hósdagur 17. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 74 - 17. apríl 2008
Í ár 2004 byrjaði
bólkurin Synarchy
at spæla thrash-
metal-rock tónleik.
Upprunaliga vóru
teir tríggir, nú eru teir
fimm, men bert ein er
eftir í tí upprunaliga
bólkinum
Tónleikur
Fía Niclasen
Jórunn Reginsdóttir
starvspraktikantar á
Sosialinum
Bert Ísak Petersen á bass er
eftir í tí upprunaliga bólk
inum, har John E. Láadal á
guitar og Petur á trummum
eisini vóru við tá.
So við og við bleiv bólk
urin »útskiftur«. Umframt
Ísak Petersen er bólkurin í
dag mannaður við Leon B.
Hanson, Bjartur F. Clement
sen, John Ívar Venned og
Kim Joensen.
Vit spæla metal, tí tað
sigur okkum mest, siga Ísak
Petersen og John Ívar Venn
ed. Og tá ið vit spyrja hvat
tónleikateksturin snýr seg
um, svara teir við einum
stórum látri, »at skera fólk í
pettir«, men leggja síðani
afturat, at teksturin hjá teim
um er um »alt og einki«.
Tveir av teimum fimm í
bólkinum hava langt hár,
sum
so
nógvir
aðrir
metal’arir eisini hava.
Vit hugsa ikki so nógv
um úsjónd okkara, vit fok
usera bara uppá tónleikin,
sigur John Ívar Venned. Teir
hava nógvir bólkar sum
fyrimynd, og ein av teimum
er tann vælkendi, Soilwork.
Droyma um Týskland
Tá Synarchy byrjaðu at
spæla tónleik, spældu teir
ikki serliga nógvar konsert
ir, men so við og við fingu
teir fleiri høli at spæla í, og
nú spæla teir rættiliga ofta.
Sum oftast í náttklubbinum
Cippo, sum øll kenna. Teir
hava eisini ofta konsertir
saman
við
bólkinum
Ineptus, sum eisini er ein
metalbólkur úr Havn. Av
festivalum hava teir bara
spælt á Asfalt, har teir vóru
sera væl dámdir. Fólk tóku
væl ímóti teimum og tón
leiki teirra.
Vit spurdu, um teir hildu
at teirra tónleik altíð verða
so væl móttiknan sum á
Asfalt, og tað hildu teir.
Fólk, sum dáma hetta
slagið av tónleiki, taka væl
ímóti okkara tónleiki, sigur
bassspælarin í Synarchy,
Ísak Petersen og heldur
áfram:
Einaferð sá eg eitt gam
alt par um tey 80, ‘head
banga’ til okkara tónleik,
tað var rættiliga kul, sigur
hann og flennur. So tað eru
ikki bara ung, sum dáma
Synarchy.
Vit spurdu eisini, um teir
verða kendir aftur, tá ið teir
ganga á gøtuni
Tað hendir, at fólk kenna
okkum aftur. Einaferð tá
forsangarin, Leon B. Han
son, fór í býin fekk hann
eina ókeypis pizza, tí onkur
kendi hann aftur. Tað var
sakin!
Dreymurin hjá limunum í
Synarchy er at kunna liva
av at gera tónleik, men teir
halda seg ikki vera komnar
nakað áleiðis við hesum
dreymi, tí enn eru teir júst
byrjaðir.
Vit droyma um at koma
at spæla á kenda týska
heavymetalfestivalinum,
Wacken, har Iron Maiden
er høvuðsnavnið í ár.
Næsta stigið hjá Synarchy
er at geva eina fløgu út, ið
teir júst nú eru í gongd við
at innspæla. Fløgan kemur
út fyrst í 2009. Navnið á
fløguni er enn so loyniligt,
at sjálvt ikki allir limirnir í
bólkinum kenna tað enn.
»Vit skera
fólk í
pettir«
Tveir av teimum fimm limunum í Synarchy, Ísak Petersen og John Ívar Venned
Mynd: Jens Kristian Vang
Synarchy spælir heavy-metal-tónleik
Mynd: Jens Kristian Vang