hósdagur 17. apríl 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 17. apríl 2008
17
Góði Gakki, hjartaliga til
lukku við degnum. Tá eg
hugsi um teg, eri tað nógv
góð minnir, ið renna fram
fyri meg. Nógvar hugnalig
ar, stuttligar og álvarsamar
løtur hava vit havt saman.
Hetta vil eg nýta høvið, at
takkað tær so inniliga fyri.
Tú vaks upp hjá ommuni
og abbanum, har eg eisini
búði, so vit bæði hava verið
sum systkin. Ikki hevði tú
ta stóru skúlagongd, men tú
fór til Havnar og fekk bæði
stýrimans og skipsførara
prógv. Fór síðani út at sigla,
eg minnist hvussu eg gleddi
meg hvørja ferð tú kom
heim aftur, tí tú hevði altíð
gávur við til mín.
Tú giftist við Maluni, og
settu tit búgv í Klaksvík.
Tit eiga tvær synir, og nú
eigur tú trý abbabørn, sum
tú gongur sera høgt uppí.
Hesi síðstu árini hevur tú
ikki siglt so nógv, men
arbeitt á landi.
Góði Gakki, mamma og
eg hava nógv at takka tær
fyri, alt ið tú hevur verið
fyri okkum báðar. Takk fyri
gestablídni tá vit eri har
norðuri, og tá tit vóru niðri.
Tað verður saknur í tykkum
nú tit fara til Grønlands, má
Harrin styrkja tykkum í
arbeiðinum.
Alt tað besta ynski eg tær.
Systkinabarnið
Føðingardagsheilsan til
Jacob Mýri á 65 ára degnum
Dagurin
18. apríl. Eleuterius, biskupur í Illýriu, tikin av
døgum um leið ár 200. Dagurin verður eisini skrivaður
Elenterius.
19. apríl. Dánjal. Ein av teimum fýra stóru
profetunum í Gamla testamenti. Bíbilska navnið
merkir Guð er dómari mín.
20. apríl. Sulpicius, deyður umleið 1115. Háborin
rómverji, sum saman við einum øðrum, Serilianusi,
gjørdist kristin; teir vórðu hálshøgdir.
21. apríl. Florentius. Fleiri halgimenni eru við hesum
navni. Hesin dagurin er ásettur til minnis um teir allar.
Leygarkvøldið kl. 19 verður
skipað fyri eini stuðulskon
sert, sum er til frama fyri
tað arbeiði sum Callarasi
missiónin
ger
ímillum
fátæk í Rumenien.
Á konsertini fara hesi at
luttaka: Sólva Ford, Oasu
brøðurnir, Heini Lützen,
Oddbjørg, og Jógvan og
Hallmar.
Verkætlanin í Rumenien
er ein fult út føroysk verk
ætlan, har ein tey seinastu
níggju árini hevur arbeitt
millum fólk, sum eru sera
illa fyri. Har er smátt við
mati,
arbeiðsloysið
og
fátækradømi er stórt.
Fyri tveimum árum síðan
eydnaðist tað okkum at fáa
eitt fullfíggjað pumpuanlegg
sum gáva frá eini danskari
pumpufabrikk. Hetta gjørdi
tað gjørligt at fáa tað reina
grundvatnið upp, sigur Thom
as J. Askham frá Callarasi
missiónini.
Við eini peningagávu frá
Føroya
Landsstýri
varð
gjørligt at leggja vatnveiting
út til yvir 200 hús. Í sama
viðfangi verður streymur
lagdur inn í húsini hjá fólki.
Í tí umráðnum har arbeitt
verður, eru møguleikarnir
hjá teimum ungu sera vána
ligir at fáa tær útbúgving
ella at lesa víðari. Har hevur
stuðul úr Føroyum gjørt tað
møguligt at nakrar gentur og
dreingir hava kunna lisið
víðari.
Ein onnur grein av arbeið
inum er, at fólkið kann
koma til arbeiðis við teim
um bussunum sum vórðu
keyptir brúktir í Danmark.
Hetta tiltakið hevur
verið til gleði fyri mangar
familjur, sigur hann.
Sjúkrahús
trongir hjálp
Tað er við stórari gleði og
takksemi sum vit hava møtt,
tá vit eru komin við útgerð
ini. Eg kann trygt siga, at
onki privat heim er so illa
fyri við seingjarútgerð, tá
talan er um løk, dýnur,
koddar, dýnubetrekk.
Stjórin greiddi frá, at
seingjarløkini vórðu klipt í
fýra petti. og løgd har sum
sjúklingurin gjørdi seg vát
an, sigur Thomas J. Ask
ham.
Umframt hetta manglaði
so mangt annað, køliskáp,
gasskomfýrar, eimhettir og
fólk at geva eina hjálpandi
hond til mangt og hvat.
Annars hevur Callarasi
missiónin kontur í øllum
peningastovnunum.
Allur
peningur fer óskerdur til
fólkið í Rumenien.
sb.
Stuðulskonsert í Eydnuni
nøvn
Callarasi-missiónin hevur millum annað útvegað hesum sjúkrahúsinum í býnum Budesti nógva útgerð til røkt og viðgerð av
teimum sjúku
5. apríl fingu Marian S. Dam og Sophus E. Dal Christian
sen, Tórshavn ein son, hann var 54 cm langur og vigaði
3650 gr.
9. apríl fingu Hjørdis Bjørk Hjaltadóttir og Jákup Egil
Joensen, Froðba, eina dóttur. Hon vigaði 4300 gr. og var 55
cm long.
9. apríl fingu Sanna H. Niclasen og Nick K. Waaben, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3300 gr.
10. apríl fingu Jacobina Eliasen, Hvannasund og Sørin
Petersen, Viðareiði, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og
vigaði 3500 gr.
10. apríl fingu Eyð Gudmundsson og Ingi Højgaard, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4450 gr.
12. apríl fingu Marianna á Dul Fríðberg og Bjarni Fríðberg,
Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4400
gr.
12. apríl fingu Hansa Nicolajsen og Hallur Sólsker, Sandur,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3300 gr.
13. apríl fingu Unn og Jógvan Justinussen, Leirvík, eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4450 gr.
13. apríl fingu Katrin Ósá og Poul Jan Niclassen, Klaksvík,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3650 gr.
13. apríl fingu Annika Fossá og Hans Petur í Brekkunum,
Keypmannahavn eina dóttir. Hon vigaði 3670 og var 52 cm
long.
15. apríl fingu Valborg Simonsen og Oystein Sørensen,
Argir, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4850 gr.
15. apríl fingu Rúna Poulsen og Guttormur í Skála, Tórs
havn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3900 gr.
Prógv
Tann 27. mars hevur Oddjó Stovugarð, Skálavík, lokið
prógv í veterinærmedicin Cand.med.vet. frá Det
Biovidenskabelige Fakultet, Københavns Universitet.
Tann 25. januar 2008 tók Helga Johannesen, Kaldbak,
løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur., við Lærda háskúlan í
Keypmannahavn.
Brúdleyp
3. januar 2008 giftust Ciellcic Locatelli úr Frankaríki og
Jóhannes Mortensen Klaksvík. Í samband við at tey eru
heima verður ein hugnaløta í Betesta 19. apríl kl. 15 til 20.
Øll eru vælkomin at heilsa uppá brúðarparið.
80 ár
Tann 9. apríl fylti Helga Poulsen, haldbóndi í Innistovu í
Kaldbak, 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í Nazareth
í Kaldbak, Dýrabiðidag frá kl. 18.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Føðingar