Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 • 17. apríl 2008 Vikuskifti 13 - Dekkararnir, sum vóru við Carlton, eru ein fyrimynd fyri allar føroyskar fiskimenn. Eg eri sera errin av hesum monnum, sum hava stríðst og veruliga lagt rygg til fyri at verja sátt- málan, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum Tað var fyrst í mars, at Fiski­ mannafelagið lýsti mynstringar­ bann fyri sínar limir við pelagiska skipinum Carlton. Fimm dekkarar og kokkur gjørdust soleiðis raktir av hesum banni, og nú vit skriva 17. apríl í dag, er eingin loysn funnin millum reiðaríið, sum eigur og rekur skipið og felagið hjá fiskimonnum. Fiskimannafelagið heldur uppá, at skipið eigur at sigla eftir tí gamla ídnaðarsáttmálanum sum sigur, at býtisprosentið hjá manningini er 27%, meðan reiðarin heldur uppá, at hann hevur eina avtalu við manningina sum sigur, at teir vilja sigla fyri 23,24%. Tá ið Fiskimannafelagið gjørdi av at lýsa mynstringarbann, vóru eisini onnur viðurskifti hjá reiðaranum, sum felagið og limir tess ikki vóru nøgd við. Hesi mál snúðu seg eitt nú um vantandi avrokningar og frítíðarløn. Hóast mynstringarbannið gjørdi reiðarin kortini av at loysa skipið við navigatørum og maskinmonnum, sum nú einsa­ mallir hava mannað skipið síðan tíðliga í mars mánaða. Carlton sleppur ikki at landa í føroyskari havn, tí Fiskimannafelagið fær stuðul frá Føroya Arbeiðarafelag, sum varðar av limunum í Fuglafjarða Arbeiðsmannafelag, eins og FF fær stuðul frá Havnar Arbeiðsmannafelag. Arbeiðarar vilja soleiðis ikki landa skipið, um tað kemur á Fuglafjørð, og ei heldur vilja teir gera skipið út til nýggjan túr. Teir, sum líða undir mynstringar­ banninum, eru teir fimm dekk­ ararnir og kokkur, sum vóru við Carlton. Hetta var ein góður kjansur við góðari hýru, og samanhaldið millum manningina umborð var fyrimyndarligt. Fundir hava verið millum partarnar, og so seint sum í síðstu viku var eisini fundur millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið. Einki spurdist burtur úr. Sjey limir eru í stjórn Fiski­ mannafelagsins, og Útvarpið bar fyri nøkrum døgum síðan tíðindini um, at hesir draga ikki eina línu í spurninginum um Carlton. Í øllum førum er tað soleiðis, at tað eru teir, sum halda, at felagið eigur at koma til sættis við reiðaran um eina loysn – og um neyðugt eina millumloysn, sum partarnir kunnu góðtaka. Men formaður felagsins stend­ ur klettafast við síni sjónarmið. ­ Sáttmálin, sum sigur, at manningin eigur 27% av veiði­ virðinum, skal haldast. Jan Højgaard ásannar, at eingin loysn í løtuni er í ljósmála, og tí liggur eisini alt í óvissu, hvør lagnan verður hjá hansara seks limum, sum vóru við skipinum. ­ Nei, eg dugi slett ikki at siga í løtuni, hvussu hetta málið tørnar út. Eg eri sera errin av hesum monnum, sum veruliga hava lagt rygg til at verja sáttmálan. Teir eru ein fyrimynd fyri allar føroyskar fiskimenn. Felagsformaðurin sigur, at tað verður ógvuliga trupult hjá sær at góðtaka, at sáttmálin verður brotin, tí góðtekur felagið hetta, kunnu reiðarar seinni skjóta seg inn undir alt møguligt, sum hann tekur til. ­ Eg haldi, at eitt fakfelag altíð eigur at halda fast um, at sáttmálar skulu haldast. Annars verður galin endi, leggur hann aftrat. Jan heldur ikki, at ósemjan í Fiskimannafelagnum er so stór um Carlton, sum onkur kanska vil vera við, men hann ásannar, at tað eru teir, sum vilja, at málið verður loyst nú. Vit spurdu eisini felagsfor­ mannin, um gongdin í málinum ikki órógvar teir menn, sum høvdu hýru við Carlton. ­ Jú, sjálvandi órógvar hetta, og tað er bara harmiligt, at reiðarin ikki virðir sáttmálan. Tá tú býrt í einum sonevndum siviliseraðum samfelag, gerst tú sjálvandi ógvuliga skakkur, tá tað vísir seg, at tín arbeiðsgevari fremur rán ímóti tær, sum Jan tekur til. Í hesum sambandi sipar hann til, at reiðarin ikki hevur goldið manningini tað býtisprosent, sum sáttmálin sigur. ­ Reiðarin hevur soleiðis lagt hald á pening, sum manningin eigur, og tað haldi eg, at eg tori at kalla rán. Fiskimannafelagið hevur stevnt reiðarínum eftir muninum millum 23,24% og 27%, sum sáttmálin sigur. Munurin snýr seg um eina lítla miljón, skilst. ­ Eg vænti, at tað fer at taka umeið eitt ár, áðrenn hetta málið verður avgreitt. Spurdur, hví felagið ikki legði málið fyri fasta gerðarrættin og soleiðis kundi fáa eina skjótari avgerð, sigur hann: ­ Hetta hevði helst borið til, men eg haldi ikki, at fólk, sum sita í einum slíkum rætti, altíð vita so væl um viðurskiftini. Tí trúgvi eg, at avgerðirnar kunnu gerast ov tilvildarligar. Tað eru fægstu løgfrøðingar, sum kenna nakað serligt til sjólívið og kenna til, hvat gongur fyri seg umborð á einum skipi. Jan heldur, at tað rættasta hevði verið, at vit høvdu ein sjórætt í Føroyum, har fólk, sum sótu í hesum rætti, høvdu ein ávísan kunnleika um og førleika til at meta um viðurskiftini. ­ Sambært sjómannalógini eiga menninir, sum nú eru í landi, rætt til tveir mánaðar uppsagnartíð við løn. Haraftrat áttu teir pening til góðar hjá reiðarínum, tá ið teir fóru í land. Felagsformaðurin sigur, at mynstringarbannið stendur við, men hann dugir einki at siga um, hvør endin á hesum verður. Vit spurdu eisini Jan Højgaard, hvørji stig felagið fer at taka, um tað hendir, at onkur av hansara limum troyttast av støðuni og velir at mynstra við aftur, áðrenn mynstringarbannið er avblást. ­ Eg kann ikki gera tað heilt stóra við slíkt, um tað skuldi hent. Felagið hevur ikki brúk fyri monnum, sum ikki vilja stríðast fyri okkara rættindum og søk fiskimanna. Søgan sigur okkum, at vit áður hava sæð fólk, sum hugsaðu meira um seg sjálvar enn um heildina. Hann sigur, at málið um Carlton í hansara verð eisini snýr seg um mannarættindi í breiðari merking. ­ Fiskimenn eru rættiliga samdir – og teir eru eisini samdir um, at neyðugt er at standa saman, tá ið ágangur er, sum í hesum førinum við sáttmálabroti móti manningini umborð á Carlton. Jan ásannar, at hann er eitt sindur vónbrotin av Føroya Skipara­og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum, tí hesi feløg hava lýst, at teirra limir ikki skulu taka upp arbeiði umborð á Carlton, sum er rakt av mynstringarbanni. ­ Kortini eru bara navigatørar og maskinmenn umboð á skipi­ num, sum tískil gera tað arbeiði, ið okkara limir gjørdu, leggur hann aftrat. Felagsformaðurin leggur dent á, at tað er lættari at stríðast og verja vunnin rættindi saman. ­ Men hevur tú ikki allar partar við tær, noyðist tú at stríðast við tí, sum er. Jan Højgaard sigur, at málið við Carlton vísir, at tað kanska verður neyðugt hjá Fiskimannafelagnum at taka heilt onnur stig eina aðru ferð. ­ Tá verður kanska neyðugt at leggja allan flotan fyri at vinna á mál. Hann vísir á, at felagið tá ikki fer at lurta eftir løgtinginum, um tað kemur til skarpskeringar. ­ Tá ið fiskimenn onga rættartrygd hava, dugi eg ikki at síggja, hví okkara limir skulu lurta eftir lóggávuvaldinum, sum lóggevur ímóti okkum, sigur Jan Højgaard, felagsformaður. Fyrimynd fyri allar føroyskar fiskimenn - Eina aðru ferð verður kanska neyðugt at leggja allan flotan. Tá fiskimenn onga rættartrygd hava, dugi eg ikki at síggja, hví okkara limir skulu lurta eftir lóggávuvaldinum, sum lóggevur ímóti okkum, sigur Jan Højgaard, felagsformaður Mynd: Vilmund Jacobsen Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Lagnan hjá dekkarum og kokki, sum vóru við Carlton, liggur í fullkomiligari óvissu í løtuni, nú einki røkist fyri loysn í trætuni millum reiðaríið og Fiskimannafelagið