hósdagur 17. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 • 17. apríl 2008
Vikuskifti 11
fyrigeva sær sjálvum. Eingin ivi
um, at skaldsøgan er eitt megnar
realistisk listaverk, men filmurin er
bert góður í støðum, so tær nógvu
instillingarnar til Atonement vóru
fyri tað mesta spiltar.
Besta kvinnan
Tað vóru eisini nógv, sum antin
ikki vunnu, ella yvirhøvur ikki vóru
instillaði. Cate Blanchett vann
t.d. ikki eina virðisløn fyri filmin
Elizabeth: The Golden Age, sum
nógv høvdu vanta. Her gjørdist
vinnarin, heldur ókenda, Marion
Cotillard (Big Fish, A Good Year)
fyri leiklutin sum Edith Piaf í
filminum La Vie En Rose, ið er
ein hugtakandi og ævisøguligur
franskur filmur um lívið hjá mest
elskaðu og tragisku fronsku
sangarinnuni nakrantíð. Blanchett
kom heldur ikki at vinna ein Oscar
fyri besta kvinnuliga hjáleiklutin
í filminum: I´m Not There, um
mytiska lívið hjá Bob Dylan,
har hon spælir hin ungi Bob. Í
ár var tað hin heldur ókenda og
tó hugtakandi Tilda Swinton, ið
vann fyri filmin Michael Clayton.
Swinton er kend fyri leiklutir sum
Orlando, Narnia og ikki minst fyri
óføra góða og rørandi indie-filmin
Tumbsucker frá 2005, ið eisini
hevði Keanu Reeves við sum
ein super løgnan tannlækna.
Tumbsucker vann eina Silvurbjørn
Virðisløn í Berlin í 2005 og er ein
ótrúliga góður filmur.
Blanchett hevur tó fyrr vunnið
ein Oscar fyri filmin ”The Aviator”
frá 2004. Sambært heimasíðuni
IMBD hevur hon ikki vunnið færri
enn 54 virðislønir. Tað harmaði
meg tó, at hon ikki kundi fáa hesa
fyri I´m Not There, men hinvegin
var kappingin sera hørð. Stóð tað
til mín, so fekk Marion Cotillard
ikki stóru virðislønina, men hon
skuldi verið farin til sjarmerandi og
deiliga lívsjáttandi høvuðsleikarin
í filminum Juno, sum eitur Ellen
Page, er ein óvanligt talent, ið vit
koma at síggja aftur. Hon spælir
16 ára og gamalklóka gentan
Juno, ið gerðst við barn. Hon vil
ikki fremja eina fosturtøku og
endar við at ættleiða barnið til
eitt ungt par. Hetta er ein ótrúliga
fittur filmur við eini naivari søgu,
men filmurin er fullur av góðum
tónleiki, og hann hevur veruliga
eitt vakurt ”feel-good” hjartað. At
tað er Jason Reitman (Thank You
For Smoking), ið hevur leikstjórnað
hann, er heldur løgið. Juno fekk tó
eina virðisløn fyri besta originala
leikritið, og hendan virðislønin
fór til sera alternativa høvundan
Diablo Cody, ið møtti upp til Oscar
við einari stórari tattoering á
arminum.
Øll Hini
Tim Burtonsa filmur Sweeney
Todd við Johnny Depp, gjørdist
ikki nakar stórur vinnari. Hann var
instillaður tríggjar ferð, men vann
bert fyri art-direction.
Filmurin Det gyldne Kompas
vann fyri bestu visuellu effektir.
Aftaná eina Oscarnátt fari
eg altíð at hugsa um øll hini
genialu filmfólkini í USA og kring
heimin, ið hvørki í 2007/2008 ella
nakrantíð hava fingið ein kjans
innan Oscargáttina. Fólk sum Jim
Jarmusch, Todd Solondz, Wim
Wenders, Wes Anderson, Michel
Gondry, og hvar eru filmar sum
300?
Í ár var tó eitt av teimum fræg-
astu árunum, har vit enn einaferð
sóu tey frá Evropa fara við nærum
øllum virðislønunum.
til Evropa
Filmurin Juno vann Oscar
Atonement er ein filmatisering av kendu skaldsøguni hjá Ian McEwan