hósdagur 17. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 74 - 17. apríl 2008
Mikudagin var
hátíðarhald í nýggja
skúlabygningum
í Hovi. Nýggi
byggningurin er
reistur og nógv fólk
kom saman í komandi
skúladeplinum í
Suðuroynni
Skúladepil
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í dýrdarveðrinum mikudag
in varð skúladepilin í Hovi
reistur. Hátíðarhald var í
hesum sambandi og nógv
fólk leitaði sær í nýggja
skúlabygningin, har mið
námsskúli og heilsuskúli
fara at húsast nakað skjótt.
Høvi var at skoða karmar
nar og fólk tóktust samd
um, at her vóru góðir karm
ar fyri framtíðar skúlagongd,
men eisini fyri eittnú tiltøk
um av ymsum slag, bæði
mentanarligum, vinnuligum
og øðrum slag.
Tvøroyrar Hornorkestur
setti dám á við hornblástri
og tað ljómaði væl í stóru
høllini, har hátíðarhaldið
fór fram. Mangar røður
vóru á skránni. Landsstýris
kvinnan í mentamálum,
Kristina Háfoss segði seg
fegnast um bygningin, sum
hon metti fór at uppfylla
tey krøv, ið eru til skúla
depilin, og hon metti og
vónaði, at eisini fór hetta at
gerast
savningarstað
og
karmur um tiltøk av ymsum
slag.
Næmingaumboð høvdu
eisini orðið. Leona L.
Johannesen, næmingaráðs
forkvinna í miðnámsskúla
num, og Erika Knudsen,
næmingur á Heilsuskúla
Føroya. Báðar nevndu tær
trongu umstøðurnar, sum
skúlarnir báðir virka undir,
men at hetta tó skapar hug
na og samanhald, og at
dugnaligir
lærarar
hava
fingið góða undirvísing í
lag, hóast trongar karmar.
Jórun Petersen og Ole
Laursen, skúlaleiðarar í
ávíkavíst heilsuskúla og
miðnámsskúla, hildu røðu
og fegnaðust um nýggju
karmarnar. Jórun vísti á, at
hon hevur sjálv sum næm
ingur roynt trongu skúla
karmarnar hjá miðnáms
skúlanum í Suðuroynni, og
nú seinni hjá Heilsuskúla
num, nú hon er deildarleiðari
har. Ole Laursen vísti á, at
miðnámsskúli síðani sjeyti
árini hevur verið í Suður
oynni, fyrst á Tvøroyri, síð
ani eisini í Vági. Tá vóru
yvir 20 kilometrar millum
skúlastovurnar, legði hann
skemtandi afturat. Seinni
hevur skúlin so húsast í
Vági, men Ole fegnaðist
um nýggja bygningin, sum
ein fyrrverandi næmingur í
miðnámsskúalnum,
Páll
Lave, hevur teknað, og tað
frøddist skúlaleiðarin sjálv
sagt eisini um.
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, fegnaðist eisini um,
at skúlarnir loksins fáa góð
ar karmar, og hann fegnaðist
um, at ferðasamabandið í
Suðuroynni nú er so gott, at
Hov er sum ein miðdepil,
sum ein býlingur í Vági ella
á Tvøroyri.
Skúlarnir báðir hava havt
trongar umstøður, men nýg
gi og stásiligi bygningurin
ber boð um aðrar tíðir. Fyrst
varð grivið út fyri skálanum
í Vági, síðani í Hovi, og tó
at hann liggur beint omanfy
ri Hovsbygd, so stendur
hann sunnanfyri Hovsá, og
er tískil í veruleikanum í
Porkeris kommunu, ´Tískil
hevur nógv verið tosað í
Suðuroynnni um, hvussu
skúladepilin skal kallast, tí
sum so liggur hann ikki í
Hovi, men í Porkeris komm
unu. Økið, har skúlin stend
ur, hevur verið nevnt í Heið
unum, so neutralar røddir
hava nevnt, at ein møguleiki
er at nevna skúlan fyri
Skúladepilin í Heiðunum.
Livst, so spyrst.
Mikukvøldið skrivaðu
SuSvim og Suðuroyar
Sparikassi undir
stuðulsavtalu
Stuðul
dagfinn@sosialurin.
foDagfinn Olsen
Mikukvøldið hevði Suður
oyar Sparikassi aðalfund.
Undir aðalfundinum fór
eisini fram undirskriving av
stuðulsavtalu. Pál Joensen
og SuSvim og Suðuroyar
Sparikassi hava gjørt avtalu,
har Suðuroyar Sparikassi er
ein av høvuðsstuðlunum
hjá Suðuroyar Svimjifelag.
Teresa Jensen frá markn
aðardeildini hjá sparikassa
num segði, at Suðuroyar
Sparikassi í mong ár hevur
verið stuðul hjá svimjingini
og at tey fegnast um at hal
da fram við samstarvinum.
Gallarí Oyggin hevur
í hesum døgum fram
sýning við norður
lendskum listafólkum
liSt
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Vatnlitsmyndir við føroysk
um myndevnum. Soleiðis
kann framsýningin stutt
lysast. Tað er Gallarí Oyggin
á Tvøroyri, ið hevur fingið
hesa framsýning í lag.
Norðurlendsk listafólk sýna
fram og felags er, at tey
mála vatnlitsmyndir. Og í
stóran mun eru myndevnini
føroysk.
Morten Paulsen úr Noreg,
Karen Friman og Maria
Gautier úr Svøríki og Hart
vig Stenholt Hansen úr Dan
mark sýna fram í Gallarí
Oynni.
Hartvig Stenholt Hansen
var til staðar, tá sýningin lat
upp týsdagin. Hann segði,
at tey sum listafólk eru hug
tikin av Føroyum og at her
fáa tey íblástur. Myndirnar
bera eisini boð um, at eittnú
ljósið og litirnirgeva lista
fólkunum hug at mála.
Gallarí Oyggin hýsir fram
sýningini til 3. mai, men
Palle Julsgart sigur, at vænt
andi verða aðrar framsýn
ingar á skránni í summar.
Skúladepilin í Hovi reistur
Sparikassi stuðlar svimjing
Lars Djurhuus, nevndar
formaður í Suðuroyar
Sparikassa, Pál Joensen,
svimjari, Reidar Simonsen frá
SuSvim, og Teresa Jensen frá
Suðuroyar Sparikassa
Mynd: Reidar Simonsen
Vatnlitir í Oynni
Nýggi skúladepilin í
Hovi tekur seg væl út í
landslagnum