Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 29. juni 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 KÍ og Hjalgrím Elttør vunnu ein sannfør- andi sigur í finaluni um Thomas Dam steypið, men fuglfirð- ingar kunnu bert takka sær sjálvum fyri, at úrslitið ikki gjørdist eitt heilt annað STEYPAFINALA Jákup Mørk Mikukvøldið var Tórsvøll- ur vertur fyri steypafinaluni hjá unglingum. Kappingini um sonevnda Thomas Dam steypið. Luttakararnir vóru KÍ og ÍF, sum høvdu leikt seg fram til finaludystin við sigrum á ávíkavist HB og NSÍ. Spældu fyri møguleika- num Kanska var luttøkan hjá ÍF eitt sindur óvæntað, tí tá hálvfinalurnar vóru á skránni mundu flestu rokna við, at runavíkingar vóru favorittarnir í hesari, eins og klaksvíkingar framman undan hesum dystinum vórðu mettir sum favorittar. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at fuglfirðingarnir so avgjørt ikki vóru komnir til Havnar við einum møgulig- um tapi í huga. Byrjan teirra var bragdlig, og hóast KÍ royndi at muta ímóti, so var spælið alt fyri eitt trýst oman móti KÍ málinum. Serstakliga lá væl fyri hjá ÍF at gera sær dælt av vengrunum, sum ferð eftir ferð komu fram við til tíðir illa skipaðu KÍ verjuni, fyri síðani at senda bóltar inn fyri málið. Onkrar vandastøður stó- ust eisini av hesum, og tað vóru eisini fuglfirðingar, sum áttu fyrsta stóra møgu- leikan, men úr stuttari fjar- støðu sendi Høgni Madsen bóltin upp um. KÍ hevði fram til tá at kalla bert roynt seg við longum bólt- um til framherjarnar, og í næsta álopinum gav hetta eisini bonus. Hjalgrím Elt- tør varð sendir avstað, og eftir at hava sneitt verju- leikara av, sendi hann fram- við málverjanum til Gunn- leif Biskupstøð, sum hevði at kalla opið mál. Løtu seinni endaði eitt at kalla identiskt KÍ álop við, at Hjalgrím enn einaferð gjørdist leysur í vinstru. Hesa ferð skeyt hann sjálv- ur, so samstundis sum fugl- firðingar høvdu sýnt seg at vera spælstýrandi, vóru teir nú aftan fyri við tveimum málum. Komu aftur Skelkurin fekk tó á ongan hátt fuglfirðingar at fella í fátt. Heldur treiskaðust teir, og komandi hálva tíman var álopsspælið framhaldandi málsøki, tó við tí muni, at teir nú eisini vóru meira nærlagdir í verjupartinum. Bólturin ferðaðist at kalla konstant uppi á KÍ hálvuni, og fleiri meira ella minni vandamiklir møguleikar spurdust eisini burtur úr. Atli Petersen var leysur, men Karstin Joensen í KÍ- málinum bjargaði frágera væl, men løtu seinni var Karstin heldur óansin. Ein bóltur varð sendir inn í KÍ brotstegin, og bæði Karstin og Høgni Madsen eltu bóltin, og tá Karstin tveitti seg, tók hann sam- stundis beinini undan Høgna. Brotssparkið skeyt Høgni Zachariassen flatt til vinstru, og nú kom av álv- ara ferð á ÍF. Møguleikarnir trutu ikki, men líkt var til, at líka mik- ið hvussu teir royndu, so rendu teir seg alla tíðina í livandi múrin í KÍ máli- num, og ikki fyrr enn teir fingu enn eitt brotsspark, eydnaðist at koma upp á javnt. Hesa ferð var tað Atli Petersen, sum eftir eina snilda fintu í brotsteigi- num, og aftur varð Høgni settur at skjóta. Hesa ferð skeyt hann høgt og til høgru, men úrslitið var hitt sama og so var javnt. Restina av hálvleikinum høvdu fuglfirðingar fleiri møguleikar. Millum annað vóru menn tvær ferðir leys- ir í brotsteiginum, men báðu ferðirnar bjargaði Karstin framúr væl, so javnleikur var framvegis støðan, tá farið varð til hálvleiks. KÍ hamskiftir Mett eftir fyrra hálvleiki, so tóktist tað bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn fuglfirðingar avgjørdu dystin, men so skuldi tó ikki verða. Klaksvíkingar høvdu nýtt steðgin til at umskipa mið- vøllin nakað, men størsta týdningin hevði tað helst, at eisini hugburður teirra var fullkomuliga umskipaður. Kropsliga tóktust teir at vera væl betri fyri enn mót- støðumenninir, og nú varð hetta nýtt til at seta seg full- komuliga á miðvøllin. Tað gingu heldur ikki meira enn sjey minuttir, so hevði KÍ endurstovnað tvey mála leiðsluna, og aftur var tað Hjalgrím Elttør, sum gjørdi um seg. Fyrst dróg hann seg leys- an í vinstru, áðrenn hann sendi fram við málverjan- um, og tá misskiljing í ÍF verjuni løtu seinni gav hon- um møguleikan, dróg hann framvið málverjanum, áðr- enn bólturin varð rullaður inn. Fuglfirðingar tóktust nú av álvara lamslignir. Orkan til at vinna seg aftur enn einaferð var ikki til staðar, og so kundu KÍ og serstak- liga Hjalgrím av álvara fara í gongd. Málið til 5-2 var ein sonn perla. Staddur beint uttan fyri brotsteigin fekk Hjal- grím eina sending, og eftir at hava sett fyrsta mannin av, bankaði hann bóltin í mótsatta málhorn. Var hetta ein perla, var fimta KÍ-málið og fjórða Hjalgrím-málið tað ikki minni. Púra leysur við mál- verjanum var hann ísa- kaldur, og heldur enn at smekka til, kipti hann bólt- in, sum í bleytum boga legði seg til rættist í mesk- unum. Uppiborið og tó Seinasta korterið var sostatt bert ein spurningur um at fáa tíðna at ganga, og tá Martin Rúni Joensen í sein- asta minuttinum staðfesti, var sigurin longu ein sann- roynd. Mett eftir seinna hálv- leiki, var tað eisini fult uppiborið, at KÍ vann dyst- in. Teir vóru tá við yvirlut- an í flestum pørtum. Mið- vøllurin riggaði væl, og so høvdu teir Hjalgrím Elttør í álopinum. Ein leikari, sum vit uttan iva fara at hoyra og síggja nógv til framyvir. Tað skerst tó ikki burtur, at fuglfirðingarnir mundu iðra seg eftir dystin. Høvdu teir kent sína vitjunartíð, kundi støðan lættliga verið bæði 4- og 5-2 áðrenn hálv- leikssteðgin, og tá vildi spurningurin verið, um KÍ kundi reist seg. Alt hetta verða tó ikki til meira enn hypotetiskir spurningar. Framyvir fara søgubøkurnar at siga, at KÍ vann ein greiðan sigur í fin- aluni 2001, og eftir er bert at ynskja teimum hjartaliga tillukku við sigrinum. KÍ-ÍF 7-2 (2-2) 1-0: Gunleif Biskupstøð 12. 2-0: Hjalgrím Elttør 14. 2-1: Høgni J. Zachariassen (br.) 20. 2-2: Høgni J. Zachariassen (br.) 33. 3-2: Hjalgrím Elttør 51. 4-2: Hjalgrím Elttør 53. 5-2: Hjalgrim Elttør 63. 6-2: Hjalgrím Elttør 77. 7-2: Martin Rúni Joensen 90. Dómari: Birgir Sondum KÍ-ÍF 7-2 (2-2): Hjalgrím søkti fuglfirðingar Klaksvíkingar eru steypavinnarar í unglingadeildini 2001 Mynd: Álvur Haraldsen Ein av fyrstu uppgávunum hjá fótbóltsáhugaða landsstýrismanninum var at handa KÍ- unglingunum Thomas Dam steypið Hjalgrím Elttør skjýtur her sítt næsta mál, og so eru klaksvíkingar aftur á odda. Tá avtornaði hevði Hjalgrím skotið fimm av KÍ málunum Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 122 - 29. juni 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 Undirhaldið var gott, tá gøtumenn tryggj- aðu sær toppplássið, tá kappingin verður hálvrunnin, og tofta- menn vístu leingi góðan hugburð FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað var sum at vera mið- skeiðis í níti árunum í Sarpigerði mikukvøldið. Fólkið kring vøllin var nógv, undirhaldið var gott, GÍ vann, teir hava framveg- is fult stigatal, og tí segði tað seg sjálvt, at tað ljóðaði av ovfarakæti, tá stadion speakarin, Jørgin Evald Solmunde, eftir dystin bjóðaði øllum at vera væl- komnum í ítróttarhúsið at fáa sær ein drekkamunn við køkubita afturvið. Gamli GÍ formaðurin, Haldgrím Gregersen, sparkaði fyrsta sparkið á nýggja undirlagnum, og so vóru nógvu áskoðararnir vitni til ein tíma, har tað reið um snarið, og har undirhaldsvirðið var høgt, tí tað gekk skjótt báðar veg- ir, og tað vóru fleiri mál- møguleikar. Munurin GÍ vann 2–0, men tað var ikki fyrr enn miðskeiðis í 2. hálvleiki, at teir fingu hol á. Óli Hansen skoraði til 1–0 í 63. minutti, og Henning Jarnskor staðfesti áttanda gøtusigurin í landskapping- ini á rað, tá tað restaði eitt stórt korter. Eftir málini var eingin ivi um, at GÍ fór at vinna. Spurningurin var heldur, hvussu stórur sigurin fór at verða. Talan var leingi um tætta uppgerð, men sum so mangan áður, so endaði tað við GÍ sigri, og gongdin vísti, at tað var ikki so undarligt. GÍ vísti miku- kvøldið, at teir hava eitt stak væl skipað kollektiv, har størsta styrkin er, at teir so at siga ikki gera mistøk í verjupartinum. B68 stóð seg leingi væl, men tað kostaði teimum í dýrar dómar, at teir nakrar ferðir mistóku seg stórliga. Longu í 1. hálvleiki lótu teir toppskjúttan í bestu deildini, Helga L. Petersen, standa púra óansaðan, tá GÍ fyri fyrstu ferð hevði hornaspark. Helgi stútaði ímóti málinum, men bólt- urin fór dygst framvið. Tá GÍ fekk hol á, endurtóku toftamenn mistakið. Helgi L. Petersen var púra leysur, tá hann stútaði horna- sparksinnlegg úr høgru ímóti málinum, og Óli Han- sen kastaði seg fram og trýsti bóltin inn um strik- una. Í 74. minutti økti GÍ. Aft- ur var talan um deyðbólts- støðu, og aftur sektaði GÍ persónligt mistak. Langt innkast úr høgru varð longt inn í málteigin. Ein av B68 verjumonnunum royndi at sparka burtur, men ólukku- tíð fyri teir reyðu, so kom bólturin fyri føturnar á Henningi Jarnskor. Úr fim- tan metum og mitt fyri sendi hann í nettakið, og so var liðugt. B68 góðan hugburð Toftamenn vóru væl nøgdir við avrikið leygardagin í Lokeren í Belgia, og teir royndu at bera positiva hugburðin og góða stríðs- viljan frá tí dystinum víð- ari. Jan Petersen var sera avgjørdur á aftasta manni, og teir tríggir á sentrala miðvøllinum vóru eyð- sýndir. Landsliðsmenninir Øssur Hansen og Fróði Benjamin- sen duga nógv við bólti- num, og teir arbeiddu væl. Merkisvert var tað, at ungi Jann Ingi Petersen, sum hevði verjukenda miðvall- arleiklutin, stóð so sterkur í myndini. Hann hevði ofta bóltin, og hann var sera skilagóður. Toftamenn vóru mesta partin av fyrra umfarinum leikliga omaná, men teir megnaðu ikki at fáa mál. Fróði Benjaminsen stakk beinanvegin Marcello leys- an, men hann sendi framvið Halli Hansen, sum var komin fram úr málinum. Hetta var størsti møgu- leikin hjá B68. Teir høvdu onkran annan eitt sindur meiri enn hálvgóðan møgu- leika, og í 2. hálvleiki var Súni Fríði Johannesen tætt við eftir best spælda B68 álopið og innlegg úr høgru og til nærra stólpan, men sum heild vóru toftamenn ikki serliga vandamiklir á álopsspælinum. Súni Fríði fekk lítið at arbeiða við, Marcello er langt frá støði- num í fjør, og tað gongur sjálvandi út yvir álopsspæl- ararnar, at tyngdin í borð- unum tykist vera so lítil. Gøtumenn eru drúgvir Tað var týðuligt, at GÍ á sentrala miðvøllinum ikki hevði somu styrki sum gestirnir, og tí er tað ikki minni merkisvert, at teir kortini megnaðu at vinna. GÍ saknaði skadda Sámal Joensen, og Magni Jarn- skor, sum varð sproytaður undan dystinum, fekk ikki altíð so nógvan stuðul, men gøtumenn hava nógvar styrkir, sum eru partar av frágreiðingini upp á, at teir eru so væl fyri. Hallur Han- sen er ein fínur málverji. Leivur Hansen, Bartal Eliassen og Poul Ennigarð eru sera stinnir og tryggir í miðverjuni, og í vinstra borði nýtir Henning Jarn- skor allar sínar royndir og spælir betri, enn hann hevur gjørt leingi. Fyri fyrstu ferð í ár fór Helgi L. Petersen av vølli- num uttan at hava skorað í landskappingardysti. Men Helgi vísti ferð eftir ferð, hví hann í løtuni verður roknaður sum besti álops- maðurin í landinum. Jákup Eli Olsen og Hans Fróði Hansen, ið ikki tykist vera so væl fyri, sum landsliðs- miðverjin hevur verið í undanfarnu árini, høvdu ofta stórar trupulleikar at halda Helga. Og hóast Helgi ikki skoraði hesa ferð, so var hann við í upp- spælinum til bæði málini. Hans Fróði gav beinan- vegin Helga L. Petersen ein risa møguleika, sum topp- skjúttin misnýtti, og í 2. hálvleiki var GÍ fleiri ferðir tætt við m. a. í støðum eftir hornaspørk. GÍ hevur nú vunnið átta ferðir upp í slag. Um teir halda fram við sama hug- burði og álvara, sum teir hava sýnt higartil, so er rættuliga stórur møguleiki fyri, at teir fara at vinna fleiri sigrar afturat, áðrenn teir kanska fara at missa stig. B68 er fjórði aftast, og tað er heilt langt fram til Europa Cup plássini. Men um hugburðurin frá fyrsta tímanum í Gøtu verður fremstur komandi vikurnar, so áttu møguleikar at verið fyri fleiri stigum. GÍ–B68 2–0 (0–0) 1–0: Óli Hansen 63. 2–0: Henning Jarnskor 74. GÍ: Hallur Hansen – Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen – Poul Henning Jacobsen, Áslakur R. Petersen, Magni Jarn- skor, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor – Helgi L. Petersen, Óli Hansen B68: Magnus Poulsen – Hans Fróði Hansen, Jan Petersen, Jákup Eli Olsen (Messias Perreira, 78.) – Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, Øssur Hansen, John Heri Dam – Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino (Marlon Jorge, 78.) GÍ-B68 2-0 (0-0): GÍ hevur fulla ferð á ketlunum Fyri fyrstu ferð skoraði Helgi ikki, men rituvíkingurin var kortini við í uppspælinum til bæði GÍ málini Mynd: Álvur Haraldsen Toppskjúttin frá í fjør, Súni Fríði Johannesen, hevur ikki havt somu ferð á í ár, men stuðulin frá liðfeløgunum hevur heldur ikki verið hin sami Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22