdust stóru vinnarnir
við besta filmi og teir vunnu
sum bestu leikstjórar fyri filmin
No Country For Old Men. Hesir
forslidnu og originalu autørarnir
hava ongantíð gjørt vanligar
mainstream filmar. No Country
For Old Men vann ein uppibornan
sigur, tí hesin filmurin er ein
myrkur og modernaður western-
noir um ein vanligan mann, ið
finnur tvær milliónir dollarar í
oyðimørkini. Peningurin stavar
frá náðileysum drøggsmuglarum
og mordarum frá Meksiko. Hin
ísakaldi leigumordarin, leiktur
av spanska Javier Bardem, fer
beinanvegin at leita eftir honum
og pengunum.
Besti maðurin vann
Hin írski Daniel Day Lewis (fekk
Oscar í 1990 fyri My Left Foot:
The Story of Christy Brown) vann
virðislønina fyri bestu mannliga
høvuðsleiklutin í filminum
hjá Paul Thomas Anderson
(Magnolia), There Will Be Blood,
og franska Marion Cotillard vann
virðislønina fyri besta kvinnuliga
høvuðsleiklutin í franska filminum
La Vie En Rose. Eisini vóru minni
virðislønir til filmar sum Juno,
Atonement og óføra Disney
teknifilmin Ratatouille.
Eittm sum eg helt var eitt
sindur synd, var, at hin aldrandi
Tommy Lee Jones ikki vann
hendan heiður fyri stilla og vakra
filmin In The Wally Of Elah, ið
er um ein Vietnamveteran, ið fer
at leita eftir soninum, sum júst
hevur verið í hernaðartænastu í
Irak.
Lee Jones kundi eisini sum
einki verið instillaður fyri besta
hjáleiklutin í filminum No Country
For Old Men, har hann stundum
er hin besti leikarin. Lee Jones
hevur fyrr vunnið Oscarvirðislønir
sum hjáleikari fyri The Fugitive
(1993) og JFK (1991)
Altjóða trend innan
film
Innan film og bókmentir í dag
kunnu vit tosa um týðulig
altjóða rák, ella trends. Eitt av
teimum er hin heldur banali
katastrofufilmurin (I Am Legend,
The Day After Tomorrow).
Eitt stórt og vaksandi rák er
eisini samansvørjingarfilmurin, har
CIA, NSA ella FBI og amerikanska
stjórnin sum heild stendur
aftanfyri dráp (Shooter), politiskar
og fíggjarligr samansvørjingar
(Syriana) ella beinleiðis fremur
píning (Captivity).
Ein stór og vaksandi genra í dag
er beinleiðis politiski filmurin, so
sum Sicko hjá Michael Moore
og An Inconvenient Truth hjá Al
Gore.
Í eini tíð við einaræðisharrum,
høgravendum politikarum frá
USA har píning og yvirgangi
verður sannleikin kanska
fyrsta ofrið. Í slíkum tíðum
trívist mytan og tankar um
samansvørjingar. Mytan hevur
fyrr givið menniskjum eina
kenslu av samanhangi og
kunna tulka heimin. Í eini tíð við
avmytologisering, sekularisering
og postmodernaðari tilverufatan,
har trúgv og ideologiir ikki longur
hava sama vald, er mytan helst
livnað aftur.
Eitt annað áhugavert rák
innan filmin í dag er søguligi
filmurin, ella vitnifilmurin. Serliga
týskarar standa sterkt í dag
við nógvum søguligum filmum
(Der Untergang, Das Leben der
Anderen, Sophie Scholl: Die
letzten Tage, Rosenstraße o.s.fr.).
Serliga søgur um fólkamorð,
hópdráp og fortrongdar partar av
søguni og okkara minnismentan
í 20. øld. er eitt sterkt rák, tí
vit hava brúk fyri at minnast
og arbeiða við søguni her í 21.
øld. Í hesum bólkinum er ársins
oscarvinnari, sum vann í bólkinum
útlenski filmur, nemliga The
Counterfeiters frá Eysturríki,
ið snýr sum um fangar í einari
konsetratiónslegu, ið framleiða
falskar dollarseðlar. Í ár var
polski filmurin Katyn eftir Andrzej
Wajda eisini instillaður, ið er um
hópdrápini hjá Stalin, men hann
vann tíverri ikki.
Eisini Atonement hoyrir týðuliga
til hendan bólkin, ið er ein
filmatisering av kendu skaldsøguni
hjá Ian McEwan. Hesin filmurin
burdi verið eitt upplagt val til at
fingið nógvar Oscarvirðislønir,
men fekk at enda bert eina
Oscarvirðisløn, ið var fyri besta
tónleikin. Filmurin snýr seg um
annan heimsbardaga og er ein
sterk og tragisk kærleikssøga, um
hvussu illa tað kom at gangast
tveimum ungum fólkum í 1940.
Filmurin snýr seg um tað, sum er
ógjørligt at fyrigeva, og tí um at
Tá Oscar kom
Í ár var kenda amerikanska Oscar
virðislønin givin til onnur enn til
amerikanarar, og tað vit ofta hugsa er
amerikanskur mainstream filmídn
aður. Virðislønir vórðu til dømis givnar
út spanska Javier Bardem, fronsku
Marion Cotillard, eysturríska filmin
The Counterfeiters og írska Daniel
Day Lewis. Verturin Jon Stewart kom
væl frá leiklutinum sum vertur. Einki
er tó at ivast í, at USA hevur fingið
meiri enn nokk av George W. Bush
Filmur
Kim Simonsen
Cohen brøðurnir gjørdust stóru vinnarnir við besta filmi og teir vunnu sum bestu leikstjórar fyri filmin No Country For Old Men