hósdagur 17. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 17. apríl 2008
13
Nógvar familjur við ov tíðliga
føddum børnum uppliva, at
atferðin hjá teirra børnum er
øðrvísi enn hjá øðrum
børnum. Hetta er sjálvandi
serliga sjónligt í familjum,
har onnur systkin eru fødd til
vanliga tíð, men atferðin hjá
ov tíðliga føddum børnum er
mangan somikið øðrvísi, at
ikki er neyðugt við nakrari
sammeting
Børn, sum koma í heimin fleiri
mánaðir fyri termin, fáa eina
harða byrjan. Tey byrja lívið við
einari óbúnari sentralnerva
skipan, og undir viðgerðini á
neonataldeildin uppliva børnini
pínufulla viðgerð, skilna frá
foreldrunum og hópin av stress
faktorum. Eitt nú avbrotnan
svøvn, akutumhvørvi við
alarmum og hektiskum
aktiviteti.
Óbúnu sansirnir verða skeivt
ella als ikki stimuleraðir, tá
barnið liggur í eini kuvøsu
uttan fyri lívmóðurina. Taktila
sansinum vantar stimbranina
frá fosturvatninum, kinæste
tiska sansinum tørvar lívmóður
veggin at trýsta ímóti, og vesti
bulæra sansinum restar vekt
loysið í móðurlívinum og
kropsrørslurnar hjá mammuni.
Stimbran og menning av
sansunum hevur ávirkan á fleiri
aðrar lutir. Eitt nú gevur stimb
ran av kinæstetiska sansinum
eitt økt blóðrensl og er harvið
viðvirkandi til menning av
heilanum og fyribyrgjan av
heilabløðingum. Prematur børn
hava heldur ikki ment pínu
linnandi kropsskipanina, og
tunna húðin og sarta sansaskip
anin ger, at tey uppliva eina
ógvusligari pínu enn fullborin
børn gera.
Óbúnu gøgnini kunnu geva
heilsutrupulleikar í fleiri ár eftir
føðing, og samspælið millum
barn og foreldur hevur ofta
trong kor orsakað av veiku
signalunum frá barninum, og tí
tað ikki hevur verið gjørligt hjá
foreldrunum at virka sum
verjugarður millum barnið og
tey negativu stimuli. Harum
framt eru alt ov tíðliga fødd
børn, sum hava verið í drúgvari
viðgerð, meira ella minni
traumatiserað.
Trupul gerandisdagur
Ymiskleikin í gerandisdegnum
hjá prematur børnum er innan
sansir, motorik, sálarlív og
kenslur. Tú mást kenna alla
søguna hjá barninum, um tú
skalt finna kjarnan í teirra
trupulleikum og harvið møgu
leikan at hjálpa barninum.
Hypersensitiva barnið verður
yvirstimulerað bert við eyga
kontakt, bróstgeving, bak
grundstónleiki, sterkum litum,
nýggjum upplivingum,
massasju, bað og so víðari.
Nógv prematur børn hava
trupulleikar við mati orsakað
av óbúnu tarmskipan síni. Tey
eta kanska lítið og hava ilt, tá
tey eta, og tey verða troytt,
áðrenn tey eru mett. Tá tey
vakna, eru svongdin stór, og tí
skríggja tey ofta alt fyri eitt, tá
tey vakna. Vakstrartrupulleikar
eru vanligir, og óbúnu lunguni,
ein viknað immunverja og
drúgv viðgerð gevur fleiri
prematur børnum trupulleikar
við infektiónum og
ógvusligum reaktiónum móti
hesum.
Ofta sova børnini lætt, tey
vakna lætt av brádligum ljóði
og tey skulu rurast, ella tey eru
bangin fyri sovna. Tey vilja
ikki sova einsamøll og sjáldan
sova tey leingi ísenn. Nógv
prematur børn hava ofta
marruna. Partvíst skyldast
hesir trupulleikar vantandi
svøvnrútmu og partvíst
vantandi mettu. Men talan er
eisini um seinkaða reaktión
upp á ovurstimbran,
ótryggleika og harav ein stóran
samverutørv.
Traumatisku upplivingarnar
í neonatalu tíðini merkja, at
fleiri av børnunum hava lágt
sjálvsálit og lítið álit á
umheiminum. Tey kunnu tí vera
ótrygg og bangin. Óttast
nýggjar lutir, hendingar,
menniskjur og støð, og tí hava
tey eisini tørv á eini longri
tættari samveru við mammuna.
Hetta kann bera við sær, at
børnini seinni hava stóran
separatiónsótta í longri
tíðarskeið.
Langtíðar fylgjur
So hvørt sum børnini eldast,
ber til at meta um onnur menn
ingarøki. Nógv prematur børn
hava trupuleikar við motorisku
menningini, hugsavnanini,
sansaintegratiónini, samspæli
num við onnur, ótryggleika,
seperatiónsótta og lágt sjálv
virði. Og tey kunnu hava
innlæringartrupulleikar, máls
ligar trupulleikar, viknaða
immunverju, sovi og etiólag og
antin vera ov agressiv ella ov
passiv.
Praksis í Danmark er flestu
staðni, at prematur børn eftir
útskriving verða fylgd av einum
barnalækna. Seinfylgjurnar,
sum eru nevndar omanfyri, eru
fyri tað nógva uttan fyri arbeiðs
økið hjá vanligum læknum, og
tí verða hesar ofta ikki upp
dagaðar smábarnaárini. Vanliga
koma menningar og sosialu
trupulleikarnir ikki fram fyrr
enn í skúlaárunum. Og ung og
vaksin, sum eru fødd ov tíðliga,
kenna mangan egnar trupul
leikar aftur, tá tey lesa um
vanligu seinfylgjurnar hjá
prematur børnum.
Hvat kunnu vit gera
Gjøgnum mínar fyrilestrar um
ósjónligar seinfylgjur og um
vegis felagsarbeiði havi eg havt
samband við hundraðtals prema
turforeldur. Tey hava nógvar
felags royndir við børnunum.
Fyrst og fremst hava tey lært at
hugsa í heildini, tá tey meta um
síni børn. Basalu tørvirnir skulu
nøktast best møguligt. Tað vil
siga, at arbeiðast skal hart fyri
at vinna á sovi, eti og heilsu
trupulleikunum.
Sosialu tørvirnir krevja minst
líka hart arbeiði. Trauma’ini,
viðkvomu kenslurnar, lága
sjálvsvirðið og vantandi sjálvs
álitið krevja ótrúliga nógvan
nærleika, kærleika og umsorg
an. Faktiskt eina totala góð
takan og ongan kritikk. Millum
annað hava pinkubarnaterapi,
spæliterapi og NLPterapi
positvar effektir við sær, og
nógv uppliva, at teirra børn fáa
loyst upp fyri sínum traumum
og seinni fungera munandi
betur á fleiri økjum.
Er talan um drúgvari sam
spælstrupulleikar, hevur Marte
Meohátturin víst góð úrslit.
Álvarsligir tilknýtningstrupul
leikar kunnu kanska hjálpast
við holdingterapi. Seinkað
málslig menning krevur til tíðir
samstarv við talupedagog og
málsliga venjing í gerandis
degnum. Sansamotoriskir
trupulleikar krevja samstarv við
fysio ella ergoterapeut og at
gerandisdagurin verður gagn
nýttur til sansamotoriska
stimbran. Harumframt hava
børn við sansaintegratiónstrupu
leikum tørv á at verða fyri
reikað upp á nýggjar lutir og
hendingar.
Fleiri hava góðar royndir við
ergo og fysioterapi til prematur
børn. Osteopati og kranio
sakral terapi uppliva fleiri
foreldur eisini sum sera skjótar
og effektivar viðgerðarhættir,
sum skapa samband millum
heilahálvurnar, rætta kroystar
nakkageislar, fáa kraniuplátur
nar í rætta legu, skapa javnvág í
rútmuni á spinalvesku, linna
um strongd og skapa javnvág í
gøgnunum.
Niðurstøða
Ansa vit eftir vanligu fylgjun
um av framskundaðum barns
burði, og seta vit neyðugu
tiltøkini í verk nóg tíðliga,
kunnu vit rokna við, at tey við
skúlabyrjan trívast væl og ikki
hava niðursettar funktiónir.
Innlit hjá foreldrum, neyðug
orka og servitan eru sera
týðandi faktorar fyri, um tað
eydnast at bøta um fylgjurnar
av truplu byrjanini upp á lívið,
soleiðis at børnini fáa eina høga
lívsgóðsku. Men tað er eisini
tørvur á innliti og forstáilsi hjá
fakfólki kring barnið og familj
una, soleiðis at heildaviðgerðin
og kontinuiteturin í royndunum
eisini eru til staðar í royndini at
skapa tað góða lívið.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Tá børn verða fødd
ov tíðliga
Næstu ferð:
Týsdagin hevur Niels Uni Dam grein við heitinum:
Gevið føroyingum altjóða rættartrygd
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jonna Jepsen, Rithøvundur, stovnari av
Dansk Præmatur Forening og mamma at
ekstremt tíðliga føddum tvíburum