hósdagur 17. apríl 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 • 17. apríl 2008
Vikuskifti
12
Føroyska songkvinnan
Lizzie hevur í fleiri ár
arbeitt á Sams Bar í
Keypmannahavn, og
har ber til at syngja
karaoke. Tað hevur
Lizzie eisini gjørt. Nú er
hon blivin poppstjørna
í Danmark við mega
hittinum Ramt I Natten,
men farna vikuskiftið
bar til at hoyra hana
syngja karaoke aftur.
Hon treiv í mikrofonina
á Sams Bar, og
tað hóvaði teimum
hjástøddu væl, skrivar
Se&Hør. Lizzie sang tó
ikki sítt stóra hitt.
64 ára gamli Vagn Kvist hevur nú givið upp at verða valdur í danska
fólkatingið. Seinastu 29 árini hevur Vagn verið valevni hjá Radikala Vinstra í
Norðurjútlandi, men hann hevur ongantíð verið valdur.
Eg verði 65 ár í summar, so tíðin er komin at gevast, sigur Vagn Kvist,
sum hevur havt nógv lokalpolitisk álitisstørv fyri Radikala Vinstra. Hann er í
løtuni næstformaður í Region Nordjylland.
Gevur upp
eftir 29 ár
Amerikanski sjónleikari
Petrick Swayze takkar
nú sínum fjepparum
fyri stuðulin í stríðnum
ímóti krabbameini.
Swayze, sum gjørdist
heimskendur við
filminum Dirty Dancing,
hevur krabbamein í
brisinum, og hann er í
kemoviðgerð í løtuni.
Viðgerðin gongur væl,
og vit kenna á okkum,
at positivir tankar og
bønir hjálpa okkum,
siga Patrick Swayze og
konan í eini fráboðan.
Simpsons bannað
Sjónvarpsrøðin um Simpsonfamiljuna er eftir øllum at døma meira, enn fólk í Venesuela
tola. Har hava tey gjørt av, at Simpsons skulu takast av sjónvarpsskránni, tí røðin er
óhóskandi fyri børn. Tað eru hyggjarar, sum hava kært um, at sjónvarpsrøðin stríðir ímóti
lógini, og tí ber ikki longur til at síggja Homer, Bart og hini í Simpsons longur í Venesuela.
Í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Vinnarin av donsku XFactor
kappingini Martin er rættiliga
á toppinum í Danmark í løtuni.
Hann hevur sett nýtt met við
sanginum The 1. Sangurin er
downloadaður 15.000 ferðir
eftir bert einari viku, og so
skjótt hevur eingin annar
sangur í Danmark selt áður.
Tað gongur so væl hjá Martin í
løtuni, at fólk í tónleikavinnuni
uttanfyri Danmark eisini eru
farin at halda eyguni við
honum.
Martin
setir met
Swayze takkar fyri
stuðulin
Lizzie sang karaoke