hósdagur 17. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 17. apríl 2008
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Renhard Thomsen, Sandvík, andaðist týsdagin
77 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin
verður leygardagin klokkan 13 úr Sandvíkar kirkju.
Tey, ið vilja minnast Renhard kunnu lata Sandvíkar
kirkju eina peningagávu.
Elsa Johansen, ættað úr Haldarsvík, búsitandi á
Lag í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum
mánadagin, 95 ára gomul. Bønarhald verður í Lands
sjúkrahúskapellinum fríggjadagin kl. 18. Jarðar
ferðin verður úr Havnar Kirkju leygardagin kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Tøkk
Ogur takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá ið pápi okkara
Bent Danielsen
Tvøroyri
andaðist og fór til gravar.
John, Martin og Andreas
Tøkk
Hjartans tøkk øll tit sum vístu samkenslu og
hjálpsemi tá okkara kæra
Sigga Maria Joensen
Leirvík
doyði og varð jarðað.
Tøkk til Meinhard Bjartalíð, Regin Høgnesen og Una
Næs fyri góð og troystarík orð.
Tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk øll tit sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Ein serlig tøkk til tykkum á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi, sum hava verið so væl um hana tey
seinastu mongu árini.
Familjan
Nú eru tit farin heim til
Harran. Eg minnist tá ið tú
plagdi at hoyggja hjá Jákup
Petersen, har tú fekst besta
lambi í løn, tá var eg bert 6
ár. So plagdu vit at breiða
fisk á fiskastykkinum hjá
Sámal Peturi Petersen í
Fuglafirði. So plagdu vit
at skera torv norðuri í
Halgadali
saman
við
Jakku.
Mamma hevði eitt tungt
hús við 8 børnum. Vit báð
ir, Franklin og eg, plagdu
at leita eftir rekaviði í
fjøruni til at brenna. Pápi,
tú plagdi at passa motorar
nar á trøðni saman við
Ditlev Eledevig áðrenn
SEV kom. Pápi sigldi í
nógv ár við Vón og Fame,
sum Sigurd Simonsen í
Fuglafirði átti.
Mamma og pápi, tit
verða ongantíð gloymd.
Friður veri yvir minni
tykkara.
Tórshallur Andreasen
Minningarorð um mína góðu mammu og pápa
Hertu og Ingjald
Fríggjadagin 18. apríl lata
listakvinnurnar
Kirsten
Mørup Jeppesen og dóttur
in, Ea Jeppesen, upp fram
sýningina »tað ið verður
borið« í Smiðjuni í Lítluvík
í Havn. Tær eru báðar búsit
andi í Danmark.
Heitið á framsýningini
»tað ið verður borið« merk
ir, at á framsýningini eru
myndevnini tað sum verður
borið sum t.d. taskur og
kjólar og nógv ymiskt ann
að. Dótturin, Ea Jeppesen,
hevur eisini yrkingar við á
framsýningini.
Kirsten er hálvføroysk,
mamman er føroysk, Alma,
dóttir Hans Nielsen, úr
Kvívík. Hetta er sættu ferð,
at Kirsten sýnir fram í
Smiðjuni.
Seinastu
nógvu
árini
hevur Kirsten málað, fyrst
vóru tað mest alvarellir,
men seinnu árini hevur hon
málað nógvar oljumálning
ar, umframt at hon ger
ymiskt annað.
Framsýningin
verður
opin til og við týsdagin 22.
apríl, allar dagar frá kl.
14.00 – 20.00.
Myndir: Jens Kristian Vang
Jeppesen í Smiðjuni
Tøkk
Øllum tykkum, sum gjørdu mær
føðingardagin 14. desember hugnaligan og
hátíðarligan takki eg hjartaliga. Takk fyri
vitjanir, heilsanir og gávur.
Marianna Lisberg Madsen
Sandur
Ea Jeppesen hevur eisini yrkingar við á framsýningini
Kirsten Mørup
Jeppesen við
framsýningini
»tað ið verður
borið