hósdagur 17. apríl 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 74 - 17. apríl 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Ein depil tekur skap
Í gjár var skúladepilin í Hovi reistur. Við hesum
er eitt týðandi kapittul av eini langari og til tíðir
sera truplari skúlasøgu skrivað. Spurningurin um
sømilig hølisviðurskifti hjá miðnámsskúlanum
í Suðuroy er gamal og trupul. Í úti við fýratí ár
hava næmingar og lærarar húsast undir trongum
korum, sum hava sett mangan heilt órímilig krøv
til allar partar. Tað byrjaði fyrst í sjeytiárunum
undir sera truplum korum. Men tað gekk, tí
lærararnir vóru eldsálir, ið høvdu ta trúgv uppá
verkætlanina, sum skuldi til, og lokalsamfelagið,
tey ungu, foreldrini og kommunurnar tóku væl
ímóti tiltakinum. Men tey máttu sum vant, tá
um Suðuroynna ræður, bíða, til tey norðanfjørðs
høvdu fingið sítt. Hartil hevur skúlin havt ta
syrgiligu lagnu at vera politisk kastibløka, sum
so mangt í Føroyum. Í áravís var óvissa um
staðsetingina, og stríð um henda spurning kundi
eins væl havt forkomið hesi frálíku verkætlan.
Endin gjørdist, at HF, sum Miðnámsskúlin, tá
nevndist, varð fluttur til Vágs, har hann húsaðist
í trongum korum. Tá so myndugleikarnir
langt um leingi taka sær um reiggj undir
fullveldislandsstýrinum at lata nýggjan skúla
byggja í Vági, verður spakin settur í jørðina
vesturi í Bø við stórfingið hátíðarhald
og eftirfylgjandi stórari og lívligari veitlsu.
Einki løgið í tí, hetta var veruliga ein stórur
dagur í Suðuroy.
Men sum best, meðan menn standa sveittan í
barm vestur í Bø og grava út, sveiggjar, sum ikki
einaferð, politiska pendulið í Føroyum. Nýggja
landsstýrissamgongan vísir seg at hava aðra
hugsan um skúlaskapin í Suðuroy, serstakliga
við atliti at bygnaði og staðseting. Nú skal allur
miðnámssektorurin samskipast og umskipast
og í hesum høpi verður tað upplagt at leggja
Almanna- og heilsuskúlan á Tøroyri saman
við Miðnámsskúlanum í Vági. Í hesum høpi
verður gamli skúlapakkin tikin framaftur undan
væðingini í Tinganesi, og politisk avgerð verður
skjótt tikin um at savna ta miðnámsundirvísing,
sum er í oynni, í ein depil - í Hovi. Sum vera man
elvdi henda avgerð til illstøðu, og mong kendu
hetta sum eina løgna avgerð. Men avgerðin
varð tikin, hon var lóglig, og mangt bendir á, at
suðuroyingar hava góðtikið hana, um enn mong
kanska serstakliga í sunnaru helvt hava gjørt
hetta við ringum tannabiti. Nú er depilin so við
at taka skap, reisigildið hevur verið. Karmarnir
síggjast, og tey, sum hava gott skil á byggifrøði,
siga, at verkætlanin er framúr og at bygningurin
sjálvur verður ein arkitektonisk perla nakað
sum Norðrulandahúsið og ellisheimið í Vágum.
Sostatt er reisigildið bert at fegnast um, og vit
ivast ikki í, at nýggi skúlin fer at verða til mikið
gagn fyri Suðuroynna og allar Føroyar. Nýggi
skúlin fer ivaleyst at gerast tann mentanar- og
upplýsingarmiðadepilin, sum ikki bert verður
eitt frálíkt og gott tilboð til ungdómin, men sum
eisini fer at virka savnandi og mennandi fyri
Suðuroynna sum heild.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Fyrstu dagar februar bórust
tey tíðindi higar til Ísland, at
óðnarveður hevði gjørt
stóran skaða við havnina í
Skálavík, nakrar dagar
seinni sóu vit myndir frá
skaðatilburðinum sum vístu,
hvussu brimið hevði brotið
niður mannvirkir, havn, hús
og bátar, fyri uttan
kirkjugarðin sum stórur
partur havði skola burt.
Vit hittust her tríggir
menn. Eg sum føroyingur
Niels J. Erlingsson, Árni
Stefán Hilmarsson mikil
føroyavinur við sterkun
tilknýti við Føroyar, triðji
maðurin er vinur okkara
Fjalar Freyr Einarsson,
áhugamaður um føroysk
viðurskifti. Vit gjørdu av at
fara avstað við innsavnan
av peningi til at hjálpa
hesari lítlu byggð sum so
hart var rakt av óðnini,
eisini hugsaðu vit at nú var
komið til tað at íslendingar
vildu vísa føroyskari byggð
vinarhug fyri tann hug sum
føroyingar vístu íslenskum
bygðarløgum tá natúrkreft
irnar vístu tennur sínar, eitt
er tað sum takkavert er tá
óðnin fór yvir Føroyar,at
tað var ikki mannskaði.
Innsavnanin fer avstað
Áður enn innsavnanin fer
avstað var haft samband
við bløð, útvarp bæði ríkis
útvarp, útvarpið á norður
landinum (Akureyri)
sendur var teldupóstur til
feløg og stovnar og tey
biðin um at geva til enda
málið lýst var í útvarpi
hvar fólk kundi leggja
pening inn á konto í banka,
allt sá so væl út og pening
ur fór at streyma inn, fyrsti
peningur kom á kontoina
22. februar, og avgjørt varð
at innsavningin skuldi
standa til 14. mars.
So gerist hetta ótrúliga
26. og 27. februar kemur
fram føroyskur tíðinda
maður og ber tey boð
ígjøgnum ríkuisútvarp og
staðarútvarp, at hetta var
so lítil skaði sum hendi í
Skálavík, at tað var eingin
grund til at fara avstað við
innsavnan, bæði var skaðin
lítil og so var hetta so væl
trygt, vit sum stóðu fyri
tiltakinum stóðu sum
kánus fyrst, vistu ikki hvat
í var á ferð, settu okkum í
samband við tað fólk sum
vit hildu helst mundi vita
tað rætta. Sjálvandi raplaði
niður innsavningin, vit
royndu at senda út myndir
frá skaðanum sum vístu,
hvussu sá út á staðnum.
MEN GAKK.
8. mars kemur sami
tíðindamaður í ríkissjón
varpið fyllir út í skíggjan
og heldur tað sama fram, at
ongin grund til at samla
inn fyri at hjálpa Skálavík
ingum. Vit frættu frá Før
oyum, at metingin av
skaðanum vildi liggja fyri
14. mars, sama dag og
innsamlingin endaði, vit
kundu nú tá so var komið
lítið gera annað enn at lata
innsavningina standa við
til 14. mars. Eg haldi tó, at
nógv fólk hava sæð at
okkurt var heilt galið við
hesum tíðindafluttningi frá
Føroyum, áhugavert hevði
verið at vita, hvat tað var
sum fekk mannin at gera
hetta, onkur her spurdi um
í Føroyum var hrepparígur
(ósamd byggðarløg) Vit
eru tó væl nøgdir við
úrtøkuna av innsavningini
og senda peningin við
gleði til Skálavík.
Skálavík og Sandoyggin
Hóast røturnar hjá mær
røkka aftur til Sands, har
forfaðir mín Peter Hentze
kom sum prestur 1783.
Omma mín, móðir faðir
mín Sofía Margreta dóttir
Jóan Petur Hentze bónda í
Uttastovugarði
løgtingsmaður. Víða um
Sandoynna voru ættingjar,
hóast eg kendi ongan,
eisini í Skálavík var
skyldkona Marianna
Jákupsdóttir úr Stovuni í
skálavík. Giftist Jóhan
Mikal Hentze sýslumanni
í Sandoyar sýslu foreldrar
at Jóan Peturi, víða um
Sandaoynna vóru ættingjar
sum gaman hevði verið at
vita meira um.
Peningurin sendur til
Føroyar
Tá tikið var saman tað sum
samlaðist til endamálið
royndist tað vera Ísl.
Kr.3.535,800 sum samla
var + vextir og eru vit glað
ir yvir at kunna senda
hvørt oyra til Skálavík,
hóast ísl. krónan hevur
verið í heldur fríun falli nú
í seinstuni, vóna vit at pen
ingurin kann nýtast sum
lítil hjálp til at byggja upp
aftur tað sum óðnin tók.
Ikki er gott at siga,
hvussu stór peningagávan
kundi verið sum send var
til Føroyar, um ikki hendan
óskiljanliga innblanding í
arbeiði við at samla inn
peningi til at hjálpa til við
at byggja upp aftur tað sum
óveðursóðnin breyt niður,
hóast okkurt var tryggt var
jú skaðin hin sami í pen
ingavirði talið. Vit vilja
bara biðja Guð at styrkja
tykkum bæði í Skálavík og
onnur, sum vóru fyri skaða
í óveðrum teimum sum
gingu yvir Føroyar.
Bestu heilsur frá okkum
sum stóðu fyri innsamlingini.
Savna inn fyri Skálavík
NIELS J.
ERLINgSSoN